Í Norðurkorea hevur kommunistaflokkurin útsett ein politiskan fund, sum eftir ætlanini skuldi verða tann størsti í meiri enn 30 ár. Orsøkin er sambært suðurkoreanska sjónvarpinum YTN, at landsins leiðari, Kim Jong-il, er sjúkur.
Útlendskir eygleiðarar halda, at Kim Jong-il hevði ein hjartatilburð fyri tveimum árum síðani. Síðani hevur hann havt trupulleikar heilsuni, og vælvitandi keldur siga, at heilsan er versnað í seinastuni.
Sambært YTN skuldi tann stóri floksfundurin haldast innan 15. september, og hann skuldi millum annað taka støðu til, hvør skal taka við sum leiðari eftir Kim Jong-il. Alt bendir á, at tað verður hansara yngsti sonur, Kim Jong-un, sum skal taka við.










