Lítillátin men miðvís útisetakvinna farin!

Tann fjórða januar í ár slókn­aði Gunnvør Svabo Ras­mussen, sum hevði fylt 80 ár í hesum døgum, ella miku­­dagin tann 23. í hesum mán­­aði.
Gunnvør varð fødd í Miðvági í 1933 og vaks upp sum ein av teimum yngstu í einum stórum systkinaflokki (tey vóru ellivu íalt). Hon var dóttir tann kenda Jóhan Hein­drik Samuelsen, sum var lærari í Miðvági og á Gilja­­nesi frá 1920 og líka til 1968, altso í 48 ár tilsamans.
Eftir eitt stutt skeið sum hand­ilsfólk í Havn, fór Gunn­vør av landinum í 1952, tá ið so avbera nógv­ir føroyingar fóru til Dan­markar fyri at fáa sær eina væl hollari tilveru, enn tey nakrantíð høvdu kunna fingið sær heima í Før­oyum. Gunnvør var ambi­tiøs og hevði tíðliga sett sær sum mál, at hon vildi blíva sjúkra­systir. Hon arbeiddi eina tíð í privat­hús­um sum ar­beiðs­kona, og brúkti tað sum basis fyri at fara á sjúkra­pleygu-forskúla á Møn, har so nógvar føroyskar kvinn­ur gingu í sínari tíð.
Nakað eftir forskúlan, hitti hon Preben Rasmussen, sum var gardarahusarur í Næst­ved. Hon var tá farin at læra sjúkrapleygu á Amts­sjúkra­­húsinum í Næstved, har hon bleiv liðug í 1958. Preben og hon blivu gift í 1957, meðan hon enn lærdi. Eitt stutt skifti arbeiddi hon á Ríkishospitalinum í Kjøpin­havn, síðani fekk hon arbeiði á Amtssjúkrahúsinum í Hille­rød, har hon gjørdist rønt­gen­sjúkrasystir. Hjúnini búset­t­ust stutt eftir í Allerød, smáar 12 km sunnanfyri Hillerød. Tey fingu tveir synir, Nick og Per, sum báðir blivu læknar, ann­ar í Norðurjyllandi, og hin í Kjøpinhavn.
Síðst í 80´unum flytti Gunn­vør aftur til Kjøpin­havnar og koma at búgva í einum av teimum hábærsligu íbúðunum, sum Tað danska Sjúkrasystrafelagið eigur í Dronningens Tværgade. Har treivst hon sera væl og fekk nú betri høvi til at lut­taka í tí livandi før­oyska felags­skapinum í Kjøpin­havn.
Longu fyrst í 80´unum kom Gunnvør sum næstfor­mað­ur í nevndina í Tí før­oyska Kvinnufelagnum í Kjøpin­havn, har ein annar mið­vingur hevði sitið sum form­aður, líka síðani 1976. Tað var javnaldri og skúla­felagi hennara, Hervør Nolsøe (eisini fødd 1933). Tær báðar knáu miðvágskonurnar, Her­vør og Gunnvør vóru í meira enn tólv ár fastir leið­arar av Kvinnufelagnum, og tað er í teirra tíð, at Kvinnu-felagið ger av at flyta í Húsini á Vest­ur­brúgvagøtu. (Fyrst nr. 18, síðani 17A).
Tað var tá, sum nú, at Grunn­urin hjá Kvinnu­felag­num var tað fíggjarliga funda­­mentið undir øllum Før­­oya­hús-tiltakinum. Aft­aná for­mans­skiftið mitt í 90´unum, var Gunn­vør enn við í nevndini eina stutta tíð sum kassa­meistari. Í sjálvum Føroyahúsinum var hon sera aktiv og eitt stórt álit sum sjálvboðið hjálparfólk hjá táverandi leiðaranum, Ják­upi Jacobsen, serliga tá ið á stóð við veitslum og størri fund­um tíðliga í 90´unum.
Gunnvør fór til gravar leyg­ardagin 12. januar úr tí stási­ligu Grundtvígskirkjuni, sum liggur beint við kirkju­garðin á Bispebjerg, har hon varð jarðað. Vit eru nógvir útisetar, sum sakna Gunnvør Svabo og lýsa frið yvir minni hennara.
----
Virgar T. Dalsgaard