Í gjár, týsdagin 13. november, fór Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, um tey seksti. Hann er fuglfirðingur og burtursæð frá lestrarárunum í høvuðsstaðnum hevur hann alla sína tíð búð í Fuglafirði.
Foreldrini vóru Mia og Jákup Oluf á Lakjuni. Tey eiga seks dreingir: Victor, Páll, Harry, Jógvan, Terji og Eyðun. Victor býr í Klaksvík, og allir hinir búgva í heimbygdini.
Eftir lokið realprógv var Jógvan trolaramaður í trý ár. Hann sigldi við Sundabergi og Ólavi Halga, sum pápi hansara førdi.
Í 1972 fór Jógvan á Læraraskúla í Havn, og tá ið hann fimm ár seinni hevði lokið prógv, varð hann lærari í heimbygdini. Tólv ár seinni varð hann lærari á Føroya Handilsskúla á Kambsdali.
Longu eftir ólavsøku í 1989 møtti Jógvan fyrstu ferð á tingi. Tá avloysti hann í eitt stórt ár Olaf Olsen, sum var landsstýrismaður. Í níti árunum var Jógvan av og á avloysari í tinginum, og síðani løgtingsvalið 30. november 1998 hevur Jógvan verið valdur tingmaður fyri Fólkaflokkin. Tá ið fullveldislandsstýrið ráddi fyri borgum, var hann formaður í mentanarnevndini 1998-2002, og seinna skeiðið – 2002-2004 – var hann formaður í rættarnevndini og formaður í Útnorðurráðnum 2002-2003.
Eftir valið í 2004 skipaðu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin samgongu, og tá varð Jógvan á Lakjuni landsstýrismaður í mentamálum. Eftir valið í 2008 varð Jógvan næstformaður í tinginum, og eftir valið 29. oktober 2011 varð hann valdur at vera tingformaður.
Í landsstýrisskeiðnum hjá Jógvani varð fólkakirkjan yvirtikin, og útvarpið og sjónvarpið vórðu samanløgd í Kringvarp Føroya. Fremsta uppgávan hjá landsstýrismanninum er at finna semjur um tað, sum samgongan hevur sett út í kortið í samgonguskjalinum. Tá eru parlamentariskar royndir týdningarmiklar, og tað varð eisini staðfest, tá ið Jógvan var í mentamálaráðnum.
Tað var lestrarárini í høvuðsstaðnum, at Jógvan giftist Odvør Gunnarsson, sum er ættað úr Havn. Tey eiga fimm børn – Høgni, Bárður, Rógvi, Herborg og Dánjal. Tey bygdu í Fuglafirði, og fyri stuttum fluttu tey í barnaheimið hjá Jógvani at búgva. Odvør var heima hjá børnunum, og umframt at vera lærari, so var Jógvan lestrarárini og eisini nógvu tey fyrstu árini, hann var lærari, í summarfrítíðunum til skips.
Gávurnar at fáast við sang og tónleik eru góðar, og Jógvan hevur ikki sett ljósið undir skeppuna. Í samkomuni í Siloa spælir hann undir til felagssangin, og hann er stuðul í kórinum, sum yngsti beiggin stjórnar. Gentukórinum í Fuglafirði undir leiðslu av Frits Johannesen hevur hann verið hollur, og á so mongum øðrum økjum stuðlar hann sangin og tónleikin í heimbygdini.
Jógvan hevur framúr gávur sum lagsmiður. Tað ber ikki til at tosa um skaldskapin í bundnum máli hjá Hans Andreasi Djurhuus uttan at nevna Jógvan á Lakjuni. Við sera beinraknum løgum hevur hann drigið nógvar av yrkingunum hjá Hans Andreasi, Símuni av Skarði, Ismari Joensen og so mongum øðrum fram úr bókum og ritum og verið við til at syrgt fyri, at tey eru vorðin fólkaogn.
Lestrarárini í høvuðsstaðnum var Jógvan í Nikodemusarsangbólkinum, og miðskeiðis í áttatiárunum var hann høvuðsmaður fyri sangbólkinum Bros í Fuglafirði, sum ríkaði okkum við meistarligu útgávuni, ið tey nevndu Heima.
Í sambandi við 60 ára føðingardagin er fløga komin út, sum Jógvan hevur lagt til rættis saman við soninum Bárði. Bárður eigur fimm av løgunum, og Jógvan eigur hini sjey. Fleiri av teimum hevur løgtingsmaðurin komponerað fyri stuttum.
Útgávukonsert verður leygardagin 17. november í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
----
J