Tvørabørn á vinnaraferð til Íslands

Børnini í 7. B í skúlanum í Trongisvági ivast ikki í, at tey fáa eina ógloymandi ferð

Vinnaraferð

Hendan komandi vikan verður ein vika, sum børnini í 7. B í skúlanum í Trongisvági seint fara at gloyma. Tí nú hendir endiliga tað, sum tey hava bíðað eftir í eitt heilt ár.
Tá ið tey gingu í 6. flokki, tóku tey lut í eini kapping. Og tað kláraðu tey so væl, at tey vunnu eina ferð til íslands í eina heila viku.
Og hesar seinastu dagarnar er ferðafjálturin alsamt vaksin, tí tað var í gjár, at vinningurin skuldi takast í brúk, tí við flogfarinum til Reykjavíkar í gjár gekk leiðin vestur um hav.

Vunnu kapping
Tað var FITUR, sum í fjør skipaði fyri eini kapping ímillum 6. flokkar í skúlum í Føroyum og í Íslandi.
Føroysku skúlabørnini skuldu skriva eina uppgávu um Ísland og íslendsku skúlabørnini skuldu skriva eina uppgávu um Føroyar.
Ein av teimum 6. flokkunum í Føroyum, sum bjóðaðu seg fram, var 6. B í skúlanum í Trongisvági.
Í uppgávu síni viðgjørdu tey nógv ymisk viðurskifti, eitt nú fiskivinnu, nátturu og søgu og ymsar tættir í íslendskum arbeiðslívi.
Tann setningin greiddu tey so mikið væl at tey vunnu kappingina.
Og vinningurin var ein ferð til Íslands í eina viku.
Børnini ivast ikki í, at hetta verður eitt upplivilsi fyri lívið. Trý av teimum hava verið í Ìslandi fyrr, men hjá øllum hinum verður hetta eitt spildurnýtt upplivilsi.
Á íslandsferðini, sum sostatt byrjar í dag, skulu børnini í Trongisvági, sum nú ganga í 7. flokk, vitja tann flokkin í Íslandi, sum vann kappingina haryviri um at skriva eina uppgávu um Føroyar.
Tað er ein 7. flokkur í Ásdalsskúlanum á Hafnafirði, sum verður vertur hjá føroysku børnunu hesa næstu vikuna.
Og nú var tað eisini so heppið, at Tvøroyri og Hafnafjørður eru vinabýir, so tað kundi ikki passa betri.

Íslendingar vertir
Í Íslandi skulu føroysku børnini gista hjá íslendsku næmingunum. Sum eisini hava lagt eina fjølbroytta og spennandi skrá fyri ferðina. Sostatt verður skipað fyri nógvum tiltøkum og útferðum í Íslandi og tey sleppa eisini at royna, hvussu tað er at ganga í skúla í Íslandi
FITUR rindar allan ferðakostnaðin, men 7. flokkur í Trongisvági sigur, at Tvøroyrar Kommuna hevur eisini stuðlað teimum dyggiliga.
Seinni kemur so hesin 7. flokkurin í Ásdalsskúlanum til Føroya at vitja 7. flokk í Trongisvági, men enn er óvist, nær tað verður.

Styrkir sambandið ímillum Føroyar og Ísland
FITUR er ein samstarvsavtala, sum skal menna og styrkja sambandið ímillum Føroyar og Ìsland
Tað eru ráðharrarnir fyri ferðavinnu í Íslandi og Føroyum, sum hava gjørt eina samstarvsavtalu, sum nevnist kallast FITUR.
Avtalan er galdandi til ársenda 2005 og endamálið við henni er at styrkja sambandið ímillum Ísland og Føroyar. Eitt nú er endamálið at royna at bøta um um flutningsmøguleikarnar, at samstarva um frálæru í ferðavinnu og at knýta bond millum áhugabólkar, sum t.d. felagsskapir, skúlar, mentanarlív og vinarbýir.
Almenningurin, felagsskapir, vinnulív o.l. kunnu søkja um stuðul frá FITUR til verkætlanir og tiltøk, sum menna sambandið millum londini bæði, og sum økir um talið av útlendskum ferðafólki.
Umsóknir, ið skulu vera á donskum ella enskum, skulu stílast til FITUR og sendast Ferðaráði Føroya, sum veitir nærri upplýsingar um samstarvið og stuðulsmøguleikarnar.
Umsóknirnar verða viðgjørdar tríggjar ferðir árliga. Fundast verður vanliga í seinasta lagi ein mánaða eftir, at umsóknarfreistin er úti.
Í nevndini í FITUR eru: Heri Niclasen, Ferðaráð Føroya, Hans Joensen, Ferðaráð Føroya, Marita Danielsen, Ferðaráð Føroya, Gunnar Sigurðsson, Islands Turistråd, Arnbørg Sveinsdóttir, Islands Turistråd og Steinn Lárusson, Islands Turistråd