Prísin ber kommunalt fíggjaða antiherferðin í Norðlýsinum móti javanaðarflokkinum og “Landssjúkrahúsinum í Havn”. Har síggja vit allar garparnar sum eru farnir í politiskt parlag, Jákup M, Bjørn K saman við Jákup J, hvørs hægsta ynski er at gerast komandi lokalpolitikkari, breiða seg út, saman við frúgvunum Gunnvá K, Óluvu K og Elsebeth M. Hetta er langt úti, at senda eitt antijavnaðarblað í hvørt hús í landinum, gratis, við einum endamáli, at knúsa Axel Johannesen sum politikkara, goldið av Klaksvíkar býráði við 6 heilsíðulýsingum og harvið fíggjað av øllum klaksvíkingum, eisini trúgvu javanaðrveljaranum har norðuri – og sum als ikki tænir nøkrum endamáli. Gunvá við Keldu borgarstjóri (fyri allar borgarar í Klaksvík!!??) mátti hildið seg verið ov góða, at latið seg misbrúkt til sovorðið svínskt og ljótt antidemokratiskt bakbit. So tosar hon um at branda Klaksvíkina positivt – hetta er primitivt út um alt sømuligt mark, brúka hart vunnar skattakrónur, til niðurgerð av Axeli og javnaðarflokkinum.
Nógv hent í Klaksvík hetta valskeiðið
Vita tit ikki, at t.d. Heilsutrygd er skipað í Klaksvík umframt nýggj matvøruútbúgving er skipað har norðuri, skipaður er maritimur depil, uppfest endurvenjing og játtaður peningur til ryggambalatorinum og útbyggjan av Tekniska skúla – alt komið hetta valskeiðið, meðan garparnir á tingi, Bjørn og Jákup, hava kapprøtt á tingi, um tað neyðuga at spara hjá tí almenna (hvar skul vit ítøkiliga spara??), og í veruleikanum eigur javnaðarflokkurin æruna fyri, at heilsuverkið, og har m.a. Klaksvíkar sjúkrahús, ikki liggja í andaleypi hetta komandi árið av kravdu sparingum, ið hesir báðir fegnir vildu hava - teir eru júst ikki kendir sum verjar av nøkrum sum luktar av almennum verkum, tað veri seg skúli, sjúkrahús ella almannaverk!! Men nú látast teir sum... Stuttligt hevði verið at frætt frá Norðlýsinum, hvat Sambands- og Fólkaflokkurin hava lagt lunnar undir har norðuri seinastu mongu árini?
Royndarstund
Stolta norðurlendska javnaðarleiðin , sum hevur skapt fyrimyndarligu vælferðarsamfeløgini her á okkara leiðum, (og sum sjálvandi ikki eru nøkur sjálvfylgja!) fær ákoyringarnar, nú fíggjarkreppan valdar, og roynt verður at siga fólki frá, at ikki er brúk fyri javnaðarflokkum meiri, tí komið er á mál. Skilji væl fólk, at tey eru ikki sørt skuffaði av gongdini í løtuni á fleiri økjum í samfelagnum, tí neyðugt er at spara. Og flokkurin, sum situr við sjálvum fíggjarmálaráðharranum, er javnaðarflokkurin, sum má taka neyðugu stigini, og hava hárfinu javnvágina millum játtanir og sparingar fyri eyga fyri at hóra undan, sum frægast, so vit um nøkur fá ár sleppa burtur úr skuldarkreppuni, og aftur kunnu líta framá. Tað kostar í veljarandirtøku í løtuni, men at latið staðið til eini tvey ár afturat, og so farið undir upptakið í milliardaklassanum, dikterað av útlendskum bankkreditorum? Ja, tá skal ongin ivast í, at núverandi støðan er sum tann reini sunnudagsskúli afturímóti teimum krøvum, sum tá høvdu verið sett! Hetta er tíverri neyðugt arbeiði.
Hvat er alternativið til javnaðarflokkin?
Men javnaðarflokkurin er samstundis garanturin fyri, at grundleggjandi sosialu virðini í samfelagnum, so sum almanna- og heilsumálini, skúlaverkið o.s.fr. altíð verða best vard og varðveitt, tá javnaðarflokkurin situr við ræðið, og tað er ikki minst galdandi í hesum hørðu peningatíðum, sum vit beint nú uppliva – javnaðarflokkurin hevur skapt hesi grundleggjandi virðini fyri trivnaði og vælveru hjá tí einstaka borgaranum, og hesum hjartablóði sleppur flokkurin ikki av hondum so uttan víðari! Og tí verður skuffilsi millum javnaðarfólk tess størri, tá hesi øki verða rakt - tað er líkasum sáttmálabrot onkursvegna millum borgara og samfelag. Men hvørt mansbarn í hesum landi veit, at fíggjarkreppan, sum valda hevur síðani 2008 i øllum vesturheiminum, er ikki íkomin av javnaðarávum, men av ómettiligum kapitalistiskum penganymfomanum, sum ongantíð fingu nokk í einum púra fríum liberalistiskum búskapi, har sloganini hjá Jørgini Niclasen um fríu marknaðarkreftirnar og borgarligu idealini vóru í hásæti!! Eg meini tað, framtíðin er borgarlig! Uttanríkisráðharrin við ongum ríki, hann er bara skemtiligur! Besta dømi er Ísland, har vinir Jørgins válkaðu sær í borgarligheitini – og upptakið eigur sjálvandi palliba. Jóhanna Sigurdardóttir, forsætisráðharri, mátti taka yvir eftir kammiratarnar hjá Jørgini vóru flýddir við pengaposanum á bakinum, og nú er skemtiligi Jørgin farin at breggja sær av nøkrum um Eik banka, sum hann lítlan og ongan leiklut hevur átt í (kanska líka “nógv” sum í Skálabergsmálinum í Murmansk á sinni, nevniliga= null!!) – hvussu stuttligur, yvirfladiskur og skemtingarsamur kann man verða Jørgin, við ella uttan embætisrukkum á andlitinum!??
Var ein dagin í FK undan jólum, og har møtti eg manni, sum segði, at nú hevði staðið illa til, um ikki hann og familjan fingu pening úr Als og Samhaldsfasta, innkeypsvognurin hevði verið tómur! Hevur man ikki nógv at takka javnaðinum fyri? Tók sanniliga undir við manninum og ynskti honum gleðilig jól!