Hvussu hevur tú tað beint nú?
- Eg havi tað ordiliga gott. Eg eri just nú stødd í Paris við Tórshavnar Kamarkóri, og vit skulu hava konsert nú um eina løtu.
Hvat heldur tú um føroyska miðlaheimin?
- Eg haldi, at vit hava ein sera virknan miðlaheim í Føroyum. Men eg sakni, at miðlafólk fáa betri stundir at seta seg inn í tingini, tey viðgera, soleiðis, at málini verða betri lýst. Men vit fáa tíðindi allatíðina, og alsamt fleiri heimasíður og bløð, so tað hendir nógv.
Hví er tørvur á einum blaði sum Kvinnu?
- Vit hava brúk fyri at varpa ljós á kvinnuna í Føroyum. Hon er ofta ósjónlig í samfelagnum, og til tíðir haldi eg, at hon er beinleiðis forsømd.
Hvussu vilt tú lýsa munin á føroyskum mann- og konufólki?
- Kynini eru púra ymisk, men sum heild haldi eg, at kvinnur áttu at verið meiri virknar, har avgerðirnar verða tiknar. Vit skulu bæði hava fleiri kvinnur í politikk, men eisini fleiri konufólk í nevndir - til dømis í privatu vinnuni. Kvinnur mangla á vinnuliga økinum. Ein annar munur er, at kvinnur altíð vilja fyrireika seg, áðrenn tær fara undir eina uppgávu, meðan menn bara hoppa beint í eldin.
Hvat heldur tú ikki, at kvinnur eiga at gera?
- Eg haldi, tað vera sera ósjarmerandi, tá tvey konufólk boksast. Men annars veit eg ikki, um tað er nakað, sum kvinnur skulu halda seg frá.
Hvat duga kvinnur betri enn menn?
- Kvinnur duga betri at leggja til rættis. Og tær duga eisini betri at reiðrast, altso at skapa heimið og syrgja fyri, at maður og kona hava tað gott. Tær duga eisini betri at hugsa um børnini, og at teirra tørvur altíð er dekkaður og at skapa trivnað.
Er nakað, sum aðrar kvinnur duga, sum tú ikki dugir?
- Eg dugi sera illa hondarbeiði.
Hvat heldur tú um fólk, sum starvast í sama starvi alt lívið?
- Eg haldi, at tey fólkini høvdu havt gott av at skift starv. Og eg haldi eisini, at uppgávan, tey røkja, hevði havt gott av, at onkur nýggjur tók yvir av og á. Man nýtist ikki at skifta fak, hóast man skiftir starv. Til dømis kann ein sjúkrasystir, sum hevur verið á barnadeildini, royna seg á skurðdeildini og síðani á onkri aðrari deild. Ella at lærarar royna seg á ymsum skúlum, heldur enn at vera á sama stað alt lívið.
Hvat heldur tú um føroysku javnstøðurørsluna?
- Eg haldi, at hon er nógv meiri sjónlig, enn hon var fyri bara 10 árum síðani. Men tað eru framvegis stórar uppgávur eftir, til dømis at fáa líka nógvar kvinnur sum men í nevndir. Og at gera tað nattúrligt, at kvinnur eru í nevndarsessum. Vit hava smekkfult av kvinnum, sum eru stjórar - frisørdamur og leiðarar á barnagørðum- men tær eru ósjónligar í samfelagnum. Eg haldi, at tær verða tiknar fyri givið.
Ert tú ein reyðsokkur?
- Nei, eg eri ikki beinleiðis ein reyðsokkur. Eg haldi, at tað ljóðar fanatiskt, og eg eri ikki fanatisk. Eg haldi, at tað skal vera pláss fyri báðum kynunum í landinum.
Hvat irriterar teg?
- Óerlig fólk, sum hava eina skjúlda dagsskrá, irritera meg. Fólk, sum man ikki kann stóla uppá! Men annars haldi eg, at eg eri rættiliga fleksibul og verði ikki lætt irriterað.
Hvat gleðir teg?
- Tá børini, maðurin og eg sjálv hava tað gott, og heilsan er góð.
Hvussu slappar tú av?
- Saman við familju og vinum. Mær dámar væl at hugna mær heima, til dømis við at hyggja at einum góðum filmi ella við at hoyra tónleik. Mær dámar sera væl tónleik og lurti nógv eftir kórtónleiki og føroyskum pop/rokki. Men einki er sum góður jazztónleikur við eini feitari saxofonsolo.
Ert tú heilsufreak?
- Nei, eg eri nokk sum gjøgnumsnitts-føroyingurin. Eg leggi stóran dent á at passa svøvnin, og eg royni eisini at hugsa um, hvat eg eti. Eg dyrki eitt pikkulítið sindur av kondi, men eg fari ikki út at renna.
Fakta
Navn: Barbara á Tjaldrafløtti
Bústaður: Tórshavn
Familja: Gift. Eiga tvey born
Útbúgving: Cand. scient. adm og master í etikki og virðum í organisatión
Starv: Nýggjur blaðstjóri á Kvinnu. Hevur áður stravast í løgmálaráðnum og uttanríkisráðnum
Ítrív: Tónleikur