Við Enniveg 29 í Fuglafirði er ein alfagur urtagarður. Eingin ivi er um, at úr hesum aldingarði komu Adam og Eva. Ja, tú sært tey millum runnarnar og tey leiftrandi bløðini – várdagar, summardagar og út á heystið . Ja, hin gamli Petur hevur nú rokkið tey áttati og konan tey 75. Ikki sást aldur á Adam og Evu, ei heldur sæst aldur á Ásu og Peturi, so snøgg tey ferðast í sínum aldingarði og í umhvørvinum uppi við Doktarabrekkuna. Kanska er tað svá, at Fuglafjørður er ein aldingarður, allur sum hann er, ella eitt helli, har urljósið hevur ferðast millum fjallagreinirnar, trøini og kríllin á Petur og Ásu í øldir.
Petur er føddur og uppvaksin í Fuglafirði - sonur Rikku(Henrikku) og Gordon Midjord. Hon var slektað av Heiðunum, dóttir Joab og Hannu Magnussen , og Gordon var sonur Jacobinu, fødd Joensen, ættað úr Toftini í Trongisvági, og Petur Midjord, skipara, kallaður Per á Høvdanum. .
Gaggurnar
Mitt fyrsta minni um Petur vóru hansara okkurgulu fótbóltsgaggur, snørdar upp um øklar, sum hann fransaði í, tá ið hann og aðrir unglingar í Fuglafirði spældu fótbólt á kaiini. Her var tann fyrsti veruligi fótbóltsvøllurin í bygdini. Hann hevði ikki lokið altjóða krøvini, sum eru galdandi í dag, og ei heldur høvdu fótbóltsgaggurnar hjá Peturi sloppið gjøgnum nálareygað hjá FIFA . Hesar gaggurnar kundu ikki samanlíknast við tær gaggurnar, sum Torres og Ronaldinho í dag skavast í á altjóða vøllum kring heimin . Forsjónin í fótbóltstivlunum hjá Peturi var eins góð sum hjá Torres og Ronaldinho, kanska betri. Har var havið – broddar, streingir, íður og lygnir á sjónum, har vóru líðirnar, fjøllini, skýggj og heiður himin... og so kærleikin... ein snøgg genta, sum búði við Ovara Veg. Ja, nakað omanvert barndómsheimið hjá Peturi. Tað var yndisgenta hansara, Ása. Hon eygleiddi hann á fótbóltsvøllinum, tá ið Petur sum halfbakkur sópaði alt fyri sær og rak bæði KÌ, LÍF og EB út á kaikantin.. út hagar, har sum hansara lívsyrki kom at verða. Ása klappaði og klappaði ... hon bleiv við at klappa, til onkur segði: “Ása, dysturin er liðugur!” Ja, hon hevur klappað og kínt Peturi síðani í meira enn fimmti ár. Og væl er klappað.
Um Petur og Sandgrevstur
Petur fór fyrstu ferð til skips sum 15 ára gamal í mai mánaði 1946 við skipi av Siglufirði, ið æt Gestur. Hann var farin yvir við Kyrjasteini, sum Grækaris M. Hansen úr Norðragøtu førdi. Gordon, gamli, var eisini við Gesti. Heimafturkomin fór hann summarið 1947 við trolaranum Vitanum og var við honum til 1950, tá ið hann fór við grabbaranum, Orminum, sum Gordon saman við brøðrunum Leo Midjord og Poul Rustin og Alexandur Abrahamsen høvdu keypt úr Danmark 1949. Tá ið farbróðirin, Poul Rustin, var deyður í 1950, keypti Petur hansara part í P/F Sandgrevstur. Gulldrangur varð í 1970 seldur til Vágs, har skipið fekk navnið Múlatangi.
Petur tók skiparaprógv 1954 og var við Orminum V. til hann fór at føra Gulldrang. Í 1963 keypti felagið Gulldrang frá S.P. Petersens eftf., og førdi Petur hetta skip 1964, 1965, 1966 og 1967. Frá sama felag keypti P/F Sandgrevstur Mazeppu, men hóast hon var ein av teimum frægu gomlu sluppunum við góðum motori, varð hon bert 3 ár á sildaveiðu. Mazeppa varð søkt í Djúpunum 9. nov. 1974.
1968 keypti felagið ídnaðartrolarin “Fuglfirðing”, sum øll árini fiskaði ídnaðarfisk í Norðsjónum og undir Føroyum. Petur var eini 2 ár við honum og aftan á avloysari sum skipari. 1984 varð Fuglfirðingur seldur suður á Tvøroyri.
Sandbáturin Sandgrevstur bleiv keyptur úr Noregi 1973. 1984 varð ein gasstangabátur úr Danmark keyptur, ið bleiv bygdur um til sandbát og fekk navnið “Vitin”. Í 1988 keypti Sandgrefstur sandbátin Sandfrakt úr Noregi, og hann siglur enn tann dag í dag. Í 1995 varð fraktskipið Vón(fyrrv. Suðurstein) keypt og var í vinnu til 2006. Ì 1996 varð sandbáturin Vitin(fyrrv. Kronos) keyptur úr Danmark og varð seldur aftur til DK.
Í 2000 varð Fraktbáturin Vitin (fyrrv. Nyvang) keyptur úr Noregi, og í 2006 bleiv fraktbáturin Fame (fyrrv. Malin) eisini keyptur úr Noregi. Hetta er ein partur av søguni um hetta virksemið hjá P/f Sandgrevstri, sum eisini kann lesast um í Føroya siglingarsøgu bind 13 blaðsíðu 307-313.
Ein poetisk framstilling um “Grabbaran”
Drívkraftin í hesum felag hevur verið Petur. Hann hevur verið stjórin, sum saman við soninum, Gordon Martin, hevur lagt lunnar undir áhaldandi fyritaksemi víða um í Norðanlondum, Skottlandi Íslandi og Grønlandi. Tað bleiv ikki til fiskiskap, men eitt “fiskarí”, sum upprunaliga varð farið undir at halda seg til fjørusand og malargrót. Nú føra teir higar til lands landsand úr Noregi, men ímyndin av øllum fyritakseminum var “Grabbarin – Ormurin”, sum manga sandlastinia hevur lagt upp víða um í landinum. Hetta var ikki nakað nýmótans far, men ein yndisligt “skúta” úr jarni, boltað saman, stóra last, høga formastur við einum trivaligum bummi... og har í hekk grabbarin. Hann var livandi – tannleysur, men hevði stórt gap. Børnini spurdu: ”Hvussu bar tað til, at hann kundi gapað ? Hví hevði hann ikki forlornar tenn?” Grabbarin gjørdist livandi í barnaeygum, og tað var løgið at sjá, tá ið hann tók saman um sandkornini í lastini og læt tey detta niður í billastina hjá Poul Andreasi, Ingjaldi ella Hjalmari. Tá var ikki stór ferð á akførunum í bygdini, og ikki vóru lastbilarnir stórir upp á fót ella stórir í vavi, so væl bar til at hanga afturúr á hesum smáu drekum, sum fóru skríðandi gjøgnum bygdina. Tað stóð ikki á at syfta teg upp á sandrúgvuna, sum lá í bilastini. Alt hevði sína hóvligu gongd, so børnini (dreingirnir) vóru við allastaðni, har tað stóð á, og at leypa í sandrúgvuna hjá “Grabbaranum”, sum lá tætt við Birmaveg, var eitt dreingjalív bókstavliga í leysari luft.
Heilsur frá Ásu og Peturi
Tá ið tú gongur eftir Bøvegi sært tú niður yvir urtagarðin hjá Peturi og Àsu. Har eru tey í sínari tilveru. Ikki so sjáldan kom upp um runnarnar úr hesum blómugarði til okkum – Alexandru og greinskrivaran, ein heilsan á ymsan hátt. Eitt blómutyssi, ein kvøða og ein standmynd, sum tú kanst seta á eina borðplátu í bestustovu. Har stendur hon og letur við varrunum sítt stumma mál um eini hjún, har maðurin, Petur, fyllir áttati ár 29. august. Hann nemur eisini við tær okkurgulu gaggurnar, smílist og sigur: “ Tað vóru tær gulu gaggurnar, sum gjørdu, at Ása varð skotin í Peturi!” Ein palettur við okkur- gulum, hvítum og svørtum er ein palettur, sum ljóslistamonnunum dámar væl, og sum Ása eisini hevur hildið vera ein elskuligan palett.
Nú liggja teir, sum fóru undir virksemi í “P/F Sandgrevstur” undir grønu torvu, men virksemið heldur áfram. Her hevur Petur við sínum viti og skili leitt hetta virksemið á ein skilagóðan hátt. Øðrum at gagni og honum til heiðurs.
Hjartaliga til lukku við áttati ára degnum.
Frits