Kurt aftur í hitanum

Jan Dam hevur aftur fingið landsliðsboð, og tað kemur illa við, at fýra stuðulsspælarar ikki fara við niður til Spania

Samstundis sum skráin fyri komandi HM undankappingina varð almannakunngjørd, komu nøvnini frá FSF skrivstovuni á teimum átjan spælarunum, sum Allan Simonsen vil hava við niður til Spania seinni í mánaðinum. Týdningurin av venjingarleguni verður ikki tann, sum hann plagar at vera fyri undankappingina, tí eingir undankappingardystir eru á skránni fyrr enn í september.

Men ferðin til Spania hevur í sær sjálvum størri týdning hesa ferð, enn hon nakrantíð áður hevur havt, tí almennir landsdystir skulu spælast bæði ímóti Íslandi og Finnlandi.

Minni liðiligt

Í fyrstu atløgu høvdu tríggir av føstu monnunum givið avboð. Jákup Mikkelsen er akkurát vorðin pápi fyri aðru ferð, og tað hevði verið ov nógv av fótbólti, um hann nú skuldi farið frá familjuni og so aftur, tá Herfølge fer á venjingarlegu mitt í februar. Tí hevur málverjin givið avboð.

John Petersen ætlar at fáa læraraskúlan lidnan í summar, og tí hevur hann ikki tíð at fara. Og tað hevur mansliðið í honsbólti hjá strandingum neyvan nakað ímóti. Útvísingin í Prag í fjør hevur við sær, at Pól Thorsteinsson fer einki at fáa burturúr hesum landsliðsárinum.

Felags fyri John Petersen og Pól Thorsteinsson er, at teir kunnu brúkast á nógvum plássum. At teir báðir ikki fara við niður til Spania ger, at møguleikarnir hjá venjaranum at seta liðið saman verða nógv færri, enn teir annars høvdu verið.

At Jákup Mikkelsen ikki fer við til Spania fer uttan iva at hava við sær, at Jens Martin Knudsen fer at verja føroyska málið í teimum báðum landsdystunum, og tað merkir aftur, at honum fer bara at resta ein dyst í at røkka hálvt hundrað altjóða skrásettum landsdystum.


Kurt upp í part

Kurt Mørkøre var á listanum, sum Allan Simonsen sendi út undan venjingunum á Svangaskarði næstsíðsta vikuskifti. Tað varð ikki roknað við, at útisetarnir skuldu møta á Svangaskarði, men teir vóru á listanum, tí teir vórðu roknaðir at hoyra til landsliðshópin.

Í fyrstu atløgu kundu vit fríggjadagin staðfesta, at Kurt Mørkøre ikki taldist millum teirra, sum landsliðsvenjarin hevði aktuellar ætlanir við, men sunnudagin varð Kurt Mørkøre limaður inn í átjan manna hópin, og tað hevur við sær, at møguleikarnir hjá venjaranum at seta liðið verða eitt sindur fleiri, enn teir annars høvdu verið.

Kurt Mørkøre er komin í hópin fyri liðfelagan í Sogndal, Hans Fróða Hansen, og harvið kunnu teir báðir staðfesta orðatakið, at eins deyð er annans breyð.

Meðan leirvíkingurin higartil bara hevur verið eftiransari í miðverjuni á landsliðnum, so hevur Kurt Mørkøre røkt nógvar ódnir á landsliðnum. Hann hevur verið aftasti maður, eftiransari, vongverji í høgru, hann hevur røkt fleiri pláss á miðvøllinum, og hann hevur verið í álopinum.

At Kurt Mørkøre nú er úttikin fyri Hans Fróða Hansen kundi bent á, at ætlanin er at brúka hann í miðverjuni, har Pól Thorsteinsson hevur spælt fleiri ferðir, men tað er sjálvandi ikki óhugsandi, at venjarin fer at nýta høvið at vita, hvussu væl Mørkøre maðurin er trimmaður til pláss í álopinum við síðuna av sjálvskrivaða Toda Jónsson. Hinir, sum fara at kappast um hetta plássið á ferðini, verða Uni Arge, Jákup á Borg, Rógvi Jacobsen og Heðin á Lakjuni.


Jan aftur í hitanum

Jan Dam spældi ikki á landsliðnum í fjør, og tað varð av fleiri mett, at altjóða tíðarskeiðið hjá veteraninum, sum hevur spælt 36 landsdystir, var liðugt. Men við at geva fyrrverandi liðformanninum landsliðsboð, hevur Allan Simonsen víst, at hann framvegis vil hava Jan Dam í hópinum. Hvat hann skal brúkast til veldst um, hvussu hann fer at standa seg á venjingarleguni, og hvussu hann fer at standa seg á liðnum hjá B68, sum hann fyri fyrstu ferð skal umboða í ár.

Burtursæð frá Sunvardi Joesen, so hava allir hinir seytjan spælararnir, sum eru úttiknir til Spaniaferðina, áður spælt á landsliðnum. Merkisvert er annars, at fleiri spæliloyvi framvegis eru hjá feløgunum, sum spælarar umboðaðu í fjør, men sum teir ikki skulu spæla fyri í ár.

Ferðalagið, sum fer niður til Spania 28. januar, og sum kemur aftur í Vágar 5. februar, sær soleiðis út: Jan Dam, HB, Jóhannes Joensen, HB, Allan Mørkøre, ÍBV, Uni Arge, Akranes, Henning Jarnskor, GÍ, Sunvard Joensen, GÍ, Sámal Joensen, Leiftur, Øssur Hansen, B36, Jákup á Borg, B36, Fróði Benjaminsen, B68, Heðin á Lakjuni, KÍ, Rógvi Jacobsen, KÍ, Jens Martin Knudsen, Ayr United, Jens Kristian Hansen, Air United, Óli Johannesen, AGF, Kurt Mørkøre, Sogndal, Julian Johnsson, Sogndal og Todi Jónsson, FCK.

Umframt spælararnar og teir báðar venjararnar, Allan Simonsen og Jógvan Martin Olsen, verða í ferðalagnum Dánjal Andreasen, ferðaleiðari, Sigurð Hansen, ognarrøkil, Jens Pauli Marstein, lækni, og fysioterapeutarnir John-Reid Skoralíð og Álvur Hansen.