eru ósamd um framtíðina - vit eru eisini ósamd um, hvør okkara verandi støða er. Sambandið hevur sagt eitt, og Tjóðveldi nakað heilt annað. Flokkar, sum virka í somu skipan, hava verið ósamdir um, hvat hetta [...] sjálvum tingsalinum. Uttan mun til, hvussu nógvar meiningar eru um eitt mál, so verður bara ein endalig avgerð tikin kortini. Tað leysa kjakið um avgerðina hoyrir heima millum manna, í miðlum og inni í flokkum [...] einki umboð. Harumframt eru Føroyar alt ov smáar til so nógv valdømi. Flestøll eru samd um, at skipanin er óruddilig. Nú mugu vit fara undir kjakið um, hvussu vit fáa skil á. 10 raskir einstaklingar fáa
sum einki sakligt hava at siga kortini, halda sær frá at biðja um orðið. Glantrileikur burturav Í Løgtinginum seinnapart 2. februar 2010 fingu vit tó sjón fyri søgn, at hetta ikki var førið. Als ikki. Kropp [...] retorikkin eitt sindur. Orðaskiftið var í síni heild lítið sakligt, og snúði seg aloftast um alt møguligt annað, enn um at argumentera antin fyri ella ímóti at Rósa Samuelsen skuldi loysast úr starvi. Sum ikki [...] fyrr enn orðaskiftið snúði seg um, hvørt blokkniðurskurðurin hjá Tjóðveldi, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum var orsøkin til, at alt gongur av skriðuni, ella um veruliga orsøkin nú mundi vera s
Her kundi leiklutur fornminnissavnins verið formidlingin, kunningin, um hesi djórasløg. Hyggja tit tykkum í kring, so síggja tit, at sjálv eru vit longu byrjað at hava høsn, dunnur og gæs á garðinum - [...] upp við ein tjóðskaparligan. Tó, tað víst seg, at vit fingu onga flaggstong til dagin, so enn er hesin heldur viðkvæmi spurningurin lagdur á ís, enn so fáa vit høvi at umhugsa hann ímeðan! Eitt eru teir reint [...] men fleiri teirra vóru so illa farnar, at tað ikki bar til at fáa tað stóra burturúr teimum, greiðir Finnur Johansen frá. Nógv ókend fólk Nú verður ein partur av hesum myndunum so sýndur fram. Nakrar hava
var ivi um, um antin arbeiðið nú fór at verða liðugt, áðrenn nýggi Smyril flaggskrýddur kom grøvandi inn eftir fjørðinum, men tað náddu tit so ruddiliga. ? At tað so var hesin Smyrilin, sum so trúliga [...] fjørðinum, so vit varðveittu farleiðina innan fyri Lítla Hólm umframt tað umhvørvið, vit hava sæð av norðursíðuni alt lívið. ? Tað er so farið og í dag eru vit ivaleyst eins fegin sum øll onnur um lidna arbeiðið [...] beinanvegin, at talan var um valaverk og tað ynskti hann øllum pørtum tillukku við, bæði løgtinginum, sum hevði játtað peningib til havnina og býráðnum á Tvøroyri, sum hevði samstarvað um ætlanina. Men ikki minst
møguleika minni enn so. Í Norðstreymi hava vit merkt niðurskerjingina serliga nógv seinastu árini, og eru fólk sera fortørnað um hesi viðurskifti. Um nakar sum helst vilji er til staðar, so mátti tað kunna [...] bygdunum. Um Postverk Føroya onki annað hevur í ermuni enn at lata posthús aftur og niðurleggja landpostboðið, so er bara at snara lykilin um á Postverki Føroya og grýta hann langt vekk, so ongin finnur [...] Ì Norðstreymi fellur hamarin tíðum, tá um niðurlegging av posthúsum og landpostboðum ræður. Posthúsið í Hvalvík varð niðurlagt fyri fleiri árum síðani, og fingu tey landpostboð í staðin, hetta eftir avtalu
