Suðuroyarsiglingin
? Hóast nýggi Smyril gjørdust jólatrøll, pakka vit kortini tær fyrstu jólagávurnar á suðuroyarleiðini upp
Tað helt Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyri, tá ið hann tók nýggju samferðsluhavnina í Suðuroy í nýtslu, beint eftir døgverða tollaksmessudag, hósdagin 23. desember.
Løgmaður var høvuðsrøðari, tá ið heilt nógv fólk hevði leitað sær yvir á nýggju samferðsluhavnina hendan kalda, men frálíka góða vetrardagin, tá ið nýggja samferðsluhavnin alment varð tikin í nýtslu.
Og løgmaður ásannaði beinanvegin, at talan var um valaverk og tað ynskti hann øllum pørtum tillukku við, bæði løgtinginum, sum hevði játtað peningib til havnina og býráðnum á Tvøroyri, sum hevði samstarvað um ætlanina. Men ikki minst ynskti hann teimum tillukku, sum høvdu verið við í arbeiðnum, bæði fyrisitingarliga og verkliga.
? Úrslitið er ein prýðiligur varði fyri tykkara hegni og førleika, segði løgmaður.
Hann segði, at mangan var ivi um, um antin arbeiðið nú fór at verða liðugt, áðrenn nýggi Smyril flaggskrýddur kom grøvandi inn eftir fjørðinum, men tað náddu tit so ruddiliga.
? At tað so var hesin Smyrilin, sum so trúliga hevur tænt okkum í skjótt 30 ár, sum er fyrsta skipið, ið brúkar havnina, haldi eg er í fínasta lagi. Tað hevur henda ediliga skúta so sanniliga uppiborið, helt løgmaður fyri.
Eitt annað, sum hann fegnaðist um, er, at kostnaðarmetingin í einum almennum arbeiði enn einaferð hevur hildið.
? Articon hevur við hesum arbeiði víst, at vit eiga dyggan førleika til at gjøgnumføra slíkt arbeiði.
Løgmaður segði, at tað var ongin loyna, at hann var ein av teimum, sum ikki vóru so fegin um, at hendan havnin liggur júst her, hon liggur.
Hann sipar til, at tað vóru nøkur, sum av umhvørvisligum og ivaleyst eisini nostalgiskum grundum hildu, at havnin kundi ligið longur inni á fjørðinum, so vit varðveittu farleiðina innan fyri Lítla Hólm umframt tað umhvørvið, vit hava sæð av norðursíðuni alt lívið.
? Tað er so farið og í dag eru vit ivaleyst eins fegin sum øll onnur um lidna arbeiðið.
Løgmaður ivaðist onga løtu í, at vit hava fingið eina góða havn. Men hon verður uppaftur betur, tá trapputorn, farstøð og pakkhús er komið.
? Vit kunnu staðfesta, at tað eru ikki bara veður- og aldumátingarnar, sum hava víst, at hetta var rætta staðið at leggja havnina. Veruleikin hevur víst, at hon er kyrr, meðan fjørðurin hevur verið í einum glaðuroki.
? Ættirnar bíta snøgt sagt ikki á her á Krambatanga, segði løgmaður.
Portrið til Suðuroynna
Annars segði Løgmaður, at nútíðin og framtíðin fara at gera hesa havnina til portrið hjá Suðuroynni til restina av landinum og til útheimin.
? Tað er hiðani, at lívsleiðin hjá mongum okkara fer at byrja, og tað verður vónandi umvegis hesa havnina, at mong teirra venda aftur til oynna.
Hann vónaði og ynskti, at henda havnin fer at gerast eitt týdningarmikið snúningspunkt fyri einum munandi størri virksemi fyri alla Suðuroynna, eins og hon vil medvirka til, at onnur eisini finna Suðuroynna sum ein møguleika.
Hann vónaði somuleiðis, at teir møguleikar, sum Tvøroyri nú hevur fingið við gomlu samferðsluhavnini á Drelnesi, eisini fer at blása lív í nýtt virksemi okkum øllum at gagni.
Løgmaður bar eisini heilsu frá hinum báðum landsstýrismonnunum, sum varaðu av havnini, men sum ikki fingu verið við á hátíðarhaldinum.
Teir eru Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum varðar av byggingini og Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum varar av Strandferðsluni, sum skal brúka havnina.