er hvørki misvísandi ella skeiv. At Dimma nú í eini trongdari støðu roynir at fáa føroyingar at lesa blaðið við at lata tað ókeypis eina ferð um vikuna, ger ivaleyst, at fleiri fólk síggja Dimmu týskvøld [...] tá ið greinin var skrivað fríggjadagin. Hon skal vísa, at Dimma er eitt prosentstig frammanfyri Sosialin í lesaratølum, eftir at Dimma er farið at geva føroyingum ókeypis bløð hvørt týskvøld. Lesaratølini [...] álvara, og øll tøl seinastu mongu árini vísa, at Sosialurin er á veg fram, meðan Dimma hevur gingið aftur. Og nú vit eru við tøl, so kundi tað verið áhugavert at fingið upplýst frá stjóranum á Dimmalætting
summun økjum, her meini eg við at gera mat. At hugna sær dugir hann eisini og at fortelja røvarasøgur. Har sum Hannus er er, altíð lív í og ongantíð tøgn. Eg havi hoyrt at hann heldur føðingardag í Val [...] fór hann at sigla sum kokkur við Polarborg 1, og onkran túrin var hann eisini við grøndlendskum rækjubátum. Millum túrarnar arbeiddi hann eisini, sum avloysari á Hotel Hafnia. Johannus gavst at sigla í [...] í 1981 vegna sjúku, og valdi hann tá at fara undir útbúgvin sum koyrilærari. Tað er eisini tað sum hann starvast við í dag. Eftir at hava búð í Danmark, hevur hann keypt hús í Sandavági. Og hevur hann eisini
Alt bendir á, at Tjaldur úr Runavík noyðist at taka til takkar við at verða aftasta liðið í Sunset-kappingini íhesum kappingarárinum. Mikuvkvøldið høvdu tær vitjan av Kyndli, sum er næstaftasta liðið í [...] skuldi hava nakran møguleika at berja seg upp um aftasta plássið, var neyðugt hjá runavíkskvinnum at vinna á havnarliðnum. Men Kyndil vann ein greiðan sigur, og tað er trupult at ímynda sær, hvussu kvinnurnar [...] liðunum í kappingini. Mansvardar at kalla allan dystin Taktiska uppleggið hjá Tjaldur var frá byrjan at mansverja stórskjúttan hjá Kyndli, Randi Wardum, í eini roynd at órógva álopsspælið hjá havnarliðnum
dúgliga, men ikki at bjóða til, at fáa tær at koma nærri. Og gæsnar hildu seg langt vekk. Her var bara ein kaldur ófrættadámur í skýmingini hendan vetrardagin yviri á Kongaminni. Hugstoytt var at fara oman aftur [...] tær, skulu royna at fjálga um tað, ið tú gavst okkum, og hóast tað kann kennast møtimikið at ganga leiðina, nú tú ikki ert at vegleiða og stuðla, so skulu vit royna eftir førimuni at førka førningin víðari [...] aftur gøtuna og ikki at hava heilsað rættiliga upp á hvørki fæ ella fenað. ? Helst mundu tey gruna, at her ruggaði ikki rætt ? tey høvdu hvørki sæð ella hoyrt hirðan í longri tíð, og nú stóð ókunnugmaður
avvísa. - Kunnu vit staðfesta, at skipanin riggar júst soleiðis, sum hon skal, so er næsta stigið helst at fáa aðrar kunningarstovur við í samstarvið, og at enda eisini at koma on-line við endaliga brúkaran [...] setrini, sum keyparin hevur hug til. Væl at merkja, um hesi ikki longu eru seld øðrum. Helga Hjørvar, sum hesa vikuna afturat stjórnar Norðurlandahúsinum, helt fyri, at hetta hjá sær var ein stórur dagur. - [...] arbeitt við í fýra ár, er tað sjálvandi serligt hjá mær. Eg eri í øllum førum sannførd um, at hetta er nakað, sum fer at betra munandi um tænastu okkara, og á ein hátt flyta brúkaran nærri húsunum, staðfesti
