Andras er solistur

Andras Olsen er solistur, tá Føroya Symfoniorkestur leygarkvøldið framførir nýggja verkið hjá Atla K Petersen »Im Memoriam.«

Stóra konsertin á tónleikafestivalinum Framrás verður leygarkvøldið 18.september klokkan 19:30, tá Føroya Symfoniorkestur hevur konsert í Norðurlandahúsininum.

 

Á skránni er ein fjøllbroytt skrá, norsk fólkaløg úr Hardanger, sum Geirr Tveitt hevur skrivað, 7. symfoni hjá Antonin Dvorak og nýskrivaða verkið hjá Atla K Petersen Im Memorian.

 

Atli Petersen er virkin sum tónasklad. Hann hevur skrivað verk fyri harmoniorkestur, hornorkestur, big band, symfoniorkestur, kór, solo ljóðøri og fleiri kamartónleikaverk.

 

Atli sigur um nýggja verkið In Memorian, at hetta er ein heilsan til tey, sum eru farin framvið í lívinum og ikki eru her longur.

 

Trombonleikarin Andras Olsen er solistur í Im Memorian. Andras hevur útbúgving frá Kongaliga Musikkonservatorinum í Keypmannahavn og starvast í løtuni hjá Kongaligu Lívgadruni.

 

Tað verður norski dirienturin Trond Husebø sum fer at stjórna Føroya Symfoniorkstrið leygarkvøldið.

 

Konsertin við Føroya Symfoniorkstri verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið klokkan 19.30