á venjingarlegu mitt í februar. Tí hevur málverjin givið avboð. John Petersen ætlar at fáa læraraskúlan lidnan í summar, og tí hevur hann ikki tíð at fara. Og tað hevur mansliðið í honsbólti hjá strandingum [...] at verja føroyska málið í teimum báðum landsdystunum, og tað merkir aftur, at honum fer bara at resta ein dyst í at røkka hálvt hundrað altjóða skrásettum landsdystum. Kurt upp í part Kurt Mørkøre var á [...] komin í hópin fyri liðfelagan í Sogndal, Hans Fróða Hansen, og harvið kunnu teir báðir staðfesta orðatakið, at eins deyð er annans breyð. Meðan leirvíkingurin higartil bara hevur verið eftiransari í miðverjuni
fjórðu húsini í bygdini á Lágni í ovaru helvt av trøðni. Elsebeth Kristina gekk í skúla í Hoyvík tveir dagar um vikuna til hon fór í realskúlan í Havn. Eftir próvtøkuna arbeiddi hon í Havn í nøkur ár, serliga [...] skiparin Johan í Hoyvík, ið var elstur, giftist við Sigrid Henriksen úr Sandavági og doyði 84 ára gamal í 1989. Elsa. ið var næstelst, giftist við Johan í Gjørðum í Porkeri og doyði 87 ára gomul í 1993. John [...] Klaksvík, sum doyði í 1998. Tey búðu í Keypmannahavn. Yngstur er Sigurð, sum er giftur við Renatu úr Zürich í Sveis, og hann býr í grannahúsunum. Tá ið Elsebeth Kristina varð fødd vóru trý hús í Hoyvík - umframt
18. juli í 1925. Dorthea doyði 20. februar í 2002, og Oluf doyði 16. juli í 2004. Tey fýra børnini hjá teimum eru: Marjus føddur í 1955, Josefina Dam Haraldsen í 1957, Ben Eli í 1958 og Erling í 1960. Ben [...] gongur síðsta árið í Hoydølum, og Óluva fødd í 1988 og Oluf føddur í 1990 ganga í skúla á Giljanesi. Marjus lærdi at spæla orgul hjá Miu Waagstein, og árini í Hoydølum spældi hann violin hjá Eriki Petersen [...] og hon var í Fótbúna í mong ár. Marjus var liðugur í Hoydølum í 1975. Hann var millum tey tólv, sum hetta árið ikki fingu prógv. Hann vildi ikki ganga við til, at skrivliga próvtøkuuppgávan í lívfrøði varð
Jógvan lærdi maskinsmíð í Samsonar smiðju í Klaksvík, har hann var avlærdur í 1978. Eftir at hava verið smyrjari við Nónhamri, tók hann í 1980 maskinistprógv í Klaksvík, og á sumri í 1982 leyk hann maskinme [...] 1981, Hansa fødd í 1988 og Pauli, sum er føddur í 1993. Ólavur siglir við Ågot, Hansa gongur í skúla í USA, og Jógvan, eigur ein trý ára gamlan abbason í Haraldsundi. Jógvan eigur seks gyllin á Viðareiði [...] taraprógv í Havnini. Eitt stutt skifti í 1982 var hann á Strond, har SEV setti nýggjan motor upp. Annars hevur hann verið í Strandferðsluni. Síðani eftir ársskiftið í 1983 hevur hann verið í føstum starvi
Eyðun. Victor býr í Klaksvík, og allir hinir búgva í heimbygdini. Eftir lokið realprógv var Jógvan trolaramaður í trý ár. Hann sigldi við Sundabergi og Ólavi Halga, sum pápi hansara førdi. Í 1972 fór Jógvan [...] á Læraraskúla í Havn, og tá ið hann fimm ár seinni hevði lokið prógv, varð hann lærari í heimbygdini. Tólv ár seinni varð hann lærari á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Longu eftir ólavsøku í 1989 møtti [...] borgum, var hann formaður í mentanarnevndini 1998-2002, og seinna skeiðið – 2002-2004 – var hann formaður í rættarnevndini og formaður í Útnorðurráðnum 2002-2003. Eftir valið í 2004 skipaðu Javnaðarflokkurin
