Hví velja fólkafloksfólk svarta samband

Hvussu ber tað til at fólkaflokkurin á landsfundi leggur seg á sjálvstýrisleið, meðan oddatalsmaðurin fyri flokkin aftur fríggjar til sambandsflokkin

NÚ valið nærkast er rætt at seta kikaran á fólkaflokkin og hansara afturvendandi fríggjarí til sambandið. Er fólkaflokkurin ein sambandskur flokkur soleiðis sum Óli Breckmann hevur gjørt og vil gera hann til, ella er ein hann ein sjálvstýrissinnaður flokkur, soleiðis sum mong fólkafloksfólk helst vilja síggja sín flokk!


TAÐ man níva og kennast svárt fyri nógvar at teimum góðu gomlu fólkafloksstuðlunum at síggja og hoyra, hvussu formaðurin í tingbólkinum hjá fólkaflokkinum nýtir eitthvørt høvi til at toga og snara fólkaflokkin longur móti sambandinum. Tað er eingin loyna, at Óli Breckmann er sera sambandskur og sendingin í sjónvarpinum herfyri, har hann hálsfevndi sambandsflokkin fyri enn eitt valskeið man kennast herskin fyri mong fólkafloksfólk, sum halda, at flokkurin hevur amast nokk uppat sambandsflokkinum.


TAÐ er eisini løgið, at hesin framherji og fremsti talsmaður fólkafloksins skal hava so frítt spæl til at reka sína sambandsku linju. Hvussu ber tað til, at eingin talar at. Eru Anfinn Kallsberg, John Petersen og allir aðrir fólkafloksstuðlar eins sambandskir! Og er tað so, at tey ymsu málini fólkaflokkurin gongur inn fyri, hava øll størri týdning enn at gera Føroyar meira sjálvbjargnar! Hevur fólkaflokkurin heilt mist sín sjálvstýrisidentitet - um hann nakrantíð havt nakran man onkur spyrja, nú sambandsvongurin í flokkinum hevur sett út í kortið í mong mong ár. Hvussu kann nakar taka ein flokk fyri fult, sum á sínum landsfundi erklerar seg sum sjálvstýrisflokk - fyri síðani at lata sín fremsta talsmann sama dag sum val er útskrivað at hava sín fremsta aðalmál samstarv við sama sambandsflokk, ið hevur sagt kortnei til alt, sum luktar av sjálvstýri!!!


JÓGVAN SUNDSTEIN hevur ongantíð verið bangin fyri at siga sína hugsan og greiðu meining - heldur ikki tá tað ræður um sínar egnu. Hetta eigur hann rós uppiborið fyri. Nú um dagarnar vísti hann á stóru ónøgd sína við júst sambandsku linjuna hjá fólkaflokkinum við ÓB á odda. Og hann legði dent á, at tað er ikki ÓB sum er formaður, men Anfinn Kallsberg. Rætt er tað, men hvussu ber tað so til, at ÓB sleppur at marknaðarføra fólkaflokkin! Var tað kanska bara fyri at vinna fólkatingsmannin aftur - og nú tað nærkast løgtingsvalinum, tekur Anfinn Kallsberg yvir! Merkir hetta ikki, at fólkaflokkurin í veruleikanum ongan flokspolitikk hevur. Tað veldst alt um , hvør er talsmaður til eina og hvørja tíð, hvat flokkurin skal halda. Nú bíða vit so eftir, at onkur annar enn ÓB skal taka orðið og venda plátuni. Til eitt løgtingsval riggar sjálvstýrismelodiurin kanska betri. Tí mugu vit nú rokna við, at fólkaflokkurin - ikki tí at hann er vorðin meira sjálvstýrissinnaður - fer at spæla uppá teir meira nationalu streingirnar. At ÓB verður skiftur út við Anfinn.


Á landsfundinum herfyri var gjørt greitt, at flokkurin fór at leggja meira á sjálvstýrisbógv. At hetta skal verða ein samtykt á einum landsfundi sigur næstan alt, tí ein skuldi trúð, at hetta var so grundfest í flokkinum, at tað ikki nýtast at varpast út. Jú - hetta var neyðugt av taktiskum orsøkum - fyri at metta teir sjálvstýrishugaðu fólkafloksmenninar . Hetta varð drigið fram fyri at markera og útmelda, at sambandska linjan hjá ÓB og øðrum fólkafloksmonnum, er ikki tann rætta at fara til løgtingsval uppá.


FYRI okkum kann fólkaflokkurin eiga sambandið og sambandið eiga fólkaflokkin. Eitt er tað, at hesir flokkar nú hava hildið saman í hesi turbulentu ár. Men at oddamaður floksins omaná hetta fríggjar til sambandið sama dagin sum val er útskrivað man hava fallið mongum sjálvstýrissinnaðum fólkafloksmanni fyri brósti. Nú mugu flokkarnir á miðjuni og til vinstru í føroyskum politikki leggja sær hetta í geyma. Føroya fólk má forða fyri, at vit fáa eitt sambandskt og ultakonservativt landsstýri eftir valið. Her eiga allar góðar kreftir at hjálpast at. Føroyar hava ikki brúk fyri einum borgarligum landsstýri, ið rekur sambands politikk eftir komandi løgtingsval.