Framsýning av gomlum fotomyndum úr Havnini hevur verið ein fastur táttur á ólavsøku í nógv ár. Finnur Johansen hevur í øll árini staðið fyri hesi framsýning, sum hesa ólavsøkuna verður í Smiðjuni í Lítluvík.
Í ár verða tað hundrað ára gamlar portrettmyndir, ið verða sýndar fram. Talan er um myndir, ið Kristin í Geil hevur tikið í atelierinum hjá sær í tíðini millum 1895 og 1910.
Einar tveyhundrað myndir verða sýndar fram teir tríggjar dagarnar, framsyningin hevur opið. Tá hon letur aftur 30. juli, er ætlanin at flyta myndirnar niðan í Tilhaldið í Føroya Banka og hava tær hangandi har eina tíð.
Myndirnar funnar í 70'unum
Kristin í Geil hevði lært sum journalistur í Danmark. Heimafturkomin var hann blaðstjóri á Tingakrossi, og harumframt hevði hann egið atelier í húsunum heimi í Geil, ið lógu har Gjaldstovan liggur í dag.
Partur av blaðmannaútbúgvingini tá á døgum var myndatøka, og tískil dugdi Kristin í Geil hetta kynstur. Fotopláturnar við myndum hansara vórðu funnar á loftinum í fyrrverandi húsum hansara einaferð í 1970'unum av nýggju húsaeigarunum - fjøruti ár eftir at Kristin í Geil búði har.
- Har mundu vera eini sekshundrað myndir, men fleiri teirra vóru so illa farnar, at tað ikki bar til at fáa tað stóra burturúr teimum, greiðir Finnur Johansen frá.
Nógv ókend fólk
Nú verður ein partur av hesum myndunum so sýndur fram. Nakrar hava verið at sæð fyrr, men nógvar verða sýndar fyri fyrstu ferð.
- Vit vita hvørji fólkini á umleið helvtini av myndunum eru. Hvørji fólkini á hinum myndunum eru, vita vit ikki enn, men vit vóna, at onkur av teimum vitjandi á framsýningini kunnu siga okkum, hvørji tey avmyndaðu eru. Hatta eru jú myndir av ommum og abbum hjá fólki, sum í dag eru tilkomin, og nøkur munnu fara at síggja eina mynd aftur, sum tey kenna og kanska hava hangandi heima í stovu síni, sigur Finnur Johansen.
Mest havnafólk
Fyri fimtan árum síðan var framsýning, har nakrar av portrettmyndunum hjá Kristini í Geil vórðu sýndar fram, og tá vórðu fleiri av teimum avmyndaðu kend aftur.
Spurdur um hvaðani fólkini á myndunum eru, svarar Finnur, at uttan iva eru tey flestu úr Havn.
- Men á einari av myndunum sá eg ommu og abba mín av Viðareiði, og tað er væl hugsandi, at nógv av teimum avmyndaðu, ið vit enn ikki hava fingið navnið á, koma av bygd.
Nøvnini hava nógv at týða
Myndirnar verða vanliga goymdar á Føroya Fornminnissavni, ið hevur góðar umstøður at goyma tær undir, so tær ikki farast. Men um tað ikki verður staðfest, hvør er á myndunum, heldur Finnur Johansen ikki, at tær vera serliga spennandi í tíðini framyvir.
- Tað stuttliga er at vita hvørjum myndin er av. Bara at vita at tað er ein føroyingur ella eitt fólk úr Havn, er ikki so spennandi. Tískil vóni eg, at nógv av teimum avmyndaðu fara at verða kend aftur, tá fólk koma til framsýningina, sigur Finnur Johansen, ið fyrr rak Býarsavnið, sum tíverri gjørdist húsvilt, tá sparast skuldi í Tórshavnar Kommunu fyrst í nítiárunum.rskeiðinum í 1920-árunum.
At endurskapa eitt heim frá hesum tíðarskeiði hevur ikki verið heilt lætt. Ein meinbogi undir arbeiði okkara hevur veirð, at savnið als ikki átti nøktandi lutir, innbúgv, ið kundu lýsa nevnda tíðarskeið. Tí hava vit verið noydd at lænt lutir til framsýningina. Tíbetur hava fólk verið so beinasom, at fleiri hava lænt ella deponerað lutir, sum í dag eru at síggja í húsinum, og tað eru vit teimum sera takksom fyri.
Í nøkrum førum hava vit verið so heppin, at vit hava kunnað fingið ella lænt lutir, ið upprunaliga stava frá húsunum - lutir, ið sostatt hava verið í ættini á garðinum í mong ár. Hetta er við til at seta sín heilt serliga dám á framsýningina, sjálvandi.
Við at kaga inn í úthúsini vil hin vitjandi hava høvi at síggja tað, ið hesir bygningar vórðu nýttir til og tað, ið har varð goymt av eitt nú føroyskum mati. Hetta fer kanska at hava serligan áhuga hjá útlendingum.
Tær heimildir, sum vit byggja okkara vitan um fortíðina á - verið tær seg søguligar ella fornfrøðiligar - loyva okkum bert at síggja glottar av einum søguligum veruleika - soleiðis er eisini í hesum føri. Tað tíðarskeið, vit her tosa um, eru tað tó fleiri, ið eru okkara millum, ið enn minnast, og tí enn er verulieki fyri tey - í hvørt fall í minninum. Men vit yngru og fyri ikki at umtala tey yngstu ættarliðini, kenna lítið ella einki til hetta tíðarskeið, og fyri okkum er hetta søga. Hinvegin kann eisini so væl vera, at onkur tykkara metir, at onkrir av lutunum, ið eru at síggja her, eru heldur ungir ella nakað gamlir í mun til nevnda tíðarskeið. Hetta eru vit vitandi um, og neyðugt verður at skifta onkrar av lutunum út, sum frá líður, og savnið fær lutir, ið betur umboða hetta tíðarskeið.