Horni í Klaksvík og Edvard Jacobsen, sum var úr Fuglafirði. Tey fingu fimm børn, sum eru Mimi, fødd í 1928, Paula, fødd í 1931, Jancy, fødd í 1934, Sólbjørn, føddur í 1936, og Mikkjal, føddur í 1940. Sólbjørn [...] sum hon hevði í Danmarks Radio. Helle hevur ofta vitjað í Føroyum. Else og Sólbjørn Jacobsen eiga børnini Lars, føddur í 1963, Gunnvá, fødd í 1966, er í Keypmannahavn, Lisbeth er fødd í 1967, hon er talu- [...] Sólbjørn fór 14 ára gamal til Havnar at ganga í preliminer skúla, og eftir preliminer prógvið helt Sólbjørn fram í skúlanum, har hann í 1954 var ein av sjey matematiskum studentum. Sólbjørn gjørdist s
vika, sum børnini í 7. B í skúlanum í Trongisvági seint fara at gloyma. Tí nú hendir endiliga tað, sum tey hava bíðað eftir í eitt heilt ár. Tá ið tey gingu í 6. flokki, tóku tey lut í eini kapping. Og [...] 6. flokkunum í Føroyum, sum bjóðaðu seg fram, var 6. B í skúlanum í Trongisvági. Í uppgávu síni viðgjørdu tey nógv ymisk viðurskifti, eitt nú fiskivinnu, nátturu og søgu og ymsar tættir í íslendskum a [...] sostatt byrjar í dag, skulu børnini í Trongisvági, sum nú ganga í 7. flokk, vitja tann flokkin í Íslandi, sum vann kappingina haryviri um at skriva eina uppgávu um Føroyar. Tað er ein 7. flokkur í Ásdalsskúlanum
januar í ár slóknaði Gunnvør Svabo Rasmussen, sum hevði fylt 80 ár í hesum døgum, ella mikudagin tann 23. í hesum mánaði. Gunnvør varð fødd í Miðvági í 1933 og vaks upp sum ein av teimum yngstu í einum [...] føroyska felagsskapinum í Kjøpinhavn. Longu fyrst í 80´unum kom Gunnvør sum næstformaður í nevndina í Tí føroyska Kvinnufelagnum í Kjøpinhavn, har ein annar miðvingur hevði sitið sum formaður, líka [...] Samuelsen, sum var lærari í Miðvági og á Giljanesi frá 1920 og líka til 1968, altso í 48 ár tilsamans. Eftir eitt stutt skeið sum handilsfólk í Havn, fór Gunnvør av landinum í 1952, tá ið so avbera nógvir
n er næst yngst í einum systkinaflokki upp á fýra. – Eg upplivdi ikki at ganga í skúla í Mykinesi, men sum børn vóru vit nógv har úti í frítíðini – og framvegis eigi eg ommu og abba í Mykinesi, sigur unga [...] rein. Á sumri í 2008 tók hon hægri handilsskúlaprógv á Føroya Handilsskúla í Marknagili í Havn, har hon fyrst tók FHS-prógv og soleiðis gekk í trý ár tilsamans. – Eg droymdi um at sleppa í skrivstovulæru [...] Millum framhaldsskúlan og FHS arbeiddi hon í fiski í Sørvági í eitt ár. – Hetta var á saltfiskavirkinum hjá Jóhan Páll Joensen og øðrum. Her var eg í føstum starvi í eitt ár, og mær dámdi hetta ógvuliga væl
seta búgv í kommununi, og hetta sæst eisini aftur í fólkatalinum, sum hevur verið í vøkstri. - Fyri átta árum síðan vóru vit 666 borgarar í Eiðis kommunu, sum eisini fevnir um Ljósá og Svínáir. Í dag eru [...] við, at eg skuldi gevast í kommununi nú, men nógvu áheitaninar um at lata meg stilla upp aftur hava fingið meg at ivast. Tað sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu. Í Eiðis kommunu, sum hevur [...] áttandi hvør persónur, sum vit møta í kommununi í dag, búði ikki her fyri átta árum síðan, sigur borgarstjórin. Áhugin fyri at búgva í Eiðis kommunu sæst eisini aftur í sethúsaprísinum, tá eldri ella gomul