Hákuni til áminningar

f. 20. sept. 1927 d. 27. des. 2004

Hendan dagin millum jólanna var ilskligt á Kongaminni. Rópti á seyðin, men ærnar vildu ikki koma nær, stóðu bert og slotaðu, tann fremra av teimum trampaði dúgliga, men ikki at bjóða til, at fáa tær at koma nærri. Og gæsnar hildu seg langt vekk. Her var bara ein kaldur ófrættadámur í skýmingini hendan vetrardagin yviri á Kongaminni. Hugstoytt var at fara oman aftur gøtuna og ikki at hava heilsað rættiliga upp á hvørki fæ ella fenað. ? Helst mundu tey gruna, at her ruggaði ikki rætt ? tey høvdu hvørki sæð ella hoyrt hirðan í longri tíð, og nú stóð ókunnugmaður har og royndi at kalla tey til sín.
Mong fetini hevur tú gingið hesa gøtuna og neyvan finst tal á tí fæi og fenaði, sum tú hevur alt á hesum grøna bletti har mitt í høvuðsstaðnum. Og mong góð løtan er at minnast á, tá ið hesar lystiligu krásir savnaðu familju og stóra vinaskara tín kring búgvin borð á Traðavegnum. Har vórðu orð havd á munni, sum goymdu miklan fróðskap. Har var frøi og skemt, og har varð sagt frá søgum og hendingum, sum kundu vekja miklan látur. Føroya Fólks Sangbók var altíð í hásæti ? tú dugdi hana raðið, sangari og kvøðari var tú sum fáur, og sangurin og kvæðini vóru høgt í metum. Og altíð var hitt góða orðið har onkunstaðni. Heim tykkara var føroysk mentan, tá ið hon blómar.
Og nú hvílir tú undir moldum ? skjótt er Harranum um.
Ikki ber til at lýsa saknin og sorgina í orðum, men í hjørtum okkara eigur minnið um teg ævigan bústað. Førningur tín var, hóast hvørki skart ella skreytir, so ómetaliga stórur. Tú var vísur maður í orðsins rætta týdningi, og alskur tín til land okkara og alt tað, sum her livir og andar, bar av øllum. Vit, sum eftir sita og onkursvegna varða av tær, skulu royna at fjálga um tað, ið tú gavst okkum, og hóast tað kann kennast møtimikið at ganga leiðina, nú tú ikki ert at vegleiða og stuðla, so skulu vit royna eftir førimuni at førka førningin víðari fram á vegin ? minni tínum til æru og sóma.
Við virðing og djúpari sorg drýpa vit høvur í tøgn og lýsa frið yvir minni tínum.

Vit Oman Eið