Politikkur - ella bara stammukríggj?

90% taka lut, tá val er. Men skipanin virkar so illa, at næstan eingin fær tað, hann vil hava. Her eru nøkur uppskot um ábøtur

Í Føroyum taka 90% lut, tá løgtingsval er. Tað er uttan iva heimsmet. Og tað skuldi givið møguleikar fyri einum politikki, sum er ógvuliga væl kjølfestur í fólksins vilja.
Men tað er okkurt, sum kiksar á vegnum. Tí fólk eru sera misnøgd við ta politisku skipan, sum tey sjálv stuðla so væl.
Eg havi skriva nakað um hetta farnu vikurnar, og mong siga seg vera samd: Her er okkurt galið. Politiska skipanin umsetir ikki áhugan hjá veljarunum á nøktandi hátt. Tað er ikki bara minnilutin, sum er við skerdan lut - næstan eingin fær tað, hann vil hava.
Men at semjast um at vit hava ein trupulleika, er sín sak. Takið er at finna útav, hvat vit kunnu gera við hann.
Her eru nøkur boð - hugsað sum upplegg til kjak:
Pressan
Føroysk vallyfti er altíð órealistisk. Tað vita bæði journalistar, veljarar og valevnini sjálv. Fólk siga bara okkurt. Tí tey vita, at tá tey skulu samráðast við aðrar flokkar eftir valið, falla øll givin lyfti burtur kortini.
Viðhvørt spyrja journalistarnir tann mest avgerandi spurningin av øllum: Hvønn flokk fara tit at samstarva við? Og tá er svarið altíð tað sama: Hjá okkum standa allar hurðar opnar!
Hetta svar verður góðtikið av journalistunum - og tað ber ikki til! Tí eingin flokkur kann gera nakað sum helst einsamallur. Tað eru alliansurnar við aðrar flokkar, sum skapa møguleikan at reka politikk. Ein alliansa - ein politikkur. Ein onnur alliansa - ein annar politikkur. Saman við Fólkaflokkinum ger Javnaðarflokkurin okkurt - saman við Tjóðveldinum okkurt heilt annað. Tí eigur veljarin at vita, hvønn hann fer at samstarva við.
Tað er sjálvandi lætt at vera politikari, tá tú kanst lova øllum alt, og síðani "vaska talvuna reina" valkvøldið. So leingi tað ber til, verður tað gjørt. Men tað eigur ikki at bera til! Tí tað ger, at veljarin ikki hevur ánilsi av, hvat hann fær fyri atkvøðuna.
Journalistar eiga at krevja av flokkunum, at teir siga hvønn teir vilja samstarva við eftir valið. Vilja flokkarnir ikki tað, eigur at verða gjørt øllum púra greitt, at vallyftini ikki eru annað enn vakrar sápubløðrur.

Stjórnarskipan
Ein grundleggjandi trupulleiki hjá okkum er, at vit ikki bara eru ósamd um framtíðina - vit eru eisini ósamd um, hvør okkara verandi støða er. Sambandið hevur sagt eitt, og Tjóðveldi nakað heilt annað. Flokkar, sum virka í somu skipan, hava verið ósamdir um, hvat hetta er fyri skipan...
Vónandi eydnast at finna eina breiða - helst fulla - "tjóðskaparliga semju" í teirri nýggju stjórnarskipanini, sum nú er um vera liðug. Eydnast tað, verður politiska lendið væl ruddiligari!

Fólkaatkvøður
Í nøkrum málum hava veljarakanningar bent á, at tingið tók eina avgerð, sum ikki var í samsvari við tað, sum fólk ynsktu. Dømi eru 266b og at fara frá sjey til eitt valdømi.
Eg tók fult undir við bæði 266b og einum valdømi - men hetta er ikki í lagi. Tingið eigur ikki at ganga ímóti meirilutanum í tílíkum málum.
At havt fleiri fólkaatkvøður hevði helst verið tað rætta fyri at sleppa undan tí.

Ov nógvir flokkar
Tað eru alt ov nógvir flokkar í Føroyum! Tað skapar bara ruðulleika, at 50.000 fólk hava seks politiskar fraktiónir.
Í fyrsta lagi ger hetta, at allir flokkarnir eru sera veikir.
Í øðrum lagi ger hetta, at tað kegl, sum átti at verið avgreitt inni í stórum, skipaðum flokkum, fer fram í sjálvum tingsalinum. Uttan mun til, hvussu nógvar meiningar eru um eitt mál, so verður bara ein endalig avgerð tikin kortini. Tað leysa kjakið um avgerðina hoyrir heima millum manna, í miðlum og inni í flokkum. Ikki á tingi.
Í triðja lagi seta teir mongu flokkarnir óneyðug mørk millum fólk - bæði úti í samfelagnum og á tingi. Teir kíla tjóðina sundur, og fastlæsa tað sundurlyndi, sum stundum eyðkennir okkum. Kjakið millum flokkar minnir ofta meira um stammukríggj enn politiskan dialog.
Í fjórða lagi gera teir nógvu flokkarnir, at veljarin aldrin fær verulig, politisk alternativ at taka støðu til. Í staðin fyri ein meiriluta og ein minniluta, býta flokkarnir okkum øll - veljarar og politikarar - upp í seks isoleraðar minnilutar.

Uppskot til ábøtur
Eg havi áður agiterað fyri, at vit áttu at valt løgmann beinleiðis. Tað hevði helst, sum tíðin leið, gjørt, at vit fingu tveir "blokkar" við hvør sínum løgmanskandidati.
At farið aftur til "læstar" vallistar hevði eisini verið skilagott. Tá setur flokkurin kandidatarnar upp í nr. 1, 2 og 3 osv., og ger sostatt av, hvør verður valdur. Hetta hevði givið flokkunum veruligt vald, og soleiðis styrkt teir. Tað hevði tvingað politiskt ambitiøs fólk inn í flokkarnar. Og tað hevði forðað fyri, at fólk við persónligum ambitiónum valdu sær onkran tilvildarligan flokk sum lopfjøl.
Eitt hægri sperrumark hevði verið gagnligt. Tað kundi forðað fyri, at kaosið bleiv verri, enn tað er.
Anfinn Kallsberg hevur eitt boð, sum eg ikki taki undir við, men sum er vert at taka við: Vit skulu hava ensku valskipanina. Eitt valdømi fyri hvønn løgtingslim, og allar avlopsatkvøður detta burtur. Fyrimunurin við hesum er, at tríggir ella fýra av flokkunum skjótt høvdu horvið, og vit høvdu fingið eina samansjóandi, ruddiliga og sterka skipan. Vansin er, at ein flokkur (teoretiskt) kann fáa 49% av atkvøðunum, men einki umboð. Harumframt eru Føroyar alt ov smáar til so nógv valdømi.
Flestøll eru samd um, at skipanin er óruddilig. Nú mugu vit fara undir kjakið um, hvussu vit fáa skil á.
10 raskir einstaklingar fáa ikki ferð á 10-mannafarið, fyrr enn teir virka sum ein eind, og áralagið er í ordan!