sá annars út til, at tað kundi fara at gerast ein spennandi dystur. Liðini fylgdust nokk so langt á leið, men tá komið var til støðuna 10-10 setti Mjølnir ferð á og Fleyr orkaði ikki at fylgja við. Tað vóru [...] tað var Mjølnir sum hevði munin, og tað var Mjølnir sum gjørdi av hvussu leikast skuldi. Fleyr fylgdi bara við. Annað sett endaði við, at Mjølnir vann 15-7 og nú sást tyðiliga, hvønn veg tað bar. Tær vónir [...] áðrenn nakar Fleyr-leikari visti av. Klæmint Isaksen servaði hoppservir og tær kláraði Fleyr einki at gera við. Ikki fyrr enn Klæmint servaði í netið fekk Fleyr bóltin aftur, og aftan á tað gekk eitt sindur
er heldur ikki altíð so lætt at fáa alt at passa saman. Nú fríggjadagin skal eg til dømis aftur til Ísland at spæla við í einum sjónleiki. Samstundis skal eg verða við at spæla inn ein nýggjan íslendskan [...] sálarliga. Kropsliga at eg skuldi vera sterk, og sálarligar at eg skuldi geva til kennar kenslur mínar, sigur Maria Ellingsen. ? Men hetta er kortini nógv øðrvísi í mun til, tá ið eg byrjaði at spæla film fyrstu [...] einum sjónleiki fái eg kanska eini 8 vikur at læra meg alt uttanat, men so má eg eisini duga tað. Men av tí sama kunnu sýningarnar gerast ymiskar, alt eftir, hvussu áskoðarnir eru. Agnes Filmurin Agnes byggir
Maria. ? Sum barn haldi eg, at eg kann siga at Føroyar varð mítt annað heim. Men nú er tað longri ímillum eg eri her og ferðist. Tá ið eg búði í USA var tað at koma heim at koma til Ísland. Tí er tað faktiskt [...] Tað er stuttligt at koma aftur til Føroyar. Hesaferð er mamma við, og hon nýtir at ganga runt í Havn og síggja hvussu alt er broytt, sigur Maria. Tolin, realistisk og jarðbundin ? At eg havi føroyska bakgrund [...] mammu at hava bæði beinini á jørðini, at verða realistisk og ikki minst at vera tolin. Í yrkinum, sum eg havi, má ein veruliga venja seg til alla tað longu bíðitíðina. Sum dømi nevnir Maria, at tá ið hon
Norðoyggjum. Tað er úr Sandoyni at minst rusk kemur. Haðani fær IRF uml. 375 kubikmetrar av ruski pr. íbúgva. Hetta, at Sandoyggin er lægst, samsvarar væl við tosið um, at lítil aktivitetur er í Sandoynni [...] var jú ikki fyrr enn seint í 1997, at gongd kom á flakarvirkini í oynni, so tað er væl hugsandi, at næsti ruskroknskapur sær frægari út fyri teir. Onnur talva vísir hvussu virksemi á brennistøðini er mánað [...] serliga virkini, sum eru røsk at geva brennistøðini meira arbeiðið. Hyggja vit eftir einari aðrari talvu í ársfrágreiðingini, sum vísir nøgdina av ruski pr. íbúgva, so síggja vit, at størsti parturin av ruskinum
m. TAÐ er eisini løgið, at hesin framherji og fremsti talsmaður fólkafloksins skal hava so frítt spæl til at reka sína sambandsku linju. Hvussu ber tað til, at eingin talar at. Eru Anfinn Kallsberg, John [...] hann legði dent á, at tað er ikki ÓB sum er formaður, men Anfinn Kallsberg. Rætt er tað, men hvussu ber tað so til, at ÓB sleppur at marknaðarføra fólkaflokkin! Var tað kanska bara fyri at vinna fólkatingsmannin [...] gjørt greitt, at flokkurin fór at leggja meira á sjálvstýrisbógv. At hetta skal verða ein samtykt á einum landsfundi sigur næstan alt, tí ein skuldi trúð, at hetta var so grundfest í flokkinum, at tað ikki
