Í endamálsorðingini hjá Postverki Føroya stendur í § 1 stk. 2 millum annað, at vera tænastuveitandi stovnur, og í so stóran mun sum gjørligt rikin út frá handisligum sjónarmiðjum, at laga seg eftir menning samfelagsins og átaka sær víðkað virksemið, tá ið viðurskiftini tala fyri tí.
Ì Norðstreymi fellur hamarin tíðum, tá um niðurlegging av posthúsum og landpostboðum ræður.
Posthúsið í Hvalvík varð niðurlagt fyri fleiri árum síðani, og fingu tey landpostboð í staðin, hetta eftir avtalu við Postverk Føroya, og vóru fólk yvirhøvur væl nøgd við hesa skipan.
Annars kundu tey avgreiða síni postørindir norðuri á Oyrarbakka ella aðrastaðni. Sama var galdandi fyri Saksun, Tjørnuvík og Haldarsvík.
Í Hósvík hevur landpostboð verið í fleiri ár, og hevur tað virkað væl, men so er ikki longur.
Í vár komu harraboð sunnan úr Havn, at landpostboðið varð niðurlagt í Hvalvík og Hósvík og tey, ið høvdu postørindir kundu avgreiða síni viðurskiftir á Oyrarbakka ella suðuri í Kollafirði ella aðrastaðni.
Eftir at Heðin Zachariasen reisti muntligan fyrispurning í tinginum herfyri um niðurlegging av landpostboðunum í Hvalvíkar og Hósvíkar kommunu fyrr í vár, kom fram, at hettar var ein liður í einari framtíðar rationaliseringsætlan hjá Postverki Føroya.
Inni á Toftum varð boða frá fyri páskir, at har skuldi posthúsið lata aftur, men hetta funnu fólk á staðnum seg ikki í, sum rímiligt var.
Úrslitið av hesum mótmælum var at landstýrismaðurin broytti avgerðina hjá Postverkinum, og posthúsið á Toftum er opið aftur, sum vanligt.
Altso, um bara nóg nógv fólk mótmæla, so broytist avgerðin. Hetta tykist vera ein sera løgin framtíðar rationaliseringspolitikkur hjá Postverki Føroya.
Nú eru Postverkshúsajarðarferðarpolitikkurin komin til Kvívíkar, Leynar og Stykkið, posthúsið afturlatið og onki í staðin. Avgreiðið tit tykkara postørindir í grannabygdunum.
Løgin hugsunnarháttur og arbeiðsháttur fyri eina almenna fyritøku, hvørs endamál er at vera tænastuveitari fyri landsins borgarar, og at vera ein mennandi stovnur fyri land og fólk.
Postverksstjórin átti at havt annað endamál við sínum stovni enn at jarða alt, ið er minni enn eitt ávíst, uttan at koma við nøkrum ístaðin.
Tað er ongin loyna, at nógv er broytt í okkara samfelagi seinastu árini, sambandið er gott millum oyggjarnar og alnótin vinnur meira og meira innpass hjá tí vanliga fólkinum, men tað er ikki øll, ið hava henda møguleika minni enn so.
Í Norðstreymi hava vit merkt niðurskerjingina serliga nógv seinastu árini, og eru fólk sera fortørnað um hesi viðurskifti.
Um nakar sum helst vilji er til staðar, so mátti tað kunna latið seg gjørt, at fólk kundu avgreitt síni postørindir eftir tørvi ella eftir avtalu við postboðið úti á bygdunum.
Um Postverk Føroya onki annað hevur í ermuni enn at lata posthús aftur og niðurleggja landpostboðið, so er bara at snara lykilin um á Postverki Føroya og grýta hann langt vekk, so ongin finnur hann aftur.