Løgtingsuppskot verður møguliga burturvíst

Hósdagin fer formansskapurin í Løgtinginum at gera av, um eitt uppskot hjá Sjálvstýrisflokkinum skal burturvísast Talan er um uppskot um at broyta í javnstøðulógina, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt fyri Tingið.

Tá Løgtingsskrivstovan kannaði uppskotið, kom fram, at ymiskt í uppskotinum ikki er í samsvar við stýrisskipanarlógina, og tí fer Løgtingsskrivstovan at gera eitt upprit til fundin í formansskapinum, sum so skal taka støðu í málinum.

Tað hendir av og á, at uppskot, sum ætlanin er at leggja fyri Løgtingið, eru í stríð við lógir og reglur. Tað fær formansskapurin so boð um, og hann kann taka støðu eftir tilmæli frá Løgtingsskrivstovuni.

Kelda: Kringvarpið