Hann hevur nógvu tey seinastu árini verið ein av teimum, sum rættuliga hava verið í andglettinum. Bæði sum bygdarráðsformaður á Viðareiði og sum formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Jógvan er viðoyingur. Foreldrini vóru Hanna fødd Simonsen og Hans Pauli Nybo. Hanna var fødd í 1924 og doyði í 2003, og Hans Pauli var føddur í 1919 og doyði í 1992.
Ættarnavnið kom til Viðareiðis við abbanum Jógvani, sum var ættaður av Hvítanesi. Hann var húskallur Eysturi í Búð, og hann giftist Jóhonnu, sum var ættað úr Múla, og sum hevði bakað hjá Frants Restorff í Havnini, áðrenn hon kom á Brekkumørk, har hon eisini bakaði.
Hanna og Hans Pauli fingu tvey børn. Jógvan er føddur í 1955, og Kristina, sum eisini býr á Viðareiði, er fødd í 1962.
Jógvan lærdi maskinsmíð í Samsonar smiðju í Klaksvík, har hann var avlærdur í 1978. Eftir at hava verið smyrjari við Nónhamri, tók hann í 1980 maskinistprógv í Klaksvík, og á sumri í 1982 leyk hann maskinmeistaraprógv í Havnini.
Eitt stutt skifti í 1982 var hann á Strond, har SEV setti nýggjan motor upp. Annars hevur hann verið í Strandferðsluni. Síðani eftir ársskiftið í 1983 hevur hann verið í føstum starvi. Jógvan hevur onkur skifti siglt um Leirvíksfjørð, Skopunarfjørð og Vestmannastund, men fyri tað mesta hevur hann siglt á Skálafjarðarrutuni við Trónda og Dúgvuni og um Suðuroyarfjørð. Eisini var hann við størru skipunum á Skotlands rutuni, sum Strandferðlsan røkti í níti árunum, og sum var ógvuliga populer millum føroyingar.
1986-87 var Jógvan í Odense og tók víðkaða maskinmeistaraprógvið. Í fleiri ár var Jógvan maskinstjóri á gamla Smyrli, og nú er hann maskinstjóri á nýggja Smyrli. Í tí sambandinum var hann fleiri ferðir í Spania, har síðsta tørnið var tíggju vikur.
Á kommunuvalinum í 1992 varð Jógvan Nybo fyrst valdur í bygdarráðið á Viðareiði. Hann gjørdist bygdarráðsformaður beinanvegin, og hóast takið var tungt at lyfta kommununa burtur úr kreppuni, so var Jógvan bygdarráðsformaður í tólv ár. Hann er framvegis bygdarráðslimur, men arbeiðsumstøðurnar gjørdu, at hann eftir síðsta val bar seg undan møguligum formansafturvali.
Onkuntíð hevur ljóðað, at Jógvan hevur verið á veg upp á listan hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum til løgtingsvalið, men higartil hevur hann borið seg undan at fara upp í landspolitikk. Jógvan sigst fylgja væl við í øllum samfelagsviðurskiftum.
Í 1993 varð Jógvan valdur í nevndina í Maskinmeistarafelagnum, og har hevur hann - burtursæð frá 1998-2000 - verið síðani. Hann var formaður 1994-1998 og aftur síðani 2000. Í hesum sessinum hevur hann ofta verið í andglettinum, tá ið Maskinmeistarafelagið hevur verið í samráðingum við SEV, Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Reiðarafelagið, sum hevur nógvar sáttmálar við Maskinmeistarafelagið.
Jógvan ber orð fyri at vera sáttligur, álitisfullur, fyrikomandi, at hava gott minni og at vera ógvuliga treiskur og tilvitaður um, hvørja uppgávu tað er, sum hann skal røkja.
Í 1982 giftist Jógvan Elisabeth Lassen, sum er dóttir Grethu og Paula Lassen í Vági. Tey búgva mitt í bygdini, har Elisabeth, sum er útbúgvin kokkur, hevur matstovu. Børnini eru Ólavur føddur í 1981, Hansa fødd í 1988 og Pauli, sum er føddur í 1993. Ólavur siglir við Ågot, Hansa gongur í skúla í USA, og Jógvan, eigur ein trý ára gamlan abbason í Haraldsundi.
Jógvan eigur seks gyllin á Viðareiði, og stóran part av frítíðini røktar hann seyðin. Á Viðareiði ganga teir høgt upp í seyðahaldið og veðrarnar, sum um sumrarnar eru í feitilendum, og um tað liggur fyri, so roynir Jógvan á hvørjum ári at vera á lundafleygi.
50 ára føðingardagurin varð hildin í skúlanum á Viðareiði síðsta fríggjakvøld. J