Kurdiska leiðslan í Norðurirak eggjar kurdunum í Turkalandi til at gera uppreistur Turkiska herleiðslan sigur, at minst 35 limir í kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK doyðu í álopum hjá turkiska herinum í gjár. Sostatt hevur innrásin kostað minst 80 kurdum lívið higartil, og sjey turkiskir hermenn eru eisini falnir.
Irakska stjórnin hevur fordømt avgerðina hjá Turlalandi at senda hermenn inn um markið, og fleiri lond ávara turkar ímóti at gera ov nógv av.
Leiðslan í kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK hevur hótt við hevndartiltøkum, og hon hevur eggjað kurdunum í Turkalandi til at gera uppreistur ímóti myndugleikunum. Eygleiðarar halda, at turkiska innrásin kom óvart á PKK.










