Eftir at hava samráðst í fýra dagar, har stemningurin eftir øllum at døma hevur verið góður, sær nú út til, at stígur er komin í samráðingarnar Samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin eru nú komnar inn í eina meiri álvarsliga fasu.
Keldur vilja vera við, at Sambandsflokkurin
hevur ilt við at góðtaka onkur av aðalmálunum Til dømis er ósemja um, hvønn fíggjarpolitikk nýggja samgongan skal reka.
Ósemja er eisini um, hvussu sjúkrakassin skal fíggjast. Okkurt týðir uppá, at Javnaðarflokkurin vil hava sjúkrakassin fíggjaðan yvir skattin, men hetta vil Fólkaflokkurin ikki hoyra talan um, verður sagt úr løgtingshúsinum, har samráðingarnar fara fram.