bestu dagar, tú hevði livað,- at hetta bar til at syngja so væl, visti fáur í bygdini. Var sangverðin so sterk og so stór, at maður kundi syngjað so væl saman við kóri og undirspæli? Hetta rakk langt í huganum [...] kríllinum. Tær gera mannin í so máta ikki eldri. Nei heldur tað, at tað er ein sjarma meira, og minni er at kemba. Tú ert so "streymlinjaður" sum fáur, og ikki sum eg veit um, hevur skammlop verið í tíni [...] Ikki vardi tað meg, at tú vart komin so langt upp í árini. - Speglið er ikki, tað tað hevur verið,- kanst tú siga, men sigur speglið tær tað, so er sannleikin ein annar. Nei Poul Jacob! Tú ert eins fattur
Hetta skipaðu so brøðurnir fyri og løgdu arbeiðið til rættis. Tá ið teir so fluttu húsini, tók tað teimum bert ein hálvan tíma at flyta øll húsuni uppá pláss. Seinni bygdi so Poul upp í húsuni, so tey blivu [...] Hann er púra klárur, og ein kann práta við hann, sum um hann var ein unglingi. Tá eg skal skriva eitt sindur um Poul, má eg fyrst skriva eitt sindur um pápa hansara, og okkara viðurskifti við hann. Pápi [...] centnarar inni. Allir bátar har um leiðir vóru farnir at sigla, og nú fóru teir eisini. Tá teir høvdu siglt nakað, steðgaði motorurin, og hvat teir so enn royndu, fingu teir ikki motorin í gongd aftur
misbrúkt til sovorðið svínskt og ljótt antidemokratiskt bakbit. So tosar hon um at branda Klaksvíkina positivt – hetta er primitivt út um alt sømuligt mark, brúka hart vunnar skattakrónur, til niðurgerð [...] sum frægast, so vit um nøkur fá ár sleppa burtur úr skuldarkreppuni, og aftur kunnu líta framá. Tað kostar í veljarandirtøku í løtuni, men at latið staðið til eini tvey ár afturat, og so farið undir upptakið [...] ómettiligum kapitalistiskum penganymfomanum, sum ongantíð fingu nokk í einum púra fríum liberalistiskum búskapi, har sloganini hjá Jørgini Niclasen um fríu marknaðarkreftirnar og borgarligu idealini vóru í
fíggjarliga økinum. Tað er stórt spell, at tit ikki vilja vera við til at skifta orð um og leggja ætlanir fyri hesum møguleikum. Ikki minst tí tit eru væl vitandi um, at teir eru har. Endurskoða ikki niðurbróta [...] fullveldismálinum. Hava tit bert eitt lítið vet av journalistiskum medviti, so sigur hetta tykkum, at tit eiga at gera so. Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður [...] hava nakra kvalifiseraða hugsan um blaðmannaarbeiði (men blaðfólk kunnu væl hava kvalifiseraðar hugsanir um alt-eisini sosial viðurskifti), tó eri eg ikki eina løtu í iva um, at fóru ávíkavist ábyrgdarblaðstjórin
sama ár fingu listafólkini boð frá kommununi um, at tey kundu keypa húsini. Prísurin á húsunum var settur at vera 2,5 mió. kr., men sambært ListGraFo hevði Heðin Mortensen gjørt teimum greitt, at um tey megnaðu [...] fysikkstovuna í kommunuskúlanum. Um hetta mundið hevði kommunan ætlanir um at gera kommunuskúlan til lista- og mentanarhús, og felagið sendi tí eisini umsókn til kommununa um at fáa fast innivist í skúlanum [...] fekk ListGraFo boð um at flyta amboð og útgerð oman í gomlu evningsstovuna undir auluni. Eitt gott ár seinni, í 2016, skuldi skúlin brádliga tømast. Tey í ListGraFo fingu ikki boð um, at skúlin skuldi tømast