Aldursforsetin roynir aftur

Elevatortilveran skal skiftast um við meira støðugt lív í bestu deildini, men einki er at ivast í, at tað verður trupult hjá TB

TB

Eftir fráveru í bestu deildini síðani niðurflytingina í 2002 skal TB nú aftur royna seg í bestu deildini. Bara tað í sjálvum sær hevur oftani víst seg at vera tungt, tí síðani seinasta meistaraheitið í 1986 hevur tilveran hjá TB oftani verið sum elevatorlið.
Størsti trupulleikin í so máta mundi helst vera kreppuárini, har felagið - og bygdin fyri tað - misti ein stóran part av teimum monnum, sum skuldu tryggja framtíðina hjá fótbóltinum.
Útlendskt álit
Tað hevur aftur havt við sær, at lokala íslettið til fótbóltin er minkað nakað nógv, og at álitið fyri tað nógva hevur verið sett á útlendskar leikarar. Ofta við skiftandi úrslitið.
Í so máta er árið í ár einki undantak. Teir báðir ghanesararnir, sum í fjør styrktu um liðið, eru framvegis í TB. Hartil hevur felagið fingið jugoslaviskan styrk til bæði miðju, verju og í málið, so alt í alt er TB farið upp um útlendingamarkið. Og tað vil við øðrum orðum siga, at tað altíð má vera ein útlendskur leikari, sum situr yvir, tá dystir skulu leikast.
Umframt hesar, so er eisini talan um aðrar leikarar við útlendskum passi, men sum kortini hava verið í føroyskum fótbólti nóg leingi, til at teir kunnu rópast føroyingar í fótbóltshøpi.
Av lokalu kreftunum eru tó eisini nakrir, sum hampuliga nógv verður væntað av. Óli Johannesen er framvegis miðdepilin í verjuni, og longur frammi á vøllinum hava menn sum Hallur Christiansen, Kaj Roest, Dan Mortensen og Olivur Abrahamsen prógva, at teir kunnu vera við á hægsta føroyska støði.
Men samanlagt tykist ein framhaldandi tilvera í bestu deildini at standa og falla við tí styrki, sum útlendsku leikararnir ætlandi skulu geva. Fæst hetta at rigga, so er tað á ongan hátt óhugsandi, at TB veruliga skal bíta seg fast aftur millum tey bestu, og megnar felagið tað, so fer framtíðin helst eisini at síggja nakað nógv bjartari út. Í øllum førum bera úrslitini í yngru deildunum boð um, at fleiri frægir leikarar eru ávegis teimum vaksnu røðunum, men uttan eitt fyrstudeildarlið at síggja fram til, er skjótt, at hesir verða drignir av størri avbjóðingunum í øðrum feløgum.