Tað vakurt er at droyma um sólð, ið farin er,
og finna millum minni eitt lítið fagurt ber;
men vakrast, tá ið gloymskan, tað hevði burturbeint,
og finna tað so aftur at vera frískt og reint.
(Flóvin Flekk – 1949)
Ja, Jóhannes Andreas Næs droymdi, granskaði og fann longu, tá ið hann var ungur. Sum óviti festi hann orð á blað bæði í bundnum og óbundnum máli. Farin um konfirmeringsaldur royndi hann tað sama, sum so mangur bygdadrongur undan honum. Hann fór til skips eitt skifti, men bókin dró hann aftur upp á turt, og hann fór í Læraraskúlan at ganga. Hann bleiv lærari longu 22 ára gamal og arbeiddi øll tey fyrstu árini í Suðri, har hann fann konuna, Brynhild. Tey fingu fýra børn. Tvær gentur og tveir dreingir.
Eitt langt skifti var Jóhannes Andres Næs lærari við Vágs Skúla. Aftur at vanliga læraraarbeiði sínum var hann millum teir fremstu at útvega bygdini eitt bókasavn og ein tekniskan skúla, har hann í fleiri ár var formaður. Eisini var hann blaðstjóri á Sunnudagsblaðnum í ein mansaldur.
Seinni í 1960’unum, tá ið Jóhannes Andreas Næs fekk aðrar uppgávur innan skúlaverkið, flutti familjan til Havnar at búgva.
Í álitisstørvum sínum í Føroyska skúlaverkinum hevur Jóhannes Andreas Næs verið ein av teimum, sum rættiliga hevur gjørt vart við seg – ikki bara sum lærari – men eisini sum skúlaráðgevari innan serskúlaundirvísingina og føroyska skúlabókaútgávu, har hann í eini 20 ár var stjóri á Skúlabókagrunninum, limur í Føroya Lærarafelagi og harav formaður í 8 ár. Eisini hevur Johannes Andreas Næs verið í stýrinum fyri Útvarpi Føroya í eitt langt áramál.
Allastaðni – har hann hevur luttikið - hevur Jóhannes Andreas Næs gjørt sín góða mun galdandi bæði í sínum almenna virksemi eins væl og privat. Ikki bert ein ørgrynna av skúlabókum hava sæð dagsins ljós gjøgnum hansara hendur, men eisini hevur hann sjálvur skrivað fleiri bøkur og ritgerðir av ymsum slag – bæði í bundnum og óbundnum máli.
Hóast Jóhannes gavst við sínum lønta virksemi fyri meira enn tjúgu árum síðan, er hann ikki givin at arbeiða enn. Hvønn morgun fer hann snimma á føtur, fær sær ein drekkamunn og leitar síðan yvir at onkrum av mongu arbeiðsborðum sínum, har pappír hópar seg upp í mappum við ymsum frámerkjum á. Hetta eru bøkur, hann er í holt við, nú hann onki hevur at gera og bara kann skriva, sum honum lystir.
Og ikki er tað hissini, sum kemur frá hansara hond av frásøgnum, sum hann eigir í ríka minni sínum, hevur granskað í ella fingist við í fyrilestrasamanhangi. Minningar, smálestrar til hvønn gerandisdag, frásagnir um Adventssálmar og ikki minst stóra bókaverkið: Varðar á Kirkjugøtuni, sum framvegis kemur við einum bindi afturat um árið – eisini í ár, nú rithøvundin fer um tey níti.
Jú, av sonnum kunnu vit geva rithøvundanum rætt, tá ið hann í poesisavni sínum, Keldufar, í 1949 yrkir fyri okkum:
Tað vakurt er at droyma um sól, ið farin er,
og finna millum minni eitt lítið fagurt ber;
men vakrast, tá ið gloymskan, tað hevði burtur beint,
og finna tað so aftur at vera frískt og reint.
(Flóvin Flekk – 1949)
At fara um tey níti árini og framvegis at eiga so mong frísk og føgur ber at bera okkum yngru, prógvar bara, at aldur ikki altíð skal teljast í árum, men heldur í frískari heilsu og góðum huga til tær løtur, vesturskini unnir okkum.
Verð tí heilsaður á nítiáradegnum, hósdagin, 16. september, við teim bestu ynskjum um mong góð ár enn, har hugur og hegni eru frísk til gott verk við Guds signing.
Vit eru mong, sum gleða okkum til hugnaløtuna í Meinigheitshúsinum í Havn nú
Leygardagin, 18. sept.ember, kl. 15.
p