Norðurlandahúsið kom inn í framtíðina

Kunningarstovurnar í Havn og Runavík eru nú beinleiðis á netinum hjá Norðurlandahúsinum. Hetta fer at betra munandi um atgongumerkjasøluna

Norðurlandahúsið

Tit eru sjey vinfólk, sum øll ætla tykkum til konsert í Norðurlandahúsinum. Farið verður til Kunningarstovuna, men ólukkutíð, so ber ikki til hjá tykkum at sita saman. Bert fýra tykkara kunnu sita lið um lið, meðan hini trý mugu sessast aðrastaðni í salinum. Ikki tí, nógv atgongumerki eru enn eftir, men tey plássini, sum kundu bjarga hesum, eru latin kunningarstovuni í Runavík.
Soleiðis kundi støðan í øllum førum vera fram til mánamorgunin, men tá hendi ein stór broyting. Nýggj skipan til sølu av atgongumerkjum varð nevnliga tikin í nýtslu, og so er ikki neyðugt, at atgongumerki verða send runt landið.
Nú kunnu kunningarstovurnar ? fyribils í Havn og í Runavík ? nevnliga síggja eina skíggjamynd av salinum, og á hesari sæst so eisini, hvørji pláss eru tøk. Á tann hátt kunnu atgongumerkini keypast til júst tey setrini, sum keyparin hevur hug til. Væl at merkja, um hesi ikki longu eru seld øðrum.

Helga Hjørvar, sum hesa vikuna afturat stjórnar Norðurlandahúsinum, helt fyri, at hetta hjá sær var ein stórur dagur.
- Seinasta vikan er sjálvandi altíð serlig, og tá vit nú eisini kunnu seta eina ætlan í verk, sum vit hava arbeitt við í fýra ár, er tað sjálvandi serligt hjá mær. Eg eri í øllum førum sannførd um, at hetta er nakað, sum fer at betra munandi um tænastu okkara, og á ein hátt flyta brúkaran nærri húsunum, staðfesti hon.
Enn eru tað so bara kunningarstovurnar í Havn og Runavím, sum eru knýttar at skipanini, men stjórin ætlar, at hetta samstarvið skal víðkast.
- Vit hava við vilja ikki tikið ov nógv í einum. Sum so eru tað mest Ingigerð á Trøðni frá Kunningarstovuni í Havn og eg, sum hava arbeitt við málinum, men síðani er ein fyrispurningur so komin úr Runavík, og tí vildu vit ikki avvísa.
- Kunnu vit staðfesta, at skipanin riggar júst soleiðis, sum hon skal, so er næsta stigið helst at fáa aðrar kunningarstovur við í samstarvið, og at enda eisini at koma on-line við endaliga brúkaran. Nakað sum í seinasta enda vil hava við sær, at atgonumerki kunnu keypast beinleiðis um alnetið, so skjótt eitt tiltak verður sett á skránna.