Persónar kontra flokkar

Ikki heilt óvæntað var tað Fólkaflokkurin, sum kom við hugskotinum um at broyta valstríðið til løgtingið.

Nú skal ikki longur veljast millum hugsjónir, men millum persónar, ella sokallaðar førarar.

Um so verður, haldi eg, at veljarin eigur at fáa at vita, hvørjir hesir persónar eru, sum veljast skal ímillum.

Tað hevði helst verið ein ov harðlig byrjan, at havt slíkar hoyringar, sum tey brúka í USA, av framstandandi persónum. Vit kundu møguliga byrjað við einum almennum orðaskifti.

Hvørjir eru so hesir førarar, ella stavnamenn fólkafloksins? Eru teir veruliga tað, teir siga seg vera? Hvat hava teir at vísa á? Hvat hava teir gjørt, sum eydnaðist? Hvat miseyðnaðist? Hava teir gingið reiðiliga um tað, teir fingu litið upp í hendi? Virða hesir persónar einstaklingin, virða teir ognarrættin, ella hvussu ætla teir at býta samfelagsvirðini, o.s.fr.

Ella sagt við øðrum orðum, hvussu er muran í teimum.

Eg meini, at vit øll eiga, at minnast orðastríðið um milliónina, sum hvarv í Norðuroyum, hon kom tó aftur íaftur, sigst.

Vit hava enn ikki gloymt flakamaskinurnar vestri í Vágum.

Vit minnast enn sakarmáli millum ein blaðstjóra og ein lærara í Hoydølum.

Í Danmark missir tú alt politiskt vald, um tú koyrir bil ávirkaður, í Amerika skal bert ein kossur til, so er tann politiski deyðin vísur, men í Føroyum? Jú, eg meini tað.


Bjarnvarður í Dali