Sólbjørn Jacobsen 75 ár

Sunnudagin 9. januar verður Sólbjørn Jacobsen í Havn 75 ár. Hann var í nógv ár stjóri á Telefonverkinum, og eisini hevur hann á ymsan annan hátt verið við til at seta dám á føroysku samfelagsmenningina.
Sólbjørn er ættaður úr Fuglafirði. Foreldrini vóru Sára fødd Johannesen og ættað úr Horni í Klaksvík og Edvard Jacobsen, sum var úr Fuglafirði. Tey fingu fimm børn, sum eru Mimi, fødd í 1928, Paula, fødd í 1931, Jancy, fødd í 1934, Sólbjørn, føddur í 1936, og Mikkjal, føddur í 1940.
Sólbjørn fór 14 ára gamal til Havnar at ganga í preliminer skúla, og eftir preliminer prógvið helt Sólbjørn fram í skúlanum, har hann í 1954 var ein av sjey matematiskum studentum.
Sólbjørn gjørdist sivilverkfrøðingur á Danmarks Tekniske Højskole í 1963, og so var hann í starvi hjá Telefonfabrik Automatic fram til 1968. Setningurin snúði seg serliga um at gera nýggj mátitól til automatiskar telefonskipanir. Samstundis las Sólbjørn á Handilsháskúlanum, har hann í 1967 leyk HD prógv í búskapi og fyriskipan.
Í 1968 gjørdist Sólbjørn tekniskur stjóri á Telefonverki Føroya Løgtings, sum tað tá nevndist, og í 1975 varð hann eisini forstjóri. Sólbjørn plagar onkuntíð at hugleiða um umstøðurnar, sum vóru, tá ið hann fór til verka á Telefonverkinum, og hvussu stórar broytingarnar vóru tey tredivu árini, hann var á Telefonverkinum. Felagatalið var umleið 3600, inntøkan góðar fýra milliónir, og útbúnaðurin niðurslitin í 1968. Í 1990 ella áðrenn kreppuna var felagatalið 25000, inntøkurnar oman fyri 150 milliónir, og yvirskotið eftir fullar avskrivingar 42 milliónir ella 28 prosent av søluni. Í seksti árunum var talan um hall.
Sólbjørn var oddamaður fyri menningini. Tað fyrsta hjá honum var at seta seg inn í, hvussu telefonumstøðurnar vóru. Saman við einum av veteranunum í Telefonverkinum, Svend á Grundini, ferðaðist hann kring landið og lærdi harvið telefonmontørar og manningarnar á bygdastøðunum at kenna. Við hesi barlastini valdi Sólbjørn at fara undir nýmótansgerðina úti á bygd og síðani at nærkast høvuðsstaðnum. Tey fyrstu árini var Sólbjørn einsamallur verkfrøðingur, og hann helt fleiri fyrimunir vera í menningartilgongdini á bygd, har teknikarar og gravarar fingu arbeiði og mentust við praktiskum arbeiði og skipaðum skeiðum í teletøkni. Menningin var treytað av dyggum tekniskum, fíggjarligum, fyrisitingarligum og lóggávuligum fyrireikingum. Hesum stóð Sólbjørn fyri, og hann segðist hava gott samstarv við bæði politiska og umsitingarliga myndugleikan.
Sólbjørn var limur í búskaparráðnum 1969-81, og hann hevði í langt skeið leiklut innan Kjølbro fyritøkuna og harvið í Klaksvík, hagani mamma hansara var ættað.
Tá ið Føroyagrunnurin varð stovnaður í 1971, valdi Landsstýrið Einar Kallsberg til formann og Sólbjørn Jacobsen til nevndarlim saman við Frits Olsen og Jógvani Isaksen, sum vórðu valdir eftir tilmæli frá býráðnum í Klaksvík. Sólbjørn var nevndarlimur og okkurt skifti formaður til fyrst í 1992, tá ið hann varð valdur til formann í móðurfelagnum JFK.
Sólbjørn giftist 7. desember í 1961 við Else Gotved, sum er ættað úr Keypmannahavn og útbúgvin ergoterapeutur. Hon er fødd 10. desember í 1933. Foreldrini hjá henni vóru teknarin og fimleikaralærarin Aage Gotved og fimleikaralærarin Helle Gotved. Helle hevur skrivað nógv um fimleik og týdningin av at røra seg, og í Danmark er hon kend fyri mongu sendingarnar, sum hon hevði í Danmarks Radio. Helle hevur ofta vitjað í Føroyum.
Else og Sólbjørn Jacobsen eiga børnini Lars, føddur í 1963, Gunnvá, fødd í 1966, er í Keypmannahavn, Lisbeth er fødd í 1967, hon er talu- og hoyripedagogur.