Ja, sjálvt tey mest sambandssinnaðu eru ivasom um viðgerðina stóru bløð okkara, Dimmalætting og Sosialurin, geva ætlanunum hjá samgonguni á sjálvstýrisleið. Og neyvan man nakað politiskt mál hava fingið so einstáttað ósakliga viðgerð. Tað er eyðsæð, at bløðini og flokkar teirra hava avrátt at ganga hond í hond í hesum málið. Tað er eyðsæð, at eingin teirra hevur dirvi til at fara undir at viðgera málið neyvt og slettis ikki at skifta orð við hin partin um nakað sum helst. Taktikkurin er einvísur og púrasta greiður. Alt fullveldistos skal niðurgerast og tileinkisgerast við lættkeyptum ræðusøgum. Ja, í nógvum førum siga bæði blaðfólk og politikarar væl vitandi beinleiðis ósatt.
Hví hvørki javnaðar- og sambandsfólk og lakajar teirra á bløðunum ikki tora í ein dialog við samgonguna, kunnu vit bert gita um. Ein orsøk man í hvussu er vera, at tey eru í uppisetri, bæði hvat ideologi og boðskapi viðvíkur, og at tey tí tevja tiltrongdan politiskan vinning við ræðsluherferðini móti teimum, sum royna at koma upp á pláss, bæði hvat ideologi og boðskapi viðvíkur.
Leiðarin í Dimmu
Blað Sambandsfloksins, Dimmalætting, hevur einvíst vent tíðindablaðshugsanini bakið og er vorðin málgagnið fyri svartastu afturhaldshugsan, ið hugsast kann. Fyrst var tað ábyrgdarblaðstjórin, sum førdi pennin í nakrar mánaðir, síðan kom so tann nakra yngri blaðstjórin til. Einasti munurin er, at yngri maðurin hevur lættari penn, men blekkið er framvegis kolasvart.
Sjálvur havi eg leingi hugsað sum so, at leiðararnir á Dimmu hava verið so beinleiðis jánkasligir, at teir ikki hava verið verdir einum aftursvari. Men løgið nokk hevur ein hoyrt ein sannan hóp - av ikki tjóðveldisfólkum - sagt júst tað sama um somu leiðarar. Blaðstjórin á Dimmalætting nýtti í fjør høvi í teiginum Hinvegin at greiða fólki frá, ar sosialráðgevarar ikki kunnu hava nakra kvalifiseraða hugsan um blaðmannaarbeiði (men blaðfólk kunnu væl hava kvalifiseraðar hugsanir um alt-eisini sosial viðurskifti), tó eri eg ikki eina løtu í iva um, at fóru ávíkavist ábyrgdarblaðstjórin og blaðstjórin á Dimmalætting til próvtøku við leiðarum sínum í skjáttuni, so fingu bæði eitt stórt null við píli niðureftir. (tey eru bæði lærd blaðfólk).
Hinvegin kunnu vit so bæði staðfesta og ugga okkum við, at soleiðis hevur tað altíð verið við Dimmu og sambandsfólki, og at vit vita, hvar vit hava tey. Men eg havi hug at spyrja hvar hini blaðfólkini á Dimmu er í øllum hesum? Tey sita kanska hvønn dag samlað kring blaðstjórarnar og lurta eftir ræðusøgum við opnum muði og hárinum í andarisi.
Orð Jóannesar
Sosialurin var eitt skifti við at menna seg til eitt gott og hampuliga óheft tiðindablað, har blaðstjórin gekk á odda við m.a. at banna ónevndum lesarabrøvum. Men alt hetta hevur sami blaðstjóri eftir fáum vikum brotið niður og oyðilagt - í mínum hugaheimi med alla. Sosialurin er í dag vorðin til málgang hins Jóannes Eidesgaard pluss ífyllu. Og har standa tey blaðfólkini við sjálvum blaðstjóranum á odda við gapandi muði og eta hvørt einasta orð ókókað.
Jóannes eigur ikki bert hálvar og heilar Sosialar, hansara orð verða prentað, júst sum tey verða søgd. Ikki ein sál tykist seta spurnartekin við eitt einasta orð, sum meistarin sigur.
Tað er eingin, sum ivast í, at Jóannes Eidesgaard hevur ment seg sum politikari, og er ein av teimum allarstørstu profilunum á økinum. Hann og onnur skulu tó ikki gloyma, at hann í løtuni er bæði óvanliga priviligeraður og forkelaður. Tí pressan (ikki bert bløðini) er eftir honum, bert tað letur í honum, hon er eftir honum, tá hann tegir. Pressan er støðugt eftir honum. Tað vil siga, at pressan nýtir hann ikki neyðvendugvís, tí hann sigur ella ger tað rætta, men tí hann er í teirri støðu, hann er í (hann fær jú onga kapping frá profilleysa Sambandinum á andstøðuøkinum).