stóra skothóttanin hjá liðnum, og við at kveita at máltindinum, sæst eisini, at nakað hevur verið um tosið. Tí mundu fleiri á Skála helst eisini halda, at tað fór at skapa trupulleikar hjá Neistanum, nú [...] vet frammanfyri, og tó at Neistin royndi at hanga í, so eydnaðist teimum ikki at halda fast. Hetta broyttist tó í seinna hálvleiki. Fyrst og fremst, so fingu tær bláu verjuna at koyra. StÍF slapp als ikki [...] øktist munurin millum liðini. Eitt skifti var tó um reppið, at StÍF fekk samband aftur. Tær minkaðu munin niður í 18-19, men so var eisini liðugt. At liðið bara hevði átta leikarar á dómaraseðlinum tóktist
tveimum árum síðani. Her varð týðiliga og greitt sagt, at eingin bygningur fanst í Vestmanna sum var egnaður til ein skúla, og at einasta loysnin tí var at byggja ein nýggjan. Vestmanna kommuna hevur eisini [...] hevur tí latið ókeypis grundøki til skúlan, og tí er klárt at fara undir prosjekteringina, tá løgtingið fer at samtykkja málið. Tingið fer at hava 1. viðgerð av hesum uppskotinum hósdagin í næstu viku [...] hetta málið skund, tí hølistrupulleikarnir eru so átroðkandi at loysa. Arbeiðið við prosjekteringini skal tí byrja longu í næsta mánaði, soleiðis at sjálvt byggiarbeiðið kann byrja í mars mánaði næsta ár.
fermetrar stórur og sum mettur varð at kosta góðar 3,3 mió. kr. Fíggingin av hesum bygninginum verður gjørt soleiðis, at ein hevur tikið 300.000 kr. av íløguætlanini fyri 2004, og at restupphæddin verður játtað [...] Tórshavnar býráð samtykti nevniliga á fundi í farnu viku at loysa hølisviðurskiftini hjá kommunulæknanum í Kollafirði sum skjótast. Arbeiðið fer at byrja seinni í ár, men verður kortini neyvan liðugt fyrrenn [...] kr. komandi ár. Nýggju læknahølini koma at liggja í nýggja miðstaðarøkinum nærhendis skúlanum í bygdini. Nýtt miðstaðarøki Í eina tíð hevur verið arbeitt við at útbyggja skúlan í Kollafirði. Umframt s
skulu geva. Fæst hetta at rigga, so er tað á ongan hátt óhugsandi, at TB veruliga skal bíta seg fast aftur millum tey bestu, og megnar felagið tað, so fer framtíðin helst eisini at síggja nakað nógv bjartari [...] bera úrslitini í yngru deildunum boð um, at fleiri frægir leikarar eru ávegis teimum vaksnu røðunum, men uttan eitt fyrstudeildarlið at síggja fram til, er skjótt, at hesir verða drignir av størri avbjóðingunum [...] framtíðina hjá fótbóltinum. Útlendskt álit Tað hevur aftur havt við sær, at lokala íslettið til fótbóltin er minkað nakað nógv, og at álitið fyri tað nógva hevur verið sett á útlendskar leikarar. Ofta við
dag? Tað er ikki ráðiligt hjá arbeiðsgevarum at hava eina óstøðuga arbeiðsmegi, tey ungu ið bert arbeiða stutta tíð fyri at etablera seg at fara uttanlands at lesa í og uttan fyri Norðurlond í dag? Eg kann [...] samband við føroyingar, ið hjálpa teim at etablera seg? Hesi skulu ikki hava arbeiðs- & uppi-haldsloyvi, tá arbeiðsloysið fer at økjast við nógvum sparingum, ið fara at verða framdar. Hvar er solidaritetur [...] fakmørk, ið eg havi funnist harðliga at í lesarabrøvum í bløðum, bæði óheft/heft at arbeiðarafeløgum & arbeiðsgevarafeløgum? Eg havi áður alment funnist harðliga at fakfelagsleiðarum/nevndarlimum, ið ikki