Økta virksemið í landinum gevur eisini meira burturkast.
Í 1990 brendi IRF uml. 12.000 tons av ruski, og tey næstu tvey árini vaks nøgdin av ruski til umleið 14.000 tons.
Men í 1993 kom av álvara stígur í. Samfelagið steðgaði næstan upp, framleiðslan fall og innflutningurin fall.
Harvið minkaði eisini tilgongdin av »rávøru« til brennistøðina.
Úr 14.000 tonsum niður í uml. 11.500 tons.
Síðan tá er nøgdin bara vaksin. Um enn spakuliga tey fyrstu tvey árini, so vaks nøgdin.
Í 1996 og 1997 vaks tilgongdin av ruski sera nógv.
Gott 2.000 tons upp á tvey ár. Tað er ikki so lítið, men tað sigur eisini eitt sindur, um økta virksemi í landinum.
Í 1997 tók brennistøðin ímóti umleið 15.000 tonsum av ruski.
Sambært ársfrágreiðingini eru tað serliga virkini, sum eru røsk at geva brennistøðini meira arbeiðið.
Hyggja vit eftir einari aðrari talvu í ársfrágreiðingini, sum vísir nøgdina av ruski pr. íbúgva, so síggja vit, at størsti parturin av ruskinum kemur úr Norðoyggjum. Haðani fær IRF uml. 575 kubikmetrar av ruski pr. íbúgva. Í Norðoyggjum er nógv virksemi, men tað kann tykjast løgið, tí Meginøkið er stórt, og har er eisini nógv virksemið.
Tó kemur Meginøkið, sum er Eysturoyggin og partur av Streymoynni, beint í hølunum á Norðoyggjum.
Tað er úr Sandoyni at minst rusk kemur. Haðani fær IRF uml. 375 kubikmetrar av ruski pr. íbúgva.
Hetta, at Sandoyggin er lægst, samsvarar væl við tosið um, at lítil aktivitetur er í Sandoynni. Tað var jú ikki fyrr enn seint í 1997, at gongd kom á flakarvirkini í oynni, so tað er væl hugsandi, at næsti ruskroknskapur sær frægari út fyri teir.
Onnur talva vísir hvussu virksemi á brennistøðini er mánað fyri mánað.
Har sæst, at tað er skiftandi hvussu nógv rusk kemur inn, hvønn einstakan mánað.
Februar mánaði er tann slakasti við uml. 1.000 tonsum, meðan oktober er tann drúgvasti við uml. 1.600 tonsum.
Í frágreiðingini til talvuna sigur IRF, at óvanliga nógv rusk er komið til støðina seinna hálvár í fjør.