nýggjur tók yvir av og á. Man nýtist ikki at skifta fak, hóast man skiftir starv. Til dømis kann ein sjúkrasystir, sum hevur verið á barnadeildini, royna seg á skurðdeildini og síðani á onkri aðrari deild [...] og alsamt fleiri heimasíður og bløð, so tað hendir nógv. Hví er tørvur á einum blaði sum Kvinnu? - Vit hava brúk fyri at varpa ljós á kvinnuna í Føroyum. Hon er ofta ósjónlig í samfelagnum, og til tíðir [...] deild. Ella at lærarar royna seg á ymsum skúlum, heldur enn at vera á sama stað alt lívið. Hvat heldur tú um føroysku javnstøðurørsluna? - Eg haldi, at hon er nógv meiri sjónlig, enn hon var fyri bara 10 árum
Kristiani, til hann fer í skúla. Tá fer hann út á Argir til fastrina Marin, sum var gift við Jákup á Skølti. Óli, beiggi Niels, gekk burtur bert 22 ára gamal á útróðri saman við Jens í Gong, einum øðrum av [...] hvussu óførir føroyingar á Hemaranum vóru at fiska. Hann bjóðaði av at kappfiska. Tá ið avtornaði hevði Niels fingið 34 fiskar og íslendingurin 9. Men tað var eisini munur á reiðskapum. Her komu íslendingar [...] skuldi sleppa at leiða møti í Meinigheitshúsinum, og eisini um hann skuldi tala á føroyskum. Støðan hjá Niels og Sámal á Krákusteini var, at »det er aldeles ligegyldigt, hvad enten Talen er paa dansk eller
Memoriam.« Stóra konsertin á tónleikafestivalinum Framrás verður leygarkvøldið 18.september klokkan 19:30, tá Føroya Symfoniorkestur hevur konsert í Norðurlandahúsininum. Á skránni er ein fjøllbroytt skrá [...] solo ljóðøri og fleiri kamartónleikaverk. Atli sigur um nýggja verkið In Memorian, at hetta er ein heilsan til tey, sum eru farin framvið í lívinum og ikki eru her longur. Trombonleikarin Andras Olsen er
næmingarnir fram á Sandoyar Meginskúla. Palli á Lava Olsen sigur, at tendensurin er, at næmingatalið í barnaskúlanum í Skálavík minkar so líðandi. - Jú, eg haldi, at heldur fleiri næmingar vóru á skúlanum her [...] ymiskar kavarauppgávur, eins og hann kavaði fyri ymiskar entreprenørar, tá heitt varð á hann. Gavst at sigla Í 2003 fór heilsan at bila, og Palli valdi at gevast at sigla og kava. Tá hann var frískur aftur, royndi [...] umsjónarmaðurin. Í aðrari grein á hesi opnu fara vit at venda aftur til, hvønn týdning tað hevur havt fyri lívið í ánni, at flestu kloakkir í Skálavíkar kommunu nú renna út á sjógv. Fáir næmingar Í barnaskúlanum
orð á blað bæði í bundnum og óbundnum máli. Farin um konfirmeringsaldur royndi hann tað sama, sum so mangur bygdadrongur undan honum. Hann fór til skips eitt skifti, men bókin dró hann aftur upp á turt [...] Hvønn morgun fer hann snimma á føtur, fær sær ein drekkamunn og leitar síðan yvir at onkrum av mongu arbeiðsborðum sínum, har pappír hópar seg upp í mappum við ymsum frámerkjum á. Hetta eru bøkur, hann er [...] eitt bókasavn og ein tekniskan skúla, har hann í fleiri ár var formaður. Eisini var hann blaðstjóri á Sunnudagsblaðnum í ein mansaldur. Seinni í 1960’unum, tá ið Jóhannes Andreas Næs fekk aðrar uppgávur
tveimum árum síðani. Síðani hevur hann havt trupulleikar heilsuni, og vælvitandi keldur siga, at heilsan er versnað í seinastuni. Sambært YTN skuldi tann stóri floksfundurin haldast innan 15. september [...] hann skuldi millum annað taka støðu til, hvør skal taka við sum leiðari eftir Kim Jong-il. Alt bendir á, at tað verður hansara yngsti sonur, Kim Jong-un, sum skal taka við.
og ikki minst av mentanini og umhvørvinum á staðnum. Arbeiðsgevarin skal helst ikki forða fólki í at liva eitt sunt lív, sigur Karin Verland. Hon trýr upp á at starvsfólk eru áhugað í heilsuni. - Og tá [...] frískan aftur skjótari enn neyðugt, ella at fyritøkan skal hava avlop á botnlinjuni, sigur hon, og greiðir frá, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum gera av, nær arbeiðsgevarin skal hava innlit [...] við orðunum: Lat stjóran vera stjóra og far so til læknan, um heilsan bilar. -- ERT TÚ SAMD ELLA ÓSAMD? Brot úr kjaki um heilsueftirlit á arbeiðsplássinum. - Nú kann tað vera nokk!!! Arbeiðsgevarin skal
vit hava sett álit okkara á, sum hevur varðveitt okkum frá teimum vandum, ið vit hava verið í og frá teimum vandum, ið vit ongantíð vóru varir við. Tú hevur havt títt lívsstarv á sjónum, bæði við sluppum [...] fyri alt gott, ið vit nutu har. Eisini takki eg tykkum fyri, at tit komu suður í Bethel at heilsa upp á meg og at vera saman við okkum. Kári bróðir – tíðin er farin, og hana fáa vit ikki aftur! Men, gott [...] talur og alt, sum fór fram við virðing og sóma. Eg ynski Harrans ríku signing yvir tykkum øll við heilsan úr Sálmi 23.1: “Harrin er hirði mín”, og úr Sálmi 37.25: “Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal
skal standa í garðinum hjá tær og Tróndi, og at har skal verða opið hús kl. 19 á sjálvum føðingardegnum. Vit gleða okkum. Heilsan yngsta dótturin og systurin [...] Her kemur ein lítil heilsan í samband við at mamma mín bleiv 80 ár 10. mai, og systir mín blívir 50 ár leygardagin 18. sept. Fyrst vil eg heiðra mammu mína við nøkrum góðum orðum, tað hevur hon so sanniliga [...] megnarkvinnan, altso stórasysturin hjá mær, sum eg eri so góð við og stolt av, sum skal fáa nøkur góð orð á vegnum. Tú ert sum mamma, hjartagóð og erlig, men eg vil ikki siga at tú ert rólig, nú mást tú ikki
ferð á akførunum í bygdini, og ikki vóru lastbilarnir stórir upp á fót ella stórir í vavi, so væl bar til at hanga afturúr á hesum smáu drekum, sum fóru skríðandi gjøgnum bygdina. Tað stóð ikki á at syfta [...] bløðini – várdagar, summardagar og út á heystið . Ja, hin gamli Petur hevur nú rokkið tey áttati og konan tey 75. Ikki sást aldur á Adam og Evu, ei heldur sæst aldur á Ásu og Peturi, so snøgg tey ferðast [...] hesum blómugarði til okkum – Alexandru og greinskrivaran, ein heilsan á ymsan hátt. Eitt blómutyssi, ein kvøða og ein standmynd, sum tú kanst seta á eina borðplátu í bestustovu. Har stendur hon og letur við