Grønlendski fólkatingslimurin Juliane Henningsen krevur, at CIA-flúgvingin í Grønlandi verður kannað til botns -Danmark eigur at kanna tað, sum er komið fram, um at flogfør hjá CIA hava flogið í grønlendskum loftrúmi og millumlent í Grønlandi fleiri ferðir.
Tað sigur grønlendski fólkatingslimurin Juliane Henningsen við danska kringvarpið, sum í gjárkvøldið sendi dokumentarsendingina ?Danska sambandið hjá CIA? um fangaflutning hjá amerikonsku fregnartænastuni.
-Sendingin vísir, at tað er neyðugt við einari óvildugari kanning av øllum málinum, sigur Juliane Henningsen. Hon er ikki nøgd við, at Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, ætlar sær at spyrja seg fyri hjá amerikanarunum um viðurskiftini.