? Tað var ikki ein lættur leiklutur, eg hevði í filminum Agnes. Filmurin kravdi nógv av mær bæði likamliga og sálarliga. Kropsliga at eg skuldi vera sterk, og sálarligar at eg skuldi geva til kennar kenslur mínar, sigur Maria Ellingsen.
? Men hetta er kortini nógv øðrvísi í mun til, tá ið eg byrjaði at spæla film fyrstu ferð sum 17 ára gomul.
? Um eg til dømis skuldi gráta, kundi eg brúka fleiri tímar at geva til kennar hesar kenslurnar fyrr enn upptøkuliðið vóru nøgdir við upptøkurnar.
? Nú siti eg saman við øðrum til ein minutt áðrenn upptøkurnar. Tá ið upptøkurnar skulu gerast, fái eg fram tær kenslurnar, sum eru ætlaðar í filminum.
? Sjálvt um tað kanska ganga dagar ímillum, áðrenn framhald av somu upptøkum skulu gerast. Hetta havi eg millum annað fingið lært á sjónleikara og filmskúla.
Filmur og sjónleikur
Rólig og einføld greiðir Maria frá lívinum frammanfyri og ikki minst aftanfyri leiktjaldið. Hon hevur nevnliga sum fá onnur nýtt síni evni innan fleiri økir. Hon spælir nevnliga bæði við í filmum og í sjónleikum.
? Tað er ikki nógv onnur sum hava tað uppá hendan mátan, sum eg havi tað. Men tað er heldur ikki altíð so lætt at fáa alt at passa saman. Nú fríggjadagin skal eg til dømis aftur til Ísland at spæla við í einum sjónleiki. Samstundis skal eg verða við at spæla inn ein nýggjan íslendskan film.
? Tá ið tað er sjónleikur ert tú noyddur at vera við allatíðina, og alt má gerast í tí raðfylgjuni sum tað skal vera. Við filmi er øðrvísi.
? Upptøkurnar verða ikki gjørdar í tí raðfylgjuni, sum søgan í filminum ber fram. Tá kunnu eisini upptøkur gerast umaftur.
? Í einum sjónleiki fái eg kanska eini 8 vikur at læra meg alt uttanat, men so má eg eisini duga tað. Men av tí sama kunnu sýningarnar gerast ymiskar, alt eftir, hvussu áskoðarnir eru.
Agnes
Filmurin Agnes byggir á eina íslendska søgn frá 1830. Fólk í Íslandi kenna søguna, og enn meta fleiri, at tað varð órættvíst og skamma seg yvir tað sum hendi.
Filmurin varð tikin upp fyri fýra árum síðani, og kostaði 150 ísl. mill. kr. (uml. 15 mill. dk. kr.) Filmurin er vístur nógvastaðni í heiminum og seinasta Maria visti um, var at hann var vístur í Kina við kinverskari talu.
Við í Santa Barbara
Sjálvt um Maria bara er 34 ára gomul hevur hon verið við í nógvum filmum. Hon hevur verið við í fleiri íslendskum filmum, og nakað eftir at hon flutti til USA fekk hon ein leiklut í sjónvarprøðini Santa Barbara. Her vóru spældar heilar 167 filmir.
? Tá ið eg var í Hollywood sá eg næstan dagliga teir mest kendu sjónleikararnar. Soleiðis er lívið har. Ein annar stórur munur er eisini. Eg verði ikki rík av at at verða leikari í Íslandi.
? Í USA hinvegin fekk eg hinvegin tað sama í løn um dagin sum eg mátti brúka ein mánað í Íslandi til.
Maria er óivað vorðin mest kend frá tíðini, hon spældi í Santa Barbara, men hennara einasta filmsprís fekk hon í filminum Agnes, sum hon fekk fyri besta kvinnuliga leiklutin.
Íslendskt tiltak
Agnes verður sýndur í Norðurlandahúsinum í kvøld kl. 19.00. Tað er ókeypis atgongd.
Í hesi vikuni verður eisini jazzkonsert. Tað verða teir tríggir íslendarnir Guðmundur R. Einarsson, Ólafur Stephensen og Tómas R. Einarsson, ið fara at spæla mikukvøldið og leygardagin í Café Nátúr. Saman hava teir verið víða um heimin og spælt.
At filmurin og jazzkonsertin er nú, hevur samband við tiltakið sum verður í Badmintonnhøllini í vikuskiftinum - fríggjadagin fyri fyritøkum og leygardagin er opið fyri øllum - har fleiri fyritøkur úr Íslandi sýna og bjóða fram vørur og tænastur. Tað er TORREK (stytting av Tórshavn/Reykjavík) sum stendur fyri tiltakinum.
Bæði uttanríkisráðharrin í Íslandi og borgarstjórin í Reykjavík verða við til tiltakið.