Anna Sofía lærir og selir vindeygu

Mamman er úr Mykinesi, og pápin hevur eisini ættarbond har. Tvey av hennara eldru systkjum upplivdu at ganga í barnaskúla í Mykinesi. Sjálv er hon vaksin upp í Sørvági. Nú er hon í læru hjá H-Dygd í Vatnsoyrum, men hevur áður bæði arbeitt hjá Effo, í fiski og hevur vaskað flogfør

Hóast Anna Sofía Zachariasen bert er 23 ára gomul, hevur hon roynt eitt sindur av hvørjum. Sum 14 ára gomul byrjaði hon at hjálpa til í Effo í Sørvági, har hon upp ígjøgnum árini eigur nógvar arbeiðstímar tilsamans. Hon hevur arbeitt í saltfiski í eitt ár, og hon hevur arbeitt á deildini hjá Atlantic Airways, sum heldur skrivstovunum og flogførini rein.
Á sumri í 2008 tók hon hægri handilsskúlaprógv á Føroya Handilsskúla í Marknagili í Havn, har hon fyrst tók FHS-prógv og soleiðis gekk í trý ár tilsamans.
– Eg droymdi um at sleppa í skrivstovulæru, og tá H-Dygd í Vatnsoyrum lýsti eftir lærlingi fyrr í ár, søkti eg og fekk læruplássið. Læran fevnir um skrivstovu og fyrisiting. Áðrenn eg byrjaði at læra hin 1. mai í ár, visti eg ikki rættiliga, hvat tað var, eg fór í holt við. Sjálvandi var eg ógvuliga spent, men nú ein tíð er fráliðin, eri eg sannførd um, at eg havi valt hitt rætta læruplássið. Mær dámar serstakliga væl hjá H-Dygd, og mær dámar sera væl tað, eg fáist við og tær avbjóðingar, sum eru knýttar at hesum, sigur hon.
Selir H-vindeygu
Anna Sofía Zachariasen sigur, at nógv er at seta seg inni í, og enn er hon ikki komin runt í fyritøkuni, sum hon tekur til.
Á skrivstovuni hjá H-Dygd sita fýra kvinnur sum selja, umframt ein sølumaður, bókhaldari og stjórin, Jóhan á Mýrini.
Í fyritøkuni tilsamans starvast 35 fólk.
Anna Sofía Zachariasen sigur, at við í læruni er eisini søla, og ein fittur partur av hennara arbeiði er at tosa við viðskiftafólk og geva tilboð upp á vindeygu.
– Nú eg havi verið her í eina tíð, kann eg skriva tilboðini sjálv, men er talan um størri bíleggingar, ráðføri eg meg gjarna við onkran av teimum, sum hava verið longri í fyritøkuni enn eg.
Virksemið hjá H-Dygd er trævindeygu, træ/alu, plastvindeygu og hurðar.
– Træ- og træ/aluframleiðslan er í Vatns­oyrum, meðan framleiðslan av plastvindeygum fer fram í Miðvági, sigur fryntliga sørvágsgentan.

Fiskur og flogfør
Eftir at Anna Sofía var liðug við hægri handilsskúla í 2008 og heilt fram til, hon fór í læru hjá H-Dygd tíðliga í summar, var hon í starvi hjá Atlantic Airways á deildini, tey rópa »Cleaning«.
– Vit vóru tríggjar kvinnur á hvørji vakt, dagvakt og kvøldvakt, og eisini arbeiddu vit annað hvørt vikuskifti. Uppgávan hjá okkum var at halda skrivstovurnar og flog­førini rein. Mær dámdi væl hetta arbeiði. Arbeiðstíðirnar vóru skiftandi, og tað dámdi mær eisini væl, leggur hon aftrat.
Millum framhaldsskúlan og FHS ar­beiddi hon í fiski í Sørvági í eitt ár.
– Hetta var á saltfiskavirkinum hjá Jóhan Páll Joensen og øðrum. Her var eg í føst­um starvi í eitt ár, og mær dámdi hetta ógvu­liga væl. Hetta var ordiliga deiligt, um man kann siga tað so. At arbeiða í fiski er líka sum nakað, ið skal roynast. Eg visti, at hetta bara var fyri eina tíð, og tað var ser­stak­liga áhuga­vert eisini at arbeiða saman við til­komnum fólki, ið hava eitt longri lív aftan­fyri seg, enn vit ungu. Vit høvdu rímiliga støð­ugt arbeiði. Tú fekk løn hvørja viku – og um vikuskifti høvdu vit frí, sigur hon.
Anna Sofía Zachariasen er næst yngst í einum systkinaflokki upp á fýra.
– Eg upplivdi ikki at ganga í skúla í Mykinesi, men sum børn vóru vit nógv har úti í frítíðini – og framvegis eigi eg ommu og abba í Mykinesi, sigur unga sørvágsgentan.