Politiskur glantrileikur fyri 75.000 krónur

Løgtingið var í gjár karmur um ein heldur margháttligan politiskan glantrileik. Misálitið móti Rósu Samuelsen var á skránni og orðaskiftið vardi fýra tímar. Í besta føri varð ein hálvur nýttur til at argumentera fyri ella móti sjálva misálitinum

Politisk eygleiðing

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Seinnapartin í gjár reisti Miðflokkurin eitt misálit móti landsstýriskvinnuni í almannamálum, Rósu Samuelsen. Høvið, sum flokkurin nýtti at reisa misálitið, var, at landsstýriskvinnan fríggjadagin lýsti tvær kunngerðir, sum millum annað hækka egingjaldið hjá pensjónistum, sum búgva á sambýlum ella røktarheimum. Men undirliggjandi vóru allar tær broytingar og skerjingar, sum eru framdar á almannaøkinum síðan Rósa Samuelsen tók við.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, legði misálitið fram í einari kenslubornari røðu og nýtti við støði í orðum hjá farna javnaðarmanninum, Petur Mohr Dam, at sosiali bardagin er eitt lívlangt stríð, høvið at heita á Løgtingið um at loysa Rósu Samuelsen úr starvinum sum landsstýriskvinnu í almannamálum, tí alt álit á hana var rokið.

Eitt misálit er eitt tað ógvusligasta amboðið, lóggevandi valdið hevur at nýta móti tí útinnandi valdinum. Eitt slíkt amboð verður sjáldan nýtt og eigur at verða nýtt við varsemi. Tvinnar niðurstøður eru gjørligar, tá misálit verður reist. Tað er sum eitt tvíeggjað svørð, sum antin gevur einum koppandi landsstýrisfólki mønustingin ella reisir tað fult uppaftur. Verður misálitið samtykt, er niðurstøðan, at Løgtingið einki álit hevur á landsstýrisfólkinum. Verður misálitið hinvegin felt, er tað ein álitisváttan, sum sigur, at Løgtingið hevur fult álit á, at landsstýrisfólkið útinnir starv sítt á fullgóðan og ábyrgdarfullan hátt.

Tí skuldi ein trúð, at eitthvør misálit verður viðgjørt í størsta álvara, og at løgtingslimir í slíkum føri gera sær størsta ómak at halda orðaskiftið á einum høgum og sakligum støði, og at teir, sum einki sakligt hava at siga kortini, halda sær frá at biðja um orðið.


Glantrileikur burturav

Í Løgtinginum seinnapart 2. februar 2010 fingu vit tó sjón fyri søgn, at hetta ikki var førið. Als ikki.

Kropp á kropp komu løgtingslimir – aloftast teir somu umaftur og umaftur – upp á løgtingsins røðarapall. Hvat teir flestu gjørdu har, er ikki gott at vita. Í besta føri nýttu teir høvið at royna sær retorikkin eitt sindur. Orðaskiftið var í síni heild lítið sakligt, og snúði seg aloftast um alt møguligt annað, enn um at argumentera antin fyri ella ímóti at Rósa Samuelsen skuldi loysast úr starvi.

Sum ikki einaferð í politiska gerandisdegnum á Løgtingi gekk ikki long tíð, fyrr enn orðaskiftið snúði seg um, hvørt blokkniðurskurðurin hjá Tjóðveldi, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum var orsøkin til, at alt gongur av skriðuni, ella um veruliga orsøkin nú mundi vera skattalættarnir, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin samtyktu í samgonguskeiðnum frá 2004 til 2008.

Tunlar, fiskidagar, fiskiloyvi, tú gjørdi hatta og tit gjørdu hatta. Ákærur flúgva aftur og fram saman við stórum orðum sum populisma, fjølmiðlaspæl og kensluporno. Lutvíst smápersónligar, lutvíst partapolitiskar.


Cost-Benefit

Tó so, viðgangast skal, at onkur var somikið at sær komin, at viðkomandi tók orðið við tí eina endamáli at argumentera fyri ella móti. Onnur nýttu høvið til, í stórum ideologiskum vendingum at tváa sær hendurnar eitt sindur og skjóta partar av skuldini á onnur, meðan onkur nýtti høvið at minna veljaran á, at tit kundu bara valt okkum, so var alt øðrvísi.

Í flestu førum vóru stórir, innantómir flosklar tað berandi í viðmerkingunum.

Flest øll mundu vita, hvat úrslitið av hesum misáliti fór at vera, longu áðrenn orðaskiftið fór í gongd. At lagt sakligu argumentini á borðið og atkvøtt átti ikki at tikið stórt meira enn tann eina tíman, kanska tveir.

Men orðaskiftið í Løgtinginum vardi góðar fýra tímar, áðrenn atkvøtt varð. Eitt heilt dagsverk hjá politikarum.

Sjálvir hava politikar ofta hugtakið cost-benefit á lofti, tá tosað verður um íløgur. Hvat vit fáa búrturúr fyri tann kostnað, tað hevur.

33 løgtingslimir vóru til staðar. Fleiri av landsstýrisfólkunum tað sama. Løn teirra er góðar 34.000 krónur um mánaðin, hjá landsstýrisfólkunum góðar 45.000 krónur um mánaðin.

Við 20 arbeiðsdøgum í hesum mánaðinum er dagslønin ávikavist 1700 og 2250 krónur. Tilsamans er kostnaðurin hjá landskassanum fyri arbeiðsdagin í gjár sostatt góðar 75.000 krónur, umframt eftirløn og yvirtíð hjá starvsfólkum løgtingsins.

Benefittið veldst um eygað, ið sær. Rósa Samuelsen fekk eina álitisváttan. Andstøðan fekk høvið at rósa sær sjálvari og ákæra samgonguna. Samgongan tað sama um andstøðuna. Hvat fólkið, veljarin og skattgjaldarin fingu burturúr hesum arbeiðsdegnum í løgtinginum, er ivasamt. Helst einki.

Kanska var tað bara ein politiskur glantrileikur fyri 75.000 krónur.