Fyrst helt læknin til í skúlanum í Kollafirði. Síðani varð hann fluttur í gamla skúlan, men nú skal læknin so fáa eitt nýtt høli til sínar viðtalur í bygdini.
Tórshavnar býráð samtykti nevniliga á fundi í farnu viku at loysa hølisviðurskiftini hjá kommunulæknanum í Kollafirði sum skjótast.
Arbeiðið fer at byrja seinni í ár, men verður kortini neyvan liðugt fyrrenn komandi ár. Í ár eru játtaðar 2,5 mió. til arbeiðið og 600.000 kr. komandi ár.
Nýggju læknahølini koma at liggja í nýggja miðstaðarøkinum nærhendis skúlanum í bygdini.
Nýtt miðstaðarøki
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at útbyggja skúlan í Kollafirði. Umframt skúlastovur hevur eisini kommunulæknin havt sítt tilhald í hesum bygningi.
Men undir arbeiðinum við útbyggingini varð neyðugt at flyta læknan úr sínum viðtaluhøli í skúlanum.
Sum eina fyribilsloysn varð avgjørt, at viðtalan í eina tíð skuldi fara fram í tí gamla skúlanum í Kollafirði. Samstundis við hetta helt arbeiðið fram við at kanna og lýsa hølistørvin hjá kommunulæknanum.
Ein arbeiðsbólkur varð settur at gera eitt uppskot til eina loysn til nýtt viðtaluhøli. Í hesum arbeiðinum skuldi ein somuleiðis kanna møguleikarnar fyri at heimasjúkrasystrarnar skuldu fáa høli í sama staði.
Undir kanningararbeiðinum kom ein skjótt fram á staðið, har eitt slíkt viðtaluhøli kundi liggja: Á nýggja miðstaðarøkinum, har læknahølini kundu byggjast norðan fyri ítróttarhøllina og skúlan í bygdini.
Størri bygning fyri sama prís
Sambært fyrsta uppskotinum skuldi talan verða um ein bygning sum var 186 fermetrar stórur og sum mettur varð at kosta góðar 3,3 mió. kr.
Fíggingin av hesum bygninginum verður gjørt soleiðis, at ein hevur tikið 300.000 kr. av íløguætlanini fyri 2004, og at restupphæddin verður játtað við 2,5 mió. kr. av íløguætlanini í ár og 600.000 av ætlanini fyri komandi ár. Íalt kosta nýggju læknahølini 3,348.000 kr., og tá eru útgerð, innbúgv og MVG íroknað.
Seinni hevur ein kortini broytt hetta uppskotið nakað, so bygningurin er vorðin nakað størri, men har prísurin kortini er óbroyttur.
Fundir hava verið í fleiri nevndum í Tórshavnar býráði, har henda ætlanin er viðgjørd. Kollfjarðarnevndin hevur havt málið til viðgerðar, og hevur hon eisini mælt til at samtykkja uppskotið.
Og á fundi í býráðnum seinasta hóskvøld varð uppskotið samtykt uttan atkvøðugreiðslu.