Tó hevur Jóannes fleiri ferðir víst okkum, at hann hevur nakað eftir á, tá tað snýr seg um at læra taktiska stevið til fulnar.
Nú veit eg ikki, um Jóannes Eidesgaard fer at duga at kenna hógv, ella hann fer at lata pressuna nýta og misnýta seg soleiðis, at hann fer at fáa trupult við at finna samleika sín aftur í øllum meldrinum. Men tað sær í hvussu er út, sum ætla blaðfólkini á Sosialinum at lata seg misnýta av Jóannesi í tann mun, hann vil tað. Tey hava ikki fyri neyðini at hugsa í álvarsmálum, tað ger Jóannes Eidesgaard fyri tey. Tann tíðin tykist tíverri at vera farin, tá starvsfólk á Sosialinum høvdu møguleikan at vera við til at mynda høvuðsboðskapin í blaðnum. Medvit og kritiskur sansur hjá blaðstjóranum tykist vera farið fullkomiliga fyri bakka. Ein situr við teirri kenslu, at sigur Jóannes Eidesgaard ímorgin, at eingin olja er í føroysku undirgrundini, so hevði blaðstjórin á Sosialinum dagin eftir havt feitu yvirskriftina: Eingin olja við Føroyar.
Sjálvt geniali skemti og álvara teknari blaðsins er snávaður. Teknarin hevur í mong ár, við sínum eygleiðingum og evnum at orða tær við strikum, verið okkara politiski viðmerkjari nummar eitt, tvey og trý. Men í dag eru tekningar hansara meira enn eitt sindur tendensiøsar við einum veti av óndskapi uppí. Vit staðfesta, at sami teknari er alt annað enn sjálvstýrissinnaður.
Verið djørv
Sum sannførdur tjóðveldismaður, sum ein, ið vil føroysku tjóðini allar hugsandi menningarmøguleikar, heiti eg tí staðiliga á andstøðupolitikarar og ikki minst á blaðfólkini á stóru bløðunum, um at sýna Føroya fólki virðing og sóma, og fara undir ein opnan og sakligan dialog um ætlaninar á sjálvstýrisleið. Alt annað er ein ósømilig undirmeting av fólkinum.
Eg krevji ikki, at tit skulu vera samd, men havið dirvi til at skifta orð um t.d. vinnumøguleikar og harvið eisini møguligar inntøkukeldur, føroyingar kunnu rokna við.
Tit vita, eins og onnur, at alivinnan eftir byrjunartrupulleikar, barnasjúkur, ávíst ábyrgdarloysi, ja, so fer hon skjótt upp á eitt útflutningsvirði oman fyri milliardina. Tit vita, eins og onnur, at ferðavinnan hevur verið og helst framvegis er í somu undantrupulleikum, men at hon fer at menna seg og geva gott íkast í okkara búskap. Hóast forðingar og kvalifiseraða kapping, so hevur Atlantic Airways prógvað, at tað ber til at reka eitt føroyskt flogfelag á høgum støði. Jú, felagið fekk neyðugu hjálpina og væl tað, men hygg at AA ídag. Tit vita, eins og onnur, at soleiðis fer at verða við øðrum vinnum, sum t.d. tøkni, føroyskum dugnaskapi og ídni (sum útflytir virðismiklar tænastur) smáídnaði av ymiskum slagi, nýhugsan innan fiskivinnuna. Menningarmøguleikarnir eru stórir innan landbúnaðin. Við mjólk, kjøti, dyrkan og ull. Vit hava møguleikar at menna førleikar í samband við oljuleitingar og fyrireikingar til oljuvinnu, førleikar, sum vit kunnu nýta kring allan heim. Tit vita, eins væl og onnur, at hesir og aðrir møguleikar finnast í ríkiligan mun. Og at hesir møguleikar bert skulu hava sína menningartíð, áðrenn teir fara at geva sítt ríkiliga íkast til raksturin av samfelagi okkara. Í ætlanum samgongunar er skiftistíðin menningartíðin.
Tit vita, at føroyingar higartil tíverri í alt ov stóran mun mest sum einvíst hava lagt dentin á eina einstáttaða fiskivinnu. Hetta er við at gerast søga, og bæði framtíðin og alskyns møguleikar liggja víðopnir fyri okkum. Lítið bert í snotiligu faldararnar, Menningarstovan letur gera í samband við, at føroyskar fyritøkur eru við á framsýningum uttanlands. Har síggja tit, at vit hava nógvar spennandi útflutningsfyritøkur í landinum, og hesar bert bíða eftir endaliga frambrotinum. Hetta frambrotið kemur ikki við doyvandi lítlabeiggjasambandi við aðra tjóð men við at menna samfelagið og framala dynamikkin.
Tit vita, at tað eisini snýr seg um at fáa fremmandan kapital til landið, og tað, at vit eisini megna at fáa ágóða av tænastum, útintar uttanfyri landoddar okkara.
