SKÁLAVÍK
Palli á Lava Olsen, sum er føddur í 1957 og sum soleiðis er farin um tey hálvt hundrað, sat í heilar seks setur og í tilsamans 24 ár í bygdarráðnum í Skálavík.
Hetta var í eini tíð, meðan hann flestu árini sigldi við skipum hjá Vaktar-og Bjargingartænastuni, fyrst Tjaldrinum, síðan Brimli. Hann sigldi fyri V&B í eini 23-24 ár tilsamans, og flestu árini sigldi hann sum var kavari. Tá hann var heima millum túrar og í frítíðini annars gjørdi hann ymiskar kavarauppgávur, eins og hann kavaði fyri ymiskar entreprenørar, tá heitt varð á hann.
Gavst at sigla
Í 2003 fór heilsan at bila, og Palli valdi at gevast at sigla og kava. Tá hann var frískur aftur, royndi hann seg aftur sum kavara, men kendi seg ikki serliga tryggan við tað.
- Eg kavaði í tilsamans 20 ár, men seinastu árini, eg sigldi, var eg matrósur og bátsmaður, sigur hann.
Nú hevur skálvíkingurin verið frískur í fleiri ár, og hann er væl fyri.
Hann og fyrrverandi kona hansara eiga vaksin børn, og síðan Palli bleiv skildur og seinni fann sær nýggja konu, hava tey bæði fyri einum góðum ári síðan fingið ein son, sum um dagarnar fylti eitt ár.
- So, her er gongd í, kanst tú ætla, sigur hann brosandi.
Umsjónarmaður
Fyri nøkrum árum síðan søkti Skálavíkar kommuna eftir umsjónarmanni. Palli søkti og fekk starvið, og hetta starv hevur hann nú røkt í eini seks ár.
- Eg kundi ivaleyst hildið fram við at siglt, men eg helt, at skuldi eg royna okkurt annað, meðan eg enn var í góðum árum, kundi eg tað sama gera tað nú. Mær hevur dámt væl at arbeitt hjá kommununi hesi árini, ið farin eru.
Uppgávurnar hjá umsjónarmanni eru fleiri og ymiskar.
- Eg havi passað vatnið í bygdini í nógv ár, og sum umsjónarmaður er vatnverkið eisini ein av mínum uppgávum.
Palli hevur eisini bátahyl og teymarnar í bátahylinum um hendi, hann slær gras í kirkjugarðinum og aðrar grønar blettir hjá kommununi.
- Eg taki mær eisini av skúlanum, eins og vegir og serliga kloakkir hjá kommununi eisini er nakað, sum nógv er gjørt við seinnu árini, sigur umsjónarmaðurin.
Í aðrari grein á hesi opnu fara vit at venda aftur til, hvønn týdning tað hevur havt fyri lívið í ánni, at flestu kloakkir í Skálavíkar kommunu nú renna út á sjógv.
Fáir næmingar
Í barnaskúlanum í Skálavík, sum fevnir um 1. flokk og upp til og við 5. flokk, ganga einir 7-8 næmingar. Tá skúlatíðin í Skálavík er liðug, halda næmingarnir fram á Sandoyar Meginskúla.
Palli á Lava Olsen sigur, at tendensurin er, at næmingatalið í barnaskúlanum í Skálavík minkar so líðandi.
- Jú, eg haldi, at heldur fleiri næmingar vóru á skúlanum her, tá eg byrjaði fyri seks árum síðan, sigur hann.
Umsjónarmaðurin er einasti persónur í føstum starvi hjá Skálavíkar kommunu, men hann kann biðja sær fólk til hjálpar sær, tá tørvur er á hesum.