in, virða teir ognarrættin, ella hvussu ætla teir at býta samfelagsvirðini, o.s.fr. Ella sagt við øðrum orðum, hvussu er muran í teimum. Eg meini, at vit øll eiga, at minnast orðastríðið um milliónina [...] førarar. Um so verður, haldi eg, at veljarin eigur at fáa at vita, hvørjir hesir persónar eru, sum veljast skal ímillum. Tað hevði helst verið ein ov harðlig byrjan, at havt slíkar hoyringar, sum tey brúka [...] hesir førarar, ella stavnamenn fólkafloksins? Eru teir veruliga tað, teir siga seg vera? Hvat hava teir at vísa á? Hvat hava teir gjørt, sum eydnaðist? Hvat miseyðnaðist? Hava teir gingið reiðiliga um tað,
meiri lønandi. Á Internetinum er í hvussu er ein hópur av mátum at søkja arbeiði uppá, og tað kostar ikki meiri enn telefongjaldið. Tað finnast tveir høvuðsmátar at søkja starv á Netinum. Tú kanst søkja [...] mongu starvsbankunum, har í hundraðtali av leysum størvum eru at finna, ella tú kanst vóna eftir, at starvið finnur teg, nevniliga við at senda inn upplýsingar um teg sjálvan og so bíða, til starvið endar [...] Tað finnast nógvir háttir at leita sær nýtt arbeiði. Í góðu gomlu døgunum ? tvs. fyri nøkrum árum síðani ? ráddi um at granska starvslýsingarnar í bløðunum, ella senda ein javnan streym av umsóknum í eyst
har er eitt spæl, har tað ræður um at gerast skítfullur: ein barrvørður tveitir rusk og brennivín út um diskin, og so ræður um ikki at verða raktur av ruskinum, men at lofta fløskunum og skola tær niður [...] forritini er, at tey við einum vanligum modemi taka einar tveir minuttir at heinta niður frá Netinum. So hvørt sum shockwave tøknin mennist og bandabreiddin økist, gerst tað alt stuttligari at blaða millum [...] flytiferðin sammet við skjótleikanum millum innaru partarnar á telduni, og partvís at menningin av forritunum til at gera stuttlig ting á Netinum júst er byrjað. Men tað kemur. Ein ábending um hetta fæst
sostatt tað, sum aðrir eisini hava borið fram, at teir høvdu fingið sær meiriluta fyri at koyra undirritaða frá sum formaður í Sambandsflokkinum. At royna at koyra meg frá sum floksformann, tað er í lagi [...] endar sína longu samrøðu við Sosialin við at vísa á, at tá flokkurin ikki sjálvur kann greiða fløkjuna, noyðast veljararnir hjá Sambandsflokkinum at gera av, hvussu lív verður lagað Sambandsflokkinum framyvir [...] tvey árini ferð eftir ferð alment sagt frá, at teir onki álit høvdu á mær. Har var onki álit at missa. Um tað hevði eydnast Bjørn á Heygum, saman við øðrum at koyrt meg frá sum floksformann, so høvdu Jóannes
eisini duga at fáa pening frá útlendingum, sum royndarfiska undir Føroyum. Japanesarar skiltu ikki, hvussu teir kundu fiska fyri meira enn 50 miljónir krónur undir Føroyum í fjør heyst uttan at skula gjalda [...] sanniliga eisini glottar at vísa á í føroyskari fiskivinnu, har menn eru gingnir nýggjar leiðir og væl hevur borið til. Trolarin Boðasteinur er eitt ítøkiligt dømi um, at tað ber til at ganga nýggjar leiðir [...] fólk í frælsum landi, mugu vit læra at vinna pening burtur úr øllum teimum møguleikum, vit hava og teimum, sum enn liggja ónýttir og bíða eftir okkum. Vit skulu læra at fáa pening burtur úr okkara støðu