Vestmanna: Gongur sum ætlað, so kann nýggi fiskivinnuskúlin takast í nýtslu við byrjanina av skúlaárinum 2007.
Sambært uppskotinum hjá Jógvani á Lakjuni hevur hetta málið skund, tí hølistrupulleikarnir eru so átroðkandi at loysa. Arbeiðið við prosjekteringini skal tí byrja longu í næsta mánaði, soleiðis at sjálvt byggiarbeiðið kann byrja í mars mánaði næsta ár.
Kostnaðurin fyri skúlan er mettur til 22 mió. kr., men fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum í byggitíðini. Í kostnaðinum er eingin útreiðsla sett av til útvegan av grundøki, tí Vestmanna kommuna fer at lata grundøkið ókeypis til tann nýggja skúlabygningin.
- Neyðugt er ikki við vegagerð, tí vegur er til økið. Og neyðugt er heldur ikki at keypa leyst innbúgv og framleiðsluútgerð, tí hetta finst frammanundan, upplýsti mentamálaráðharrin í framløguni fríggjadagin.
Kommunan sjálvur hevur ávíst trý øki, sum eru vælegnaði til ein slíkan fiskivinnuskúla. Mett verður tó, at best egnaða staðið er við ferjuleguna Inni á Fjørð. Har eru góðir møguleikar fyri útbyggingum í framtíðini, eins og góðir møguleikar eru fyri hepnari byggilist fram við sjóvarmálanum.
Óhóskandi skúli
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna hevur nú 16 ár á baki. Byrjað varð fyrst í einum sethúsum, ið vórðu umbygd til skúlabrúks.
Hesi hølini vóru tó rættiliga avmarkað, og tí vórðu eini grannahús leigað árið eftir og uppaftur eini í 1994. Hesi bæði húsini verða í løtuni brúkt til undirvísing, hóast tey ikki eru hóskandi til endamálið.
Í mong ár hevur skúlin viðgjørt hesar umstøðurnar, og roynt hevur verið at funnið til aðrar og meiri hóskandi loysnir. Men í 2002 hendi so nakað í málinum, tá ein arbeiðsbólkur varð settur at loysa hølistrupulleikan.
Hesin bólkurin lat úr hondum eitt tilmæli fyri góðum tveimum árum síðani. Her varð týðiliga og greitt sagt, at eingin bygningur fanst í Vestmanna sum var egnaður til ein skúla, og at einasta loysnin tí var at byggja ein nýggjan.
Vestmanna kommuna hevur eisini víst hesum málinum stóran áhuga og hevur tí latið ókeypis grundøki til skúlan, og tí er klárt at fara undir prosjekteringina, tá løgtingið fer at samtykkja málið.
Tingið fer at hava 1. viðgerð av hesum uppskotinum hósdagin í næstu viku.