Johannus Hammer 60 ár

Leygardagin 22. januar fyllir Johannus Hammer 60 ár.

Hann er føddur 22. januar í 1945 á Tvøroyri, og er sonur til Mikkjal og Hannefíu Hammer. Jóhannus er giftur við Poulu fødd Egilsnes úr Vestmanna. Saman hava tey fýra børn og 8 ommu og abbabørn.
Johannus er uppvaksin á Hvítanesi á Tvøroyri, og eftir at hava gingið 7. flokk lidnan gekk leiðin til sjós. Fyrsti túrur hann var til skips, var sum messudrongur við Karin K. Síðani arbeiddi hann fyrifallandi arbeiði í Havn og í Íslandi.
Ì 1968 fór Johannus í læru sum kokkur á Hotel Frudenlund í København. Í lærutíðini silgdi hann eitt ár sum kokkur við Tjaldrinum millum Danmark og Føroyar. Eftir lokna útbúgving fór hann at arbeiða, sum kokkur á Søvilla Kro í København. Síðan gekk leiðin út í tí stóru verð. Hann hevur millum annað silgt uppá Vietnam undir Vietnamkrínum, Panama og India.
Frá 1969-73 arbeiddi hann sum kokkur á Tulebasanum fyri American Airforce, síðani gekk leiðin aftur til Danmarkar har hann royndi seg um Kroeigara á Bogo.
Í 1976 vendi Johannus heimaftur til Føroyar og setti búgvi í Vági. Tá hann kom heim fór hann at sigla sum kokkur við Polarborg 1, og onkran túrin var hann eisini við grøndlendskum rækjubátum. Millum túrarnar arbeiddi hann eisini, sum avloysari á Hotel Hafnia.
Johannus gavst at sigla í 1981 vegna sjúku, og valdi hann tá at fara undir útbúgvin sum koyrilærari. Tað er eisini tað sum hann starvast við í dag. Eftir at hava búð í Danmark, hevur hann keypt hús í Sandavági. Og hevur hann eisini stovna Hammers koyriskúla.
Vit sum kenna Johannus, ella sum tey nærmstu siga, Hannus, kunnu ikki siga annað enn at hann er ein sjáldsamur, fantastiskur, góður persónur. Alt ber til, hann er altíð klárur at taka eina hond í, hvat nú tað skal verða. Hann dugir alt, og er meistari á summun økjum, her meini eg við at gera mat.
At hugna sær dugir hann eisini og at fortelja røvarasøgur. Har sum Hannus er er, altíð lív í og ongantíð tøgn.
Eg havi hoyrt at hann heldur føðingardag í Vallarheiminum á Giljanesi leygardagin. So tað verður spennandi at vita, hvat kokkurin hevur funnið uppá.

Jonhard