Arbeiði á Netinum

Internetið er eitt av bestu støðunum at finna nýtt arbeiði

Tað finnast nógvir háttir at leita sær nýtt arbeiði. Í góðu gomlu døgunum ? tvs. fyri nøkrum árum síðani ? ráddi um at granska starvslýsingarnar í bløðunum, ella senda ein javnan streym av umsóknum í eyst og vest, renna uppá dyrnar hjá fyritøkum ? og so annars bíða. Tað vóru tær hørðu, tíðarkrevjandi og dýru tíðirnar. Í dag kann hetta gerast bæði lættari, bíligari og kanska eisini meiri lønandi. Á Internetinum er í hvussu er ein hópur av mátum at søkja arbeiði uppá, og tað kostar ikki meiri enn telefongjaldið.

Tað finnast tveir høvuðsmátar at søkja starv á Netinum. Tú kanst søkja í einum av teimum mongu starvsbankunum, har í hundraðtali av leysum størvum eru at finna, ella tú kanst vóna eftir, at starvið finnur teg, nevniliga við at senda inn upplýsingar um teg sjálvan og so bíða, til starvið endar í brævsmoguni.


Starvsbankar

Fyrsti møguleikin er á Arbeiðsávísingini ? og tað skuldi eisini bara mangla. Har kanst tú leita á ein framkomnan hátt við at merkja av ávísar landslutir og sløg av starvum, skriva eitt leitiorð, sum tú roknar við stendur í starvslýsingini og so senda umsóknina avstað. Tað er ein skjótur máti at fáa yvirlit yvir, hvørji spennandi størv finnast. Um dreymastarv títt ikki finst á teimum vanligu økjunum, og tað gera størv inna mentan og undirhald til dømis ikki, kanst tú royna við eini vanligari umsókn, bara við leitiorðum.

Starvssíðurnar á Arbeiðsávísingini finnast á www.af.dk. Har er eisini eitt hitt bestqa yvirlitið yvir onnur støð á Netinum at søkja starv.


Størv í postboksini

Starvsdatabasur er ein máti. Hin eru tær tænastur, sum avgreiða størv út frá data, tú sjálvur skal senda inn um e-mail. Tað finnast fleiri ymiskar, men allar hava sum aðalmál, at tú sendur eitt e-mail við upplýsingum um teg sjálvan og hvørji størv, tú hevur áhuga í. Tá so eitt slíkt starv verður leyst, seta tær seg í samband við teg, og so kanst tú senda endaligu umsóknina ella møguliga fara til eina samrøðu.

Ein av hesum tænastum er CV-Indexið. CV stendur fyri Curriculum Vitae og er tann frágreiðing um seg sjálvan og tey størv og útbúgvingar, ein vanliga sendir í eini umsókn. Umsóknin verður send serliga anonym og í leitiligum formi, sum teir arbeiðsgevarar, ið eru í skipanini, síðani kunnu bólka eftir. Passa júst tínir upplýsingar til fyritøkuna, verður tú kontaktaður gjøgnum tænastuna. Hetta er púra ókeypir fyri umsøkjaran, meðan fyritøkan skal gjalda eina minni upphædd, um fólk verður sett gjøgnum CV-Indexið.

Fyrimunurin er, at ein alla tíðina kann søkja arbeiði uttan størri hóvasták. Ein letur bert síni data liggja, endurnýggjar tey, tá hetta er neyðugt, og bíðar so bara.

Tað eru sum nevnt nógvar tænastur á Netinum og harvið eisini nógvir møguleikar. Leita á adressuni www.af.dk ella á leititænastuni Jubii undir Erhverv/jobsoegning.