Magnus er við B36 í dag

Træta hevur verið millum B71 og B36, tí sandoyingar hava sagt havnarmenninar trola eftir spælarum, heldur enn at tosa við felagið fyrst.

Tað gav at bíta, tá hvørki B71 ella FSF-umsitingin uttan víðari vildu flyta spæliloyvið hjá Magnusi Olsen.

Málið endaði hjá Aganevndini, og í gjár tók hendan avgerð um, at spælarin nú kann spæla við B36.

 

B71 hevði annars sáttmála við spælaran. Sáttmálin var góðkendur av FSF, men Aganevndin beit merki í, at spælarin ikki fekk nakra beinleiðis løn. Og tí segði nevndin, at spælarin var at rokna sum áhugaspælari.