Finnur Fríði á lodnuveiði

Finnur Fríði hevur lagt um til lodnu, nú tað aftur er loyvt at fiska lodnu undir Íslandi Eins og hini uppisjóvarskipini hevur Finnur Fríði fiskað svartkjaft vestan fyri Írland, og gjáranáttina vóru teir lidnir at landa ta seinastu svartkjaftalastina á hesum sinni í Fuglafirði.

Nú er Finnur Fríði farin undir Ísland at royna eftir lodnu, eftir at íslendska stjórnin hevur givið skipunum loyvi at fara aftur til fiskiskap.

Stjórnin steðgaði fiskiskapinum í síðstu viku eftir tilmæli frá fiskifrøðingunum, tí ov lítil lodna var at síggja. Síðani hava fiskirannsóknarskip rakt við lodnu, og nú er fiskiskapurin tikin uppaftur.