Harry Prinsur afturkomin úr Afghanistan

Eftir at fjølmiðlar avdúkaðu, at yngri bretski prinsurin, prins Harry, var í Afghanistan sum hermaður, varð avgjørt at prinsurin mátti heimaftur, tí vandi var fyri trygdini Í gjár kom prinsurin so heimaftur, og bretskir fjølmiðlar gera um vikuskifti nógv burturúr unga manninum.

Hann verður lýstur sum ein tjóðarhetja, sum hevur sett lívið í vága fyri land sítt, og bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, sigur, at Bretland var fegið um arbeiðið hjá unga prinsinum í Afghanistan.

Og nú ætlar eldri beiggin, krúnprinsurin, sær eftir øllum at døma eisini í kríggj. Bretsk bløð siga, at hann skal avstað seinni í ár.