Millum sjónarmiðini hjá Etiska Ráðnum finna vit tað hjá nevndarliminum Karin Verland, cand.med, sum vísir á, at arbeiðsgevarar hava medábyrgd, tí fólk eru til arbeiðis stóran part av lívinum.
- Teir 8 árbeiðstímarnar verða tey ávirkað av tí, sum fyritøkan bjóðar, so sum kantinu, baðiumstøðum, venjingarhøli .. og ikki minst av mentanini og umhvørvinum á staðnum. Arbeiðsgevarin skal helst ikki forða fólki í at liva eitt sunt lív, sigur Karin Verland.
Hon trýr upp á at starvsfólk eru áhugað í heilsuni.
- Og tá arbeiðsplássið javnan bjóðar heilsueftirlit, eru stór sannlíkindi fyri, at sjúkur verða funnar í góðari tíð, so viðkomandi kann koma í viðgerð í góðari tíð.
Hon vísir her á, at sunnari og glaðari starvsfólk geva eyka bonus hjá arbeiðsgevaranum við at:
* Minka um sjúkrafráveruna
* Økja framleiðsluna
* Bøta um umdømið
* Geva betri møguleika fyri at lokka skikkað fólk til sín
* Geva betri møguleika fyri at halda og at motivera starvsfólkini
Lat læknan um tað
Í hinari grøvini finna vit sjónarmiðið hjá Lotte Hvas, Dr.med, næstforkvinna í etiska ráðnum. Hon vil vera við, at arbeiðsplássið skal ikki leita eftir brekum, lýtum ella sjúkueyðkennum hjá starvsfólkunum, men bøta um karmarnar sum heild. Eitt nú við góðari kantinu, roykipolitikki, møguleika fyri flextíð, atgongd til venjingarhøli og tilboð um alkoholavvenjing.
- Men, at lata stjóran hava ábyrgd fyri heilsustøðuni hjá tí einstaka er illa umhugsað. Skulu MUS samrøðurnar (starvsfólkasamrøður) nú snúgva seg um, hvørt viðkomandi roykir, drekkur ella vigar ov nógv? Nei, hon skal snúgva seg um arbeiðið, sigur hon, og rópar heilsueftirlitini fyri eitt slag av fast-food fyribyrging: Populert og lætt keyptar tómar kaloriur.
- Tí, mótsætt stjóranum, hevur óhefti, almenni læknin ongi egináhugamál, har hann ynskir tann sjúka frískan aftur skjótari enn neyðugt, ella at fyritøkan skal hava avlop á botnlinjuni, sigur hon, og greiðir frá, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum gera av, nær arbeiðsgevarin skal hava innlit í heilsustøðuna hjá starvsfólkum.
- Og lat tað eisini vera soleiðis framyvir, staðfestir næstforkvinnan í Etiska Ráðnum, sum endar við orðunum: Lat stjóran vera stjóra og far so til læknan, um heilsan bilar.
--
ERT TÚ SAMD ELLA ÓSAMD?
Brot úr kjaki um heilsueftirlit á arbeiðsplássinum.
- Nú kann tað vera nokk!!! Arbeiðsgevarin skal blanda seg uttanum. Alt hetta heilsutyraniið er farið út um øll mørk. Eru vit fræls menniskju ella hvat?
- Eg hevði ikki funnið upp á at sett eitt ósunt, skitið ella tatoverað fólk í starv. Heldur ikki tjúkk ella sjúk fólk, tí tey framleiða also minni. Eg skal hava yvirskot og ikki hjálpa fólki av við fiti ella misnýtslu.
- At hann er stjóri gevur honum ikki førleika at handfara alt møguligt annað um meg. Hetta er ein glíðibreyt, sum er til at fáa marruna av.
- Um ein arbeiðsgevari sær, at eitt starvfólk oyðileggur sítt lív við ósunnum lívsstíli, er tað so ikki hansara etiska skylda at hjálpa viðkomandi, í staðin fyri at koyra hann úr starvi? Eitt fólk við stórum trupulleikum skal hava tilboð um hjálp, so tað kann vera á arbeiðsplássinum. Verðin er ikki altíð svørt/hvít.
- Arbeiðsgevaragoldin heilsueftirlit og – sjúkratryggingar elva til mannamun millum tey á arbeiðsmarknaðinum og tey uttanfyri. Tað almenna eigur at rinda heilsueftirlit fyri allar borgarar!
- Løgi, at so nógv fokus er á heilsu og langt lív, tá politikarar og vinnulív onki leggja í fólk, tá tey verða gomul.
--
Keldur: Etiska Ráðið og Politiken
--