Tit vita eisini, at ein tjóð fyri og onnur eftir hevur staðfest tann óreingjandi veruleikan, at suvereniteturin í sjálvum sær gevur tjóðini nógvar og stórar fyrimunir - ikki minst á fíggjarliga økinum.
Tað er stórt spell, at tit ikki vilja vera við til at skifta orð um og leggja ætlanir fyri hesum møguleikum. Ikki minst tí tit eru væl vitandi um, at teir eru har.
Endurskoða
ikki niðurbróta
Tað harmar meg eisini almikið, at bæði andstøðupolitikarar og blaðfólkini á floksbløðum, so eirindaleyst royna at billa fólki inn, at sokallaða vælferðin fer fyri bakka tann dagin, fullveldið Føroyar verður kunngjørt. Vit hoyra solosang og kór taka upp í saman, upp í saman: Vit missa rættin til sjúkuviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum (hóast tit eru væl vitandi um, at vit gjalda hvørt oyra fyri hesa viðgerð, sum tó langt frá altíð er á nøktandi støði). At vit missa rættin til at fáa útbúgvingar uttanlands (hóast greiða avtalur fyriliggja um tað øvugta). At vit missa heimarøktina, barnaansingarmøguleikarnar, pensiónir, sosialhjálp og so mangt annað. At fólk rýma av landinum, at eina frælsar Føroyar verða mest sum fólkatómar.
Samgongan hevur ongan ætlanir um at seta fólk í verri støður, enn tey eru í ídag. Heldur er tað hin vegin ætlanir um, at endurskoða og gera tænastuna munadyggari. Nú syngja partar av Tjóðveldisflokkinum og partar av Fólkaflokkinum ikki beinleiðis tvírædda á soialpolitiska økinum, men partarnir tykjast í hvussu er at vera samdir um, at endurskoðan av tænastuøki ikki nýtist merkja, at tænastan verður verri ella niðurløgd. Og partarnir tykjast eisini vera samdir um, sum oman fyri nevnt, at fólk skulu ikki vera verri fyri samanlagt.
Og so skal tað sjálvsagt heldur ikki vera nøkur loyna, at ein so slóðbrótandi avtala á sjálvstýrisleið krevur, at partarnir hittast á hálvari leið á ymsum økjum. Andstøða og pressa høvdu heldur sýnt mansmót og tjóðini ans, um tey vístu vilja til at vera við í neyðugu og sjálvsøgdu endurskoðanini av almennum tænastum.
Samgongublað
Innihaldið í stóru bløðunum hesa tíðina ber okkum hvønn dag boð um, at eingin kapping er á økinum. T.v.s at tað sæst, at samgongan ikki hevur blað ella bløð, sum dagliga bera boðskapin og koma við aftursvarum og álopum á hin partin. Stóru bløðini høvdu ikki hóreiggjað sær soleiðis, sum tey gera, um samgonga var betri fyri á blaðøkinum.
Og tað er nokk vorið flestu samgongulimum greitt, at stóru bløðini fara at geva andstøðuni ov nógvar fyrimunir, um ikki samgonga ger nakað munagott á økinum. Og einasta munadygga eg dugi at síggja, at samgongan kann gera, er at stovna eitt felags blað, sum kann gerast eitt triðja stóra blað í føroyska blaðheiminum. Tað hevur verið tosað um, at samgonguflokkarnir skuldu hava felags blað, og eg fari við hesum at skjóta upp, at hetta blað verður veruleiki, so skjótt til ber. Og eg fari tí eisini við hesum at heita á teir tríggjar samgonguflokkarnar um at taka stig til samráðingar um hetta mál beinanvegin.
Eitt slíkt blað verður eitt av teimum neyðugu amboðunum, samgonga fer at hava fyri neyðini í royndunum at veruleika gera ætlaninar um einar frælsar Føroyar. Sjálvur ivist eg ikki eina løtu í, at frælsa føroyska samfelagið verður bæði sunt og fólkaríkt. Men tað tykist tíverri soleiðis, at mesti parturin av blaðfólkum okkara hava valt antin at lata seg nýta í ræðsluherferðunum hjá andstøðuni, ella tey hava fingið skriviforboð um ávís viðurskifti, ella tey hava valt at lata sum einki. Í øllum førum eru tey viðvirkandi til, at andstøðan ótarnað sleppur at ræða fólk aftur á sambandsleiðina. Tey eru viðvirkandi til at andstøðan sleppur ótarnað at fremja nakað, sum eftirtíðin møguliga fer at halda vera eina óbótagerð móti landi og fólki.
Fari at enda hesa grein við einari staðiligari áheitan á føroysk blaðfólk, um ikki at lata seg niðurbinda av, at ávísir flokkar hava ávíst tilknýti til blaðið, tey starvast á. Verið ikki bangin fyri at kunngera fyri fólkinum, hvørja støðu tit hava í fullveldismálinum. Hava tit bert eitt lítið vet av journalistiskum medviti, so sigur hetta tykkum, at tit eiga at gera so.
Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður