Hondbóltur
»Neistin stendur og fellur Simonu«. Soleiðis hevur ljóðað fleiri ferðir í ár, tá tosað hevur verið um steypafinalistarnar úr Neistanum. Simona Petersen hevur støðugt verið stóra skothóttanin hjá liðnum, og við at kveita at máltindinum, sæst eisini, at nakað hevur verið um tosið.
Tí mundu fleiri á Skála helst eisini halda, at tað fór at skapa trupulleikar hjá Neistanum, nú litaviski stórskjúttin mest sum ikki var tøk til dystin móti StÍF. Gaman í var Simona við í hópinum, men fyri tað allar mesta varð hon sitandi á beinkinum, og tað gav til tíðir stórar trupulleikar hjá liðfeløgunum.
Fyri stðgin tóktist hetta eisini skula kosta stig. Tað leikaði javnt á, men StÍF var fyri tað mesta eitt vet frammanfyri, og tó at Neistin royndi at hanga í, so eydnaðist teimum ikki at halda fast.
Hetta broyttist tó í seinna hálvleiki. Fyrst og fremst, so fingu tær bláu verjuna at koyra. StÍF slapp als ikki sama mun fram til møguleikar, og við Helenu Dam Poulsen í málinum, skal eisini meira enn bara ein hálvhjartað skotroynd til, áðrenn mál verður skotið móti Neistanum. Góða verjuspælið gav eisini fleiri møguleikar til mótálop, og so hvørt, sum minuttirnir gingu, øktist munurin millum liðini.
Eitt skifti var tó um reppið, at StÍF fekk samband aftur. Tær minkaðu munin niður í 18-19, men so var eisini liðugt. At liðið bara hevði átta leikarar á dómaraseðlinum tóktist eisini merkja kropsligu javnvágina á liðnum. Leikferðin fór alsamt niður, samstundis sum mistøkini øktust í tali, og so kundi Neistin staðfesta sigurin. Tær halda við hesum eisini framvegis fast um bronsukrónurnar, og í løtuni er ilt at síggja, at nakar skal taka hesar frá teimum.
Fakta um dystin
StÍF-Neistin 19-25 (10-9)
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 6, Poula D. Olsen 6, Malan Petersen 3, Sunfríð B. Jacobsen 2(1), Paula B. Jacobsen
Neistin: Marjun Tróndarson 10(6), Ása Dam á Neystabø 4, Mildrið JAcobsen 4, Annika Thomsen 3, Kára á Dunga 1, Simona Petersen 1, Lív Reynheim 1
Brotskøst: StÍF 1, Neistin 7
Útvísingar: StÍF 3
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum.