Her kemur ein lítil heilsan í samband við at mamma mín bleiv 80 ár 10. mai, og systir mín blívir 50 ár leygardagin 18. sept.
Fyrst vil eg heiðra mammu mína við nøkrum góðum orðum, tað hevur hon so sanniliga uppiborið.
Mamma er ein erlig, hjartagóð og rólig kona, og tað sum eg havi lært av henni, vil eg geva víðari til míni børn.
Hevur ein fingið ein góðan og tryggan uppvøkstur, so stendur ein sterkari til at klára mótgangin ein fær í lívinum, og ein góðan uppvøkstur havi eg fingið frá tær mammu og pápa. Nú er pápi farin, men eg føli at hann er í nánd allíkavæl onkursvegna.
Takk!
So er tað megnarkvinnan, altso stórasysturin hjá mær, sum eg eri so góð við og stolt av, sum skal fáa nøkur góð orð á vegnum.
Tú ert sum mamma, hjartagóð og erlig, men eg vil ikki siga at tú ert rólig, nú mást tú ikki taka tað illa upp. Vit hava brúk fyri menniskjum, ið eru sum tú, full av lívið. Har tú ert, er tað altíð "futtir" í, og tað er sanniliga gott. Vit hava brúk fyri tí fyri at koma víðari...
Góða Marin Katrina, eg tilláti mær at koma við einari kunngerð. Eg havi hoyrt at tú hevur leigað eitt stórt tjald, sum skal standa í garðinum hjá tær og Tróndi, og at har skal verða opið hús kl. 19 á sjálvum føðingardegnum.
Vit gleða okkum.
Heilsan
yngsta dótturin og systurin