90 ára dagur

Í dag, tann 13. januar 2005, fyllir Elsebeth Kristina (Ebba) Wang í Hoyvík
90 ár

Tá hon varð fødd, høvdu vit havt fyrra heimsbardaga í fýra mánaðar. Í
Ruslandi stýrdu zarurin, í Týsklandi og Eysturríki keisarar, og Jerusalem og
Bagdad lógu undir sultaninum í Istanbul.

Móðir hennara var Súsanna (1876-1955), ættað úr Innistovu í Mykinesi.
Faðirin var Hans Simonsen (1878-1967), traðarmaður og útróðrarmaður. Hann var triðja ættarlið á trøðni uttan fyri Garðar í Hoyvík.

Av teimum sjey systkjunum eru trý deyð. Tann kendi skiparin Johan í Hoyvík, ið var elstur, giftist við Sigrid Henriksen úr Sandavági og doyði 84 ára gamal í 1989.


Elsa. ið var næstelst, giftist við Johan í Gjørðum í Porkeri og doyði 87 ára
gomul í 1993. John, ið var triðelstur, giftist við Annu á Borg á Argjum, og
doyði 66 ára gamal í 1975.

Tey fýra systkini, ið eftir liva, eru Margreta, ið er 92 ár, og síðan 1993 einkja eftir Hermann Jensen í Danmark. Anna, sum er 87 ár, er einkja eftir Jógvan Hansen úr Klaksvík, sum doyði í 1998. Tey búðu í Keypmannahavn. Yngstur er Sigurð, sum er giftur við Renatu úr Zürich í Sveis, og hann býr í grannahúsunum.


Tá ið Elsebeth Kristina varð fødd vóru trý hús í Hoyvík - umframt
bróstsjúkrahúsið í Hoydølum. Heima á Garði vóru tvey hús.

Í Uppistovu búði uppsitarin Magnus Jacobsen úr Miðgeil í Kaldbak, og í Niðristovu búðu bóndafólkini. Mourits hevði fest í 1912, men haldbóndafólkini búðu framvegis har. Haldbóndin var Per, elsti sonur Marin í Hoyvík og tann Mourits Mohr, ið saman við Plöyen amtmanni var í Hetlandi í 1839. Haldbóndakonan, omman heima á Garði, var Elsuba Maria Olsen av Bakkanum í Hvalba.



Men áðrenn Elsebeth Kristina fylti tvey ár, vaks Hoyvík munandi, tí Símum,
pápabeiggi hennara, bygdi tey fjórðu húsini í bygdini á Lágni í ovaru helvt
av trøðni.


Elsebeth Kristina gekk í skúla í Hoyvík tveir dagar um vikuna til hon fór í
realskúlan í Havn. Eftir próvtøkuna arbeiddi hon í Havn í nøkur ár, serliga
hjá Johan Evensen, spinnaranum, men eisini í køkinum á sjúkrahúsinum. So var
hon í trý ár skrivstovukvinna á royndarstøðni, har Jógvan Huusgaard var
fyristøðumaður. Í 1938 giftist hon við Poul Wang í Kaldbak, sum var sonur
Zacharias, ið var bóndi í Sølgørðum, og Marin, bóndadóttir úr Hoyvík. Í
Kaldbak var hon húsmóðir í 27 ár, og fingu hon og Poul børnini Eyðun,
Zakarias, Sølvá, Hanus og Mourits. Tá Eyðun tók við garðinum í Sølgørðum,
fluttu hon og Poul í 1965 til Hoyvíkar. Poul var systursonur hoyvíksbóndan
Mourits Mohr, sum var giftur við Jettu Jacobsen úr Miðgeil í Kaldbak. Tey
vóru barnleys. Tey vildu hava, at Poul tók við garðinum, og kom hetta í lag,
hóast Poul tá nærkaðist teimum 60. Tey settu tó ikki búgv í bóndahúsunum,
men fluttu inn í barnaheimið hjá Elsebeth Christinu.

Har hildu tey fram við at arbeiða eins og fyrr. Poul røkti haga og bø, og
tey høvdu kýrnar standandi í gamla fjósinum heima á Garði. Elsebeth Kristina
fór hvønn morgun heim at mjólka, og mong vóru tey, ið fingu mjólk frá
teimum.

Tey lótu garðin til Hanus í 1974, og tá fóru kýrnar niðan á Vatnaskarðar,
men Poul helt fram við at ganga burtur í haga og arbeiða við seyðinum til
hann var 90 ár, og tey virkaðu ull. Poul vaskaði og nappaði, men Elsebeth
Kristina sat í vevinum sum hon hevði gjørt øll árini í Kaldbak, og tað var
ikki smávegis av pløggum hon læt Heimavirkinum - og børnum og ommubørnum.

Poul doyði 14. februar 2004.

Føðingardagurin verður hildin leygardagin tann 15. januar frá kl. 18 hjá
ommudótrini Elsubu Wang inni á Fløtum 8 í Kaldbak.

Børnini