Eiga at flagga
við Dannebrog
Hetta at føra aftur til 20-árini er ikki bara sum at siga tað, tí alt skuldi jú vera so ektað sum gjørligt. Til bóndahúsið hoyrir ein havi, ið skal fáast í stand. Og ett nú hava vit í havanum eina flaggstong. Hon er so at siga burtur í dag, men vit ætlaðu at endurreisaq hana, sjálvandi. Men her rendu vit okkum í ein heilt serligan trupulleika, tí nú varð so spurningurin, ið nógv varð tosað um, nevniliga: at í 1920-unum varð flaggað við Dannebrog í Hoyvík!
Her hava vit rent okkum í ein varðveitingar-etiskan spurning, ið má vigast upp við ein tjóðskaparligan. Tó, tað víst seg, at vit fingu onga flaggstong til dagin, so enn er hesin heldur viðkvæmi spurningurin lagdur á ís, enn so fáa vit høvi at umhugsa hann ímeðan!
Eitt eru teir reint fysisku karmarnir og innbúgvið. Men vit hava eisini roynt at fingið fram nakað av tí dáminum, her einaferð var. M. a. er okkum fortalt, at nakað heilt serligt fyri garðin vóru smákøkurnar, Marin, sum var húsmóðir á garðinum í nevnda tíðarskeiði, bakaði og serveraði fyri fólki, ið komu á gátt - her var serliga talan um kleynur, jødakøkur og tekøkur.
Lendið í Hoyvík
Sum áður nevnt varð tíðliga víst á, at Hoyvíkin átti at verið eitt framtíðar fríøki. Tað er einki at taka seg aftur í, at væl hevur verið hugsað og fyriskipað, við ikki at lata byggja út her, og at avgerð landsstýrisins um at lata tey ymisku áhugamálini, ið landsantikavrurin í 1983 vísti á, samskipa undir Fornminnissavninum, var røtt. Hetta fer at bera ávøkstur og verða okkum øllum at gagni í komandi tíðum. Hvønn týdning tað hevur at hava henda grøna blettin, sum nú er heilt umgirdur av býarlívinum, liggjandi her í friði, er ikki ringt at fáa eyga á.
Her er lætt at koma til hjá fólki, ja, hann liggur so at siga mitt í býnum. Serliga merkist hetta, tá tað fer at vára - ikki einans á djóra- og plantulívinum, men tá koma eisini børnini - barnagarðar, skúlaflokkar og seinni aftur ferðafólk at vitja, og fyri at nýta hetta umhvørvið - tó so, nøkur eru tey, ið vit, ið her hava fingið tann framíhjárætt at starvast, síggja mest sum alt árið - eitt nú joggarar og so grannarnar, sjálvandi. Vit eiga at hava í huga, at trivnaður eisini eru mentan! Eisini fer savnsvirksemið her at liggja væl fyri í sambandi við framsýningarnar í Brekkutúni.
Tó so, enn er ikki rokkið heilt á mál. Tosað hevur verið um eitt sokallað livandi savn, har høvi eisini skal vera at síggja føroysk húsdjór, ið vóru vanlig á einum garði. Hetta arbeiðið hongur saman við einum øðrum arbeiði, og her hugsi eg um álitið, arbeiðsbókur hevur gjørt viðvíjandi varðveiting av føroyskum húsdjórasløgum - eitt arbeiði, ið enn ikki er komið heilt undir land. Her kundi leiklutur fornminnissavnins verið formidlingin, kunningin, um hesi djórasløg. Hyggja tit tykkum í kring, so síggja tit, at sjálv eru vit longu byrjað at hava høsn, dunnur og gæs á garðinum - til stóra gleði fyri okkum og frægd fyir tey vitjandi. Satt at siga hevði garðurin og umhvørvið verið eitt deytt landslag, um ikki hesin fenaður hevði verið.
Eisini er eitt nú nýtslan og røktin av bønum tengd at hesum spurningi - her írestar nógv, til ein endalig loysn er fingin á øllum.
Parkeringsviðurskiftini eru tíverri ikki greidd enn, og heldur ikki eru allir bygningarnir endurreistir enn - eitt nú liggur sornhúsið sum toft, og niðast í Kúrdali stó myllan, ið ætlandi verður farið undir at reisa í næstum.
Eg fari at enda við at takka øllum tykkum mongu, sum á ein og annan hátt eisini mentalt - hava stuðlað hesum tiltaki, verið tað seg við at veita tiltakinum fíggjarliga hjálp, tykkum handverkarum, gevarum, lánarum, og síðst men ikki minst: starvsfólkunum á savninum, sum øll hesi mongu ár hava luttikið í arbeiðinum - ikki minst tykkum, sum seinastu tíðina og seinastu dagarnar og longu kvøldini, hava stíðst fyri at fáa alt liðugt til upplatingina. Nú havi eg ikki nevnt nakran við navni, men eg fari at loyva mær at veita eina serliga tøkk til Osvu Olsen, savnvørð, sum við fakligum kunnleika, hegni og treysti hevur staðið á odda fyri og myndað tað arbeiðslið, ið hevur fingið framsýningina til tað, tit nú hava høvi at síggja her Heima á Garði - stóra tøkk.