Fólkaatkvøða í Burma um fleirflokkaskipan

Hernaðarstýrið í Burma lovar nú fólkaatkvøðu um at broyta stýrisskipanina Hernaðarstýrið í Burma kunngjørdi í dag, at fólkaatkvøða verður í mai um at broyta stýrisskipanina. Verður broytingin samtykt, kann Burma fáa fleirflokkaskipan í 2010.

Burma hevur ikki havt fleirflokkaskipan síðani 1990, tá flokkurin hjá Aung San Suu Kyi vann valið. Men herleiðslan sýtti fyri at viðurkenna valúrslitið, og Aung San Suu Kyi varð sett í húsavarðhald.

Seinasta heyst skipaðu munkar fyri mótmælum ímóti hernaðarstýrinum, sum bardi mótmælini niður við harðari hond. Síðani hava ST, ES og USA lagt trýst á hernaðarstýrið fyri at fáa tað at seta demokratisku skipaninar aftur í gildi.