og B36, tí sandoyingar hava sagt havnarmenninar trola eftir spælarum, heldur enn at tosa við felagið fyrst. Tað gav at bíta, tá hvørki B71 ella FSF-umsitingin uttan víðari vildu flyta spæliloyvið hjá Magnusi [...] og í gjár tók hendan avgerð um, at spælarin nú kann spæla við B36. B71 hevði annars sáttmála við spælaran. Sáttmálin var góðkendur av FSF, men Aganevndin beit merki í, at spælarin ikki fekk nakra beinleiðis [...] beinleiðis løn. Og tí segði nevndin, at spælarin var at rokna sum áhugaspælari.
Eftir at hava samráðst í fýra dagar, har stemningurin eftir øllum at døma hevur verið góður, sær nú út til, at stígur er komin í samráðingarnar Samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og J [...] Javnaðarflokkin eru nú komnar inn í eina meiri álvarsliga fasu. Keldur vilja vera við, at Sambandsflokkurin hevur ilt við at góðtaka onkur av aðalmálunum Til dømis er ósemja um, hvønn fíggjarpolitikk nýggja [...] nýggja samgongan skal reka. Ósemja er eisini um, hvussu sjúkrakassin skal fíggjast. Okkurt týðir uppá, at Javnaðarflokkurin vil hava sjúkrakassin fíggjaðan yvir skattin, men hetta vil Fólkaflokkurin ikki hoyra
Hernaðarstýrið í Burma lovar nú fólkaatkvøðu um at broyta stýrisskipanina Hernaðarstýrið í Burma kunngjørdi í dag, at fólkaatkvøða verður í mai um at broyta stýrisskipanina. Verður broytingin samtykt, [...] mótmælini niður við harðari hond. Síðani hava ST, ES og USA lagt trýst á hernaðarstýrið fyri at fáa tað at seta demokratisku skipaninar aftur í gildi. [...] fleirflokkaskipan síðani 1990, tá flokkurin hjá Aung San Suu Kyi vann valið. Men herleiðslan sýtti fyri at viðurkenna valúrslitið, og Aung San Suu Kyi varð sett í húsavarðhald. Seinasta heyst skipaðu munkar
fólkatingslimurin Juliane Henningsen krevur, at CIA-flúgvingin í Grønlandi verður kannað til botns -Danmark eigur at kanna tað, sum er komið fram, um at flogfør hjá CIA hava flogið í grønlendskum loftrúmi [...] -Sendingin vísir, at tað er neyðugt við einari óvildugari kanning av øllum málinum, sigur Juliane Henningsen. Hon er ikki nøgd við, at Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, ætlar sær at spyrja seg fyri hjá
Fyrilesturin verður at hoyra í Samkomuhúsinum í Sumba 1. apríl kl. 19.00 og fyrilesturin hevur heitið ”Det gode liv - jagten på lykken”. Eftir fyrilesturin verður kaffi at fáa og Kristine verður at hitta. Høvi [...] Høvi verður at seta spurningar ella bara at práta saman. Fyrilesturin er almennur. Mikukvøldið 2. apríl klokkan 19:00 verður Guðstænasta í Sumbiar Kirkju við Kristine S. Hestbech. [...] Ætlandi skuldi kendi presturin Kristine S. Hestbech vitja í Sumba í februar fyri at halda fyrilestur og føstuguðstænastu, men hetta mátti av ymsum orsøkum útsetast. Men nú verður vitjanin loksins veruleiki
Kurdiska leiðslan í Norðurirak eggjar kurdunum í Turkalandi til at gera uppreistur Turkiska herleiðslan sigur, at minst 35 limir í kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK doyðu í álopum hjá turkiska herinum í [...] eisini falnir. Irakska stjórnin hevur fordømt avgerðina hjá Turlalandi at senda hermenn inn um markið, og fleiri lond ávara turkar ímóti at gera ov nógv av. Leiðslan í kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK hevur [...] hótt við hevndartiltøkum, og hon hevur eggjað kurdunum í Turkalandi til at gera uppreistur ímóti myndugleikunum. Eygleiðarar halda, at turkiska innrásin kom óvart á PKK.
Fyri at minka um dálking av olju, broytti Tórshavnar kommuna tann 1. januar 2008 reglugerðina fyri bátapláss. Í hesari broyting stendur, at allir bátaeigarar hava skyldu at hava eitt kjølsvín liggjandi [...] eginleika, at tey kunnu súgva olju burtur úr sjógvi. Mett verður at kjølsvín, sum kunnu taka 2-4 litrar av olju eru hóskandi. Um eingin óvanligur leki ella líknandi er, kundi tað verið hóskandi at skift kjølsvínið
Hósdagin fer formansskapurin í Løgtinginum at gera av, um eitt uppskot hjá Sjálvstýrisflokkinum skal burturvísast Talan er um uppskot um at broyta í javnstøðulógina, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt [...] Tá Løgtingsskrivstovan kannaði uppskotið, kom fram, at ymiskt í uppskotinum ikki er í samsvar við stýrisskipanarlógina, og tí fer Løgtingsskrivstovan at gera eitt upprit til fundin í formansskapinum, sum [...] sum so skal taka støðu í málinum. Tað hendir av og á, at uppskot, sum ætlanin er at leggja fyri Løgtingið, eru í stríð við lógir og reglur. Tað fær formansskapurin so boð um, og hann kann taka støðu eftir
Eftir at fjølmiðlar avdúkaðu, at yngri bretski prinsurin, prins Harry, var í Afghanistan sum hermaður, varð avgjørt at prinsurin mátti heimaftur, tí vandi var fyri trygdini Í gjár kom prinsurin so heimaftur [...] Brown, sigur, at Bretland var fegið um arbeiðið hjá unga prinsinum í Afghanistan. Og nú ætlar eldri beiggin, krúnprinsurin, sær eftir øllum at døma eisini í kríggj. Bretsk bløð siga, at hann skal avstað
hesum sinni í Fuglafirði. Nú er Finnur Fríði farin undir Ísland at royna eftir lodnu, eftir at íslendska stjórnin hevur givið skipunum loyvi at fara aftur til fiskiskap. Stjórnin steðgaði fiskiskapinum í síðstu [...] lodnu, nú tað aftur er loyvt at fiska lodnu undir Íslandi Eins og hini uppisjóvarskipini hevur Finnur Fríði fiskað svartkjaft vestan fyri Írland, og gjáranáttina vóru teir lidnir at landa ta seinastu svart [...] síðstu viku eftir tilmæli frá fiskifrøðingunum, tí ov lítil lodna var at síggja. Síðani hava fiskirannsóknarskip rakt við lodnu, og nú er fiskiskapurin tikin uppaftur.