Fólk vilja hava lægri mvg á gerandisvørum

Kanning, sum spyr.fo hevur gjørt vísir, at fólk halda, at mvg á gerandisvørum so sum grønmeti og blæum eigur at lækka.

Í kanningini verða fólk spurd soleiðis:

 

– Hvat av hesum eigur landsstýrið at gera, fyri at lætta um fíggjarliga?

 

  • Lækka mvg’ið á ávísum gerandisvørum, t.d. grønmeti og blæum
  • Hækka barnafrádráttin
  • Einki av hesum

 

Tá allir veljarar undir einum svara, so eru tey 60 prosent, sum svara játtandi til fyrsta møguleikan, at landsstýrið eigur at lækka mvg’ið á ávísum gerandisvørum, t.d. grønmeti og blæum.

 

24 prosent svara, at landsstýrið eigur at lækka barnafrádráttin, meðan 16 prosent svara 'einki av hesum'.

 

Niðanfyri sæst, hvat veljarar í ymsu flokkunum halda, hvat fólk ymsastaðni í Føroyum halda, og hvat kvinnur og menn og fólk í ymsum aldri halda:

 

